Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 110 - 11. juni 2008 Lærarastarv í Kaldbaks skúla Kaldbaks skúli søkir eftir einum lærara í tíðar- avmarkað parttíðarstarv skúlaárið 2008/09 vegna avlopstímar og serligan tørv umleið 27 tímar um vikuna. Søkt verður eftir lærara, sum: • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • eru fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • verða við áhaldandi at menna skúlan • er stundisligur og nærlagdur Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í støddfrøði, alisfrøði, kristni, náttúru og tøkni. Førleikakrøv: Tann ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu eisini søkja starvið. Lønar- og setanartreytir: Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Starvið verður sett sum tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2008/2009. Umsóknir Umsóknir við c.v., avrit av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera fyrstalærara Ragnari J. Magnussen, Hagagøtu 3 á Argjum, í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juni 2008 kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Kaldbaks skúla tel 302520 ella 515398. Kaldbaks skúli 180 Kaldbak Kaldbaks skúli hevur komandi ár um 30 næmingar. Á skúlanum starvast í løtuni 4 lærarar. Í 2003 varð skúlin høvuðsumvaldur og bygt varð afturat verandi skúla. Sera góðar hølisumstøður til næmingar og lærarar. LÆRARASTARV í Kvívíkar skúla Tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009 í Kvívíkar skúla. Starvið verða sett frá 1. august. Søkt verður eftir: • Einum lærara til avlopstímar og tímar til serligan tørv/ped. stuðulstímar. Starvið er umleið 20 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett í september. Tann, ið settur verður skal: • Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum • Duga at samstarva og vera fyrikomandi • Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • Vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær part av teimum musisku lærugreinunum Førleikakrøv Læraraútbúgving og helst royndir viðvíkjandi næmingum við serligum tørvi. Tó kunnu fólk við royndum og/ella áhuga fyri ped. mennandi arbeiði eisini søkja. Starvið verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið / Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið. Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 24. juni kl. 15.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Bjarna Heinesen, á tlf. 472400 ella fartlf. 211504. Kvívíkar skúli Frammi í Gerði 6 · FO-340 Kvívík · Tlf. 472400 · kvi@skulin.fo Kvívíkar skúli er ein 4 flokkaður skúli við undirvísing í 1. – 7. árgang. Komandi skúlaár verða 45 næmingar og 6 lærarar. Skúlin er út og umbygdur og er sostatt ein nútímans skúli við sera góðum umstøðum, bæði fyri lærarar og næmingar. Lærararnir hava allir egna farteldu frá skúlanum. Les meira á www.meklarin.fo HP. MARINE · SP/F RÚNAR Túnagøta 1 · 600 Saltangará tlf. 219450 · fax 449191 · hpe@kallnet.fo Bátar til ein hvønn tørv Lesið Sosialin - so eru tit við