mikudagur 11. juni 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
30
nr. 110 • 11. juni 2008
Í løgtingstíðindum finst nógv
tilfar um sanatoriið. Tað var
nevniliga ein løgtingsnevnd,
sum hevði ábyrgdina av
rakstrinum, og henda legði
hvørt ár fram til 1948 eina frá
greiðing fyri tingið. Her verður
rættiliga farið í smálutir og er
hetta tí rættiliga áhugavert.
Vit fara at taka okkurt burtur
úr hesum frágreiðingum, og
taka vit hetta ár fyri ár
1943: Tørvur á viðskera
Á fundi 24. september var sam
tykt at gera verkstaðin størri og
betri enn núverandi og fáa í betri
lag húsrúm til maskinpassaran.
Seinni í frágreiðingini verður
eisini sagt, at hitaverkið á gomlu
deild er liðugt og virkar væl.
Í somu ársfrágreiðing verður
sagt, at Anthon Kragesteen
søkir um at leiga 15.000 kvad
ratmetrar burtur av økinum hjá
sanatoriinum til høsnagarð.
Nevndin kann tó bert mæla til,
at leiga verða 5.000 fermetr
ar, treytað av, at hann hegnar
forsvarliga, og at bróstsjúkra
húsið fær fyrsta rætt at keypa
egg, tá hann selur.
Hetta var í krígstíð, og tað var
ikki so lætt at útvega fjølbroyttan
mat. Serliga var tørvur á viðskera,
meðan tað ikki var nakar trupul
leiki við døgurðamati. Men
niðurstøðan var, at viðvíkjandi
viðskera skuldi ikki sparast.
Her verður eisini hugsað um
rationaliseringar. Tað, sum kann
keypast í stórum, eigur at verða
keypt saman við hospitalinum.
Sjúklingarnir sluppu
ikki til Havnar
Annars klagaðu sjúklingarnir um,
at teir ikki sluppu til Havnar, og
tað varð sløkt á sjúkrahúsinum
kl. 20.30. Afturat hesum var
trupult at fáa pakkar. Hetta við
pakkunum skuldi loysn fáast á.
Umstøðurnar hjá sjúklingunum
verða eisini væl lýstar við hesum
brotinum úr frágreiðingini:
"Havnagongdini viðvíkjandi
upplýsti yvirlæknin, at forboðið,
sum annars svarar til reglur á
flest øllum bróstsjúkrahúsum, má
krevjast yvirhildið, tí smittandi
sjúklingar hava ikki eina ferð,
men fleiri ferðir verið í dansi í
Havn, tó at havt var at teimum
fyrstu ferð”.
Her kann verða skoytt upp
í, at smittandi tuberklar vóru í
lungunum, tí var tað spýttið sum
smittaði. Tuberklar kundu seta
seg aðra staðni, t.d. í beinið, men
tá smittaðu teir ikki. Viðvíkjandi
sløkkitíðini var ført fram, at á bróst
sjúkrahúsinum var sløkt ½ tíma
seinni enn á hospitalinum í Havn.
Nevndin helt yvir fyri sjúkling
unum fram, at tær reglur fyri
dagligan ordan, sum yvirlæknin
setir, mugu haldast. Bróstsjúkan,
sum kann binda sjúklingar í
áravís til eitt sjúkrahús, kann
ikki annað enn gera nógvar
sjúklingar troyttar og taka mótið
frá teimum. Her ræður nógv
um, at lækni, sjúkrasystrar og
onnur, ið ganga um teir í sínum
dagliga arbeiði, vísa teimum
samkenslu og blíðskap, men
eisini hjá sjúklingum ikki at
gerast órímiligir. Hetta hevur
nevndin hildið fram bæði yvirfyri
sjúkrasystrum og sjúklingum, og
hevur ta vón, at tað stríð, sum
hevur verið, fer at javna seg.
1944: Mjólkaprísurin
hækkar
Hetta ár kravdu neytaeigarar á
Hvítanesi og Hoyvík at fáa mjólka
prísin hækkaðan frá 65 oyru til
71 oyru fyri liturin. Teir sluppu
at velja millum 68 oyru fyri alla
mjólkina ella 71 oyru fyri 100
litrar. Teir valdu fyrra møguleikan.
Hetta ár hækka teir eisini
lønirnar til gentur, sum arbeiða
á sanatoriinum við kr. 20 um
mánaðin. Tað tykist at vera
hopleyst annars at fáa gentur.
Sjúkrasystrarnar fingu 100 kr.
eyka eisini. Hetta ár hevur einki
misljóð verið um kostin. Teir
spurdu sjúklingarnir siga, at
kosturin er góður.
1945: Vegaumvæling
fyri 1.500 krónur
Hetta ár er stór øking í útreiðslum
til umvælingar, sum fara frá kr.
7.000 upp í kr. 26.000. Fremsta
orsøkin er nýtt hitaverk.
Sanatoriivegurin innan brúnna
treingir til umvæling, sum er ætl
að at kosta kr. 1.500, men komm
unurnar hava ikki viljað goldið.
1946: Ætlan um
lýsiraffinadarí
Hetta er árið, tá Magnussen
byrjar sínar ferðir kring landið at
pirka og koppseta fólk. Til hesa
ætlan hevur løgtingið játtað kr.
10.000. Aksel Poulsen verður
virkandi yvirlækni hesa tíðina.
Hetta ár er eisini eitt dømi
um spennandi vinnulívsætlan.
H.C.W. Tórgarð hevur sent eina
umsókn um at fáa øki burtur
av tí hjá sanatoriinum til eitt
lýsiraffinadarí, sum Kimbil, Tór,
Vága Trolarafelag og onnur
standa fyri. Hetta mál fær eina
góða móttøku, og landsnevndin
fær heimild til at selja ynskta
økið. Tað spurdist ikki meira
burtur úr hesum.
Nú er aftur spurningurin um
matin frammi. Summi halda
hann vera ov vánaligan. Aksel
Poulen heldur hann tó ikki vera
so galnan, men meira skerpikjøt
kundi verið brúkt.
Eitt annað mál er tann nógvan
yvirtíðin. Hon kemur fyrst og
fremst av tuberklastøðini. Nú
kríggið er av, eru skipini aftur
fullmannað, og hetta merkir tí
eisini størri arbeiði á hesum
økinum. Tosað verður eisini
um at flyta tuberklastøðina úr
Hoydølum. Hon var eisini sera
óhøglig fyri sjómenninar, men
hetta mælti Magnussen frá, og
tað hendi heldur ikki meira tá.
Annars vóru lønirnar hjá sjúkra
sytrum tá kr. 265 um mánaðin, og
yvirtíðarløn var kr. 4,25.
Tað verður eisini tosað um at
útbyggja sanatoriið, men hetta
gjørdist tíbetur púra óneyðugt.
1947: Sjúklingatalið
minkar
Hetta ár verður ein eykalækni
settur, og er hetta Astrid Klein.
Tað var trupult at fáa sjúkra
systrar, og Dansk Sygeplejeråd
noktaði donskum sjúkrasystrum
at søkja, um ikki tær fingu dansk
ar treytir, sum millum annað var 8
tímar arbeiðsdag. Seinni sama ár
vóru hesar treytir eftirlíkaðar.
Nú kann staðfestast, at talið á
sjúklingum er nógv minkandi. Árið
frammanundan vóru 72 sjúklingar
á teimum trimum deildunum. Í ár
er TB, sum er ein deild hjá lands
sjúkrahúsinum, tómt, og í Hoydøl
um eru 42 sjúklingar. Víst eru
nakrir farnir til Danmarkar, men
framvegis er talan um minking.
Á hospitalinum í Havna plagdu
javnan 20 sjúkligar at liggja við
byrjandi tuberklum og eftirsjúk
um, men í ár hevur mestsum
eingin verið.
Starvsfólkini á
sanatoriinum vóru:
1 yvirlækni við hjálp frá kommunu
lækna í Havn í viðtalutíðini.
Aftaná kríggið var ein fastur
lækni settur afturat.
1 yvirsjúkrasystir, 1 deildar
sjúkrasystir og 2 assistentar.
1 skrivari á Tuberklastøðini,
seinni blivu tveir.
6 gongsgentur, 7 fólk í køkinum,
1 økonoma, 1 assistentur og 3
køksgentur.
Frímerkini
Sum sagt varð í byrjanini av
greinini gav Postverk Føroya í
vár út trý frímerki í samband
við tey 100 árini. Tey eru løgd á
heimasíðuna:
www.faroestamps.fo
Her liggja á føroyskum og
enskum eisini greinir, sum hava
staðið í FFblaðnum um okkara
tuberklasøgu.
Annars skuldi tað verið upplagt
at fáa skrivað eina samlaða søgu
um tuberklarnar í Føroyum.
Søgubrot
Næstu ferð
Í komandi parti hava vit 8.
og næstseinasta part av
frásøgnini hjá Johan Norðfoss
Her hava sjúklingar verið eftir mjólk. Jóan Jakku Hansen úr Syðrugøtu uttast th.
Nikal Thomsen
úr Syðrugøtu
arbeiddi í nógv ár
á Sanatoriinum.
Her er hann til
arbeiðis