Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 110 - 11. juni 2008 Nú ferð Helena Dam á Neystabø á rundferð í Føroyum at tosa við kommunur kring landið fyri at seta ferð á arbeiðið at leggja kommunur saman. Sjálv nevnir landsstýriskvinnan møguleikan, at tað vera sjey kommunur í landinum Kommunusaman­ legging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú vil landsstýrið hava gongd á arbeiðið at leggja kommunurnar saman. Í hesum sambandi fer Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í komm­ unumálum, nú at tosa við tær ymsu kommunurnar um at skipa landið í færri, men størri kommunur. Hon sigur, at enn er ferðin ikki løgd til rættis og tí veit hon ikki akkurát, hvussu arbeiðið verður skipað. Men tað skilst á henni, at endamálið er at koma so víða sum gjørligt og at tosa andlit til andlits við komm­ unustýrislimir í teimum ymsu økjunum. ­ Vit fara at royna at fáa kommunurnar at taka undir við at tær leggja saman eftir lógini um kommunalt sam­ starv. ­ Í teirri lógini verður lagt upp til, at kommunurnar leggja saman í størri eindir og endamálið við rundferð­ ini í heyst, verður at fáa eina frágreiðing frá komm­ unum um, hvussu tað gong­ ur við arbeiðnum at leggja saman og nær tað er vænt­ andi, at nakað úrslit fer at spyrjast burtur úr. ­ Endamálið er eisini at leggja eina ætlan fyri, hvussu og nær komm­ unurnar leggja saman. Fyrst og fremst sjálvboðið Helena Dam á Neystabø leggur dent á, at fyribils verður er útgangsstøðið, at talan skal vera um sjálv­ bodnar samanleggingarnar. Men eydnast tað ikki, er talan um eina nýggja støðu og so verður arbeitt víðari haðani frá. Hvørjir møguleikarnir so eru, veit hon ikki siga. ­ Ein møguleiki er at geva kommununum eina freist at leggja saman, men gera tær tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg. Men eg má leggja dent á, at tað er ein spurningur, sum als ikki er viðgjørdur enn, sigur lands­ stýriskvinnan í kommunu­ málum. Men nú hava kommunur­ nar í fleiri ár havt møgu­ leikan at leggja saman, men enn eru tað nógv øki í landinum, har tær ikki hava tikið av tí møguleikanum. Er nakað, sum bendir á, at fleiri sjálvbodnar saman­ leggingar vera? ­ Tað er akkurát tann spurn­ ingin, vit vilja fáa greiði á í heyst og eru ongi útlit fyri fleiri samanleggingum, er útgangsstøðið hjá landsstýr­ inum eitt annað og so verður arbeitt víðari haðani frá. Samanlegging ein fortreyt Helena Dam á Neystabø sig­ ur, at endamálið hjá lands­ stýrinum er at leggja fleiri málsøki undir kommunurnar at umsita. Men hon leggur dent á, at ein fortreyt fyri tí er, at kommunurnar fyrst leggja saman, so at tær verða størri, sterkari og betri førar fyri at røkja tey málsøki, sum tær fáa at umsita. ­ Ein annar møguleiki er sjálvsagt at lata standa til, men so verða heldur ikki fleiri málsøki løgd undir kom­ munurnar at umsita, sigur Helena Dam á Neystabø. ­ Meina kommunurnar tað í álvara, at tær vilja hava fleiri málsøki at umsita, er tað ein grundleggjandi for­ treyt, at tær leggja saman í størri eindir. ­ Tað er mín greiða fatan, at ein kommunal saman­ legging er ein avgjørd fortreyt fyri at gera nakrar politiskar og fyrisitingar­ ligar broytingar, leggur hon afturat. Sjey kommunur Sjálv heldur hon, at tað er hóskandi við sjey kommun­ um í Føroyum, men hon vil ikki hongja seg í eitt ávíst tal beint nú. Nakrar kommunur hava boðað frá samanlegging og endamálið er at fáa tað avgreitt so skjótt og smid­ liga sum gjørligt til komm­ unuvalið í heyst. Men annars er tíðin nakað knøpp at leggja fleiri komm­ unur saman til valið í heyst, men tað ber eisini til at leggja saman mitt í einum valskeiði. ­ Tað einasta, sum krevst, er at tosa seg til rættis, sigur Helena Dam á Neystabø. Suðuroy verður ofta tikin fram sum eitt dømi og um hon skal vera ein ella tvær kommunur? ­ Tað havi eg onga mein­ ing um, men eg havi skilt, at meirilutin av Suðuroying­ um vilja hava, at øll oyggin verður ein kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø. Seta ferð á arbeiðið at leggja kommunur saman Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í kommunumálum, ætlar nú at fáa veruliga gond á ætlanina at leggja Føroyar saman í nógv færri og nógv størri kommunur. Kommunusaman­ legging er ein grundleggjandi fortreyt fyri at leggja fleiri máls­ øki undir kommunurnar at umsita, staðfestir hon