Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 110 - 11. juni 2008 Kaj Leo Johannesen segði við Rás2, at tað er burtur úr vón og viti, at landsstýris­ maðurin í fiski­ og til­ feingismálum rindar trímannabólkinum fyri eina niðurstøðu um seg sjálvan VEÐHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonb@sosialurin.fo Sambandsflokkurin finst hvassliga at mátanum, mál­ ið er handfarið upp á. ­ Málið er blivið politiskt, so handan niðurstøðan kem­ ur als ikki óvart á okkum, segði Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloks­ ins, við Rás2. Hann sigur, at tá slíkar kanningar verða gjørdar, er ein partur tann juridiski parturin, har teknikkur kem­ ur inn, eitt nú við roknskapi, og so er tað tann politiski parturin. ­ Tað, sum er hent í hesum málinum, er at líkna við, um eg rindaði einari nevnd fyri at komi við einari niður­ støðu um meg sjálvan. Tá loypur ketan av hjá mær í einum lítlum samfelagi sum Føroyum, segði Kaj Leo Johannesen. Støðan er nevniliga hon, at sjálvt um málið formelt liggur í Fíggjarmálaráðnum, so er tað Fiskimálaráðið, sum rindar rokningina hjá trímannabólkinum. ­ Skal nøkur meining vera í, má tað vera ein púra óheft nevnd, sum ger kann­ ingina, og tað er tað ikki, tá tú sjálvur rindar bólkinum, sum skal koma við einari ávísari niðurstøðu um teg sjálvan. Tá hongur tað ikki saman í mínari verð, segði Kaj Leo Johannesen. Formaður Sambandsfloks­ ins vísir á, at løgmaður er parkeraður á síðulinjuni. ­ Tað bleiv hann jú eitt kvøldið í sjónvarpinum, tá landsstýrismaðurin í fiski­ og tilfeingismálum segði heilt greitt, at um løgmaður kom við nøkrum øðrum enn tí, sum hann vildi síggja, so var eingin sam­ gonga meir. Tað vil siga, at løgmaður í veruleikanum er settur skák og mát, segði Kaj Leo Johannesen. Hann hevur tí ikki havt so stóran áhuga fyri málin­ um, tí hann kendi niðurstøð­ una framman undan, og ein­ hvør onnur niðurstøða hevði rykt teppið undan samgonguni. ­ So hatta málið er langt síðani avgreitt, segði Kaj Leo Johannesen. Kroystur løgmaður Kaj Leo Johannesen segði, at løgmaður er parkeraður uttanfyri. ­ Tað er ikki løgmaður sum leggur rætningslinjur­ nar í løtuni, tað vita øll. Tað er uttanríkisráðharrin og fíggjarmálaráðharrin, sum í løtuni eru inni á almanna­ og heilsumálaøkinum at fáa skil á tí. Hartil kemur so landsstýrismaðurin í fiski­ og tilfeingismálum, sum heilt týðiliga í sjónvarpinum segði, at løgmaður skuldi ikki vága sær at gera nakað við hatta málið, segði Kaj Leo Johannesen. Hann heldur tí, at hetta, at hava trímanabólkin sit­ andi, bert eru pengar út av vindeyganum. ­ At tú sjálvur rindar fyri eina kanning ella eitt til­ mæli um teg sjálvan, er púra burtur úr vón og viti. Og eg trúgvi heldur ikki, at føroyingar halda tað vera rætta mátan at gera tingini upp á, segði Kaj Leo Johannesen. Hann viðgongur, at hans­ ara atfinningar at mátanum, hetta málið er handfarið upp á, saktans kann uppfat­ ast sum vanligur andstøðu­ retorikkur. ­ Men eg haldi tað vera undarligt, at løgmaður sigur seg hava fult álit á landsstýr­ ismanninum í fiski­ og til­ feingismálum, meðan hann sigur seg ikki at hava álit á leiðsluni á landssjúkrahús­ inum, sum hansara egni floksfelagi umsitur, so tað er eingin trupulleiki í dag, um tú hevur álit á einum landsstýrismanni ella ikki, og tað er har, tokið er endað á einum síðuspori, segði Kaj Leo Johannesen. Hvussu er og ikki, liggur málið nú í Fíggjarmálaráð­ num, og fyrr enn hann hevur kannað málið nærri, fær Karsten Hansen ikki gjørt tær nógvu viðmerkingarnar. Rindar fyri egna niðurstøðu Kaj Leo Johannesen finst hvassliga at mátanum, sum hetta málið er handfarið Vænta minni oljukeyp Amerikanska orkumálaráðið sigur nú, at tað roknar við, at eftirspurningurin eftir olju fer at minka. Ráðið hevur roknað seg fram til, at eftirspurningurin fer at minka einar 240.000 tunnur um dagin í ár, og tað er nógv meiri enn fyrr mett, skrivar AP. Oljan fall eitt vet á amerikanska marknaðinum í gjár og kom niður í 131,31 dollarar fyri tunnuna. Tað er 8,7 prosent lækking samanborið við prísiní síðstu viku, tá hann var 139 dollarar, skrivar AP. Eftirspurningurin eftir olju fer at minka í ár Mynd: DR Oljuútreiðslur trífaldaðar Eins og í Føroyum kærir íslendski fiskiflotin seg um trupulleikar orsakað av tí høga oljuprísinum. Reiðarafelagið, LÍÚ, sigur, at um ársskiftið kostaði eitt tons av olju til skipini 800 dollarar, men í dag er prísurin fyri somu oljuna 1.200 dollarar. Felagið hevur roknað seg fram til, at í ár fer íslendski fiskiflotin at brúka 18 milliardir íslendskar krónur til olju, og tað er tríggjar ferðir meiri enn í 2004, sigur Svein Hjartarson hjá LÍÚ við Morgunblaðið. Eg fari heilt greitt at halda meg til málið, og hvat ávísir andstøðulimir ella landsstýrismenn siga, ávirkar ikki meg. Eg taki støðu út frá tí, eg haldi er rætt, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri VEÐHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonb@sosialurin.fo Karsten Hansen, fíggjar­ málaráðharri, eigur málið um veðhaldið í Napoléon, men hann er staddur í Svø­ ríki í løtuni, og kann tí ikki gera ítøkiligar viðmerkingar til málið, fyrr enn hann hev­ ur sett seg nærri inn í tað. Fyrst fari eg at brúka nakrar dagar at viðgera málið innanhýsis. So vítt eg veit hevur málið tikið hálvt­ annað ár higartil, so tað ger neyvan nakað, um tað bíðar nakrar fáar dagar aftrat, segði Karsten Hansen í far­ telefonini úr Svøríki við Rás2. Hann sigur, at tað hevur als onga ávirkan, hvørki tað, sum Tórbjørn Jacobsen førdi fram í sjónvarpinum fyrr í ár, ella tað, sum and­ støðan førir fram nú. – Eg fari heilt greitt at halda meg til málið, og hvat ávísir andstøðulimir ella landsstýrismenn siga, ávirk­ ar ikki meg. Eg taki støðu út frá tí, eg haldi er rætt, sigur Karsten Hansen. Tað løgna er, at skipið framvegis er í føroyska flot­ anum, og tí átti skuldin verið fallin til gjaldingar, sambært lógini og viðmerkingunum til lógina. Men lands­ stýrismaðurin í fíggjar­ málum sigur, at málið er til, og at hann av serligum ávum hevur fingið málið í hendi. Í almennu viðmerkingar­ nar til lógina um at umleggja lán hjá fjarskiftisflotanum. stendur millum annað: “Endamálið við hesum lóg­ aruppskoti er, at landskassin sleppur burtur úr givnum veðhaldum í fjarfiskiflotan­ um og hjálpa hesum partin­ um av fiskiflotanum at umleggja og niðurskriva yvir áramál tey lán, sum ofta liggja aftast í prioriteti, og vil landskassin tí í flestu førum missa pening, um so er, at skipini verða seld um eina tvingsilssølu.” Í málinum viðvíkjandi Ocean Castle, seinni Napo­ leon hevur landsstýrið roynt at hjálpa einum skipi at umleggja og niðurskrivað síni lán. Her er skipið selt um eina tvingsilssølu. Og her er skipið enntá framveg­ is heimahoyrandi í Føroyum og eitur í dag Fríðborg. Hví er hetta yvirhøvur eitt mál fyri landsstýrið? – Tað er spurningurin. Eg havi fingið málið í hendi av serligum orsøkum, og eg fari at gjøgnumganga tað í síni heild og taka støðu út frá tí. So kann mann altíð kjakast um og gita, og ikki minst illgita í hesum málin­ um. Men tá nevndin er sett sambært galdandi reglum og vælsaktans er komin við tí, sum tey halda vera tað rætta, og nú bíða tey so eftir at eg taki eina avgerð, segði Karsten Hansen. Viðari í almennu viðmerk­ ingunum til somu lóg stendur: “Ætlan landsstýrissins er soleiðis at gera tað møguligt at varðveita fjarfiskiflotan, serstakliga rækjuskipini, tí møguleikarnir á fjarleiðun­ um eftir rækjum verða ikki fult gagnnýttir...” Skipið, sum landsstýrið nú skal taka støðu til, hvørt landsstýrið ikki skal fara eftir sínum lógarbundna veðhaldi, men í staðin flyta tað víðari yvir á eitt heilt annað skip, er enntá fram­ vegis í føroyska flotanum. Tað eitur í dag Fríðborg og er heimahoyrandi í Leirvík. Hví er hetta yvirhøvur eitt mál fyri landsstýrið? – Tað er tað væl tí at man hevur lógina, sum hon er, og málið er ikki avgreitt av landsstýrismanninum, sum skuldi avgreitt tað. Lands­ stýrismaðurin er skiftur út við ein annan, sum er ógegn­ igur... Tað er eftir mínum tykki sum so í lagi, at tað er landsstýrið, sum skal geva eitt møguligt loyvi ella ikki, ljóðaði svarið frá Karsteni Hansen. Fer tú neyvt at fylgja til­ mælinum frá trímanna­ bólkinum? – Tað havi eg onga við­ merkingar til, tað kemur so tíðin at vísa,um eg komi at fylgja tí ella ikki. Eg kann ikki koma við einari niður­ støðu um nakað sum helst, fyrr enn eg havi kannað málið til fulnar, og tað taki eg mær neyðugu tíðina til. Men sjálvandi fari eg at royna at avgreiða málið so skjót sum tilber, sigur Karsten Hansen við Rás2. Eingin hevur ávirkan á meg Karsten Hansen fer at taka sær neyðugu tíðina at taka røttu avgerðina í málinum