Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Ein trýr nærum ikki egnum eygum, tá ein kemur á land á lítlu oynni út fyri Stavanger. Ber veruliga til at fáa alskyns gróður og blómur at vaksa, so langt burtur frá suðurlendskum strondum, sól og hita? Besta prógvið um hetta er vakra staðið »Flor og Fjære«, sum liggur skamt frá norska oljubýnum Stavanger. Her finnur tú eitt ótal av blómum, runnum og trøum, sum ein ikki vanliga sær í so stórum tali í Norðurhøvum. Men fyri eigararnar av stað­ num er tað ein daglig avbjóð­ ing at staðfesta, at við ídnum og málrættaðum arbeiði og fantasi’i, kann ein fáa eitt slíkt stað at blóma, vaksa og eisini menna seg. ­ Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Vit hava lagt eitt stórt arbeiði í at fáa hetta staðið til tað, sum tað er í dag. Og vit ynskja at hetta eisini skal vera eitt spennandi stað í framtíðini, greiðir Siri Lærdal Bryne frá. Saman við manni sínum, Olav rekur hon »Flor og Fjære«. Líkt er til, at tey her hava rakt seymin á høvið, tí í fjør vóru ikki færri enn 35.000 vitjandi á Sør­Hidle. Millum hábornu gestirnar, sum vitjaðu »Flor og Fjære« í fjør vóru norska drotningin Sonja. Í samband við 70 ára føðingardag sín í fjør avgjørdi hon at bjóða kongaligu gestunum til ein døg­ urðabita júst á hesum staðnum. ­ Í ár vænta vit vitjan av 40.000 fólkum, ­ vónandi eisini fleiri før­ oyingum!, sigur Siri bjartskygd. Frá kletti til skóg At fáa eitt slíkt vakurt stað til tað, sum tað er í dag, er ikki løtuverk. Í roynd og veru byrjaði tað fyri meiri enn 40 árum síðani. Verfaðir Siri, Åsmund Bryn hevði um hetta mundið eitt vakstrarhús í Stavanger, og ynskti at byggja eina smáttu á einum staði, har hann veruliga kundi finna sær hvíld og nýggja orku. Eftir tógvið stríð kom hann fram til oynna Sør­Hidle, og her fór hann so til verka. Og her var nóg mikið at taka í: Ikki eitt einasta træ var at síggja, og fyri ein royndan urtagarðs­ mann var hetta tann fyrsta avbjóðingin at fara í holt við. Hansara fyrsta hugsan var at fáa lívd í oynni. Uttan hana, fór einki at bera til. Og so við og við vaks tann dyrkaði parturin, samstundis sum hugskotið at gera hetta til eitt stað við blómum og trøum, og sum onnur eisini kundu fáa gleði av. Í 1995 tóku sonurin og verdótturin tað stóra stigið at lata oynna upp sum ferðamálið »Flor og Fjære« við undirheiti­ num “heimsins norðasta pálmaoyggj”. Áhugin fyri vakra staðnum er so stórur, at eitt ferjufelag í Stavanger hevur fasta rutu við blómuprýddari ferju higar fleiri ferðir um dagin í tíðarskeiði­ num mai til september. Saman við vakra siglitúri­ num, eini rundvísing millum blómur og pálmar, eini góðari máltíð og friði og náðum, kunnu fólk njóta nakrar tímar í hesum serstaka umhvørvinum. Fyri alt hetta er ikki neyðugt at gjalda stórt meiri enn 740 krónur. Heitið »Flor og Fjære« er eitt orðaspæl millum orðið »flora« sum merkir gróður, og síðani orðið »fjære« sum hevur við streym og sjógv at gera. Hetta vísur til, at her er talan um eina oyggj – í hesum føri eina pálmaoyggj. Puntur nr. 18 lýsingartilfar Ferðatrygging Ferðatrygging Far bara - vit fylgja tær www.sansir.fo Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina. Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Sør-Hidle er heimsins norðasta pálmaoyggj - Higar til »Flor og Fjære« koma øll sløg av fólki – bæði kongalig, VIP’arar, arbeiðsfólk, pensjónistar, skúlabørn og onnur, sigur Siri Lærdal Bryne - Nógv eru hugtikin av blómunum, trøum og pálmunum. Um summarið standa tey ber, men um veturin verður ein serstakur kassi settur rundan um tey sum vernd móti kulda, vindi og kava