Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Í Stavanger og har rundan um eru nógvir gisting­ armøguleikar við hotellum í nógv­ um ymiskum prís­ klassum Ein av gistingarmøguleikunum er Fjordbris Hotell í Østhusvik, norðan fyri Stavanger. Tað eru hjúnini Jenny og Kjetil Mehus, sum eiga og reka hotellið. Jenny er føroysk, ættað úr Hósvík. Jenny (f. Hansen) flutti til Norra at búgva sum 19 ára gomul í 1976. Hon giftist við Kjetil Mehus, sum er útbúgvin lýsingarmaður. Tey búsettust í Stavanger og fingu trý børn. Í 1999 keyptu tey eini gomul handilshús við goymslu­ bygningi í bygdini Østhusvik á oynni Rennesøy, norðan fyri Stavanger. Tey fóru beinan­ vegin undir gera handilshúsini í stand og gera tey um til tað sum í dag er Fjordbris Hotell. Í 2002 seldu tey síni hús í Stavanger og fluttu til Østhus­ vik at búgva. Síðan er ein nýggjur bygningur bygdur afturat við hotelrúmum og íbúðum til at leiga. Fjordbris Hotell hevur sera góðar umstøður til t.d. móttøk­ ur, veitslur og skeiðvirksemi. Familjuvinarligar íbúðir Fjordbris Hotell hevur 8 stórar íbúðir. Fýra av teimum hava tvey sovirúm, bað og gesta­wc. Fýra av íbúðunum hava 3 sovirúm og 2 baðirúm. Til­ samans hevur hotellið 26 dupultrúm, harav tey 20 eru í íbúðunum. Íbúðirnar eru sera væl egnaði til familjur, har er køkur, inter­ netsamband, fjarstýrd gass­ drivin pais og út frá stovuni er altan. Tað eru bert 30 minuttir at koyra úr miðbýnum í Stavanger til Fjordbris Hotell. Leiðin gongur gjøgnum tveir undirsjóvartunlar, sum eru ókeypis at koyra ígjøgnum. Eisini er gott samband við bussi til og frá miðbýnum í Stavanger. Jenny og Kjetil eru sera fyrikomandi og hjálpsom. Tað er sum at vera í heimligum umhvørvi at kunna tosa føroyskt við tey. Elsta dótturin, Maren, er útbúgvin kokkur og starvast á hotellinum. Tey bjóða øllum føroyingum, bæði einstaklingum og familj­ um at vera vælkomin til Fjord­ bris Hotell, sum er beint við eina listbátahavn við frálíkum útsýni. Puntur nr. 17 lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Føroyingar vælkomnir til Fjordbris Hotell Jenny og Kjetil Mehus saman við dóttrini Maren sum er kokkur á Fjordbris Hotell. Jenny er ættað úr Hósvík