hósdagur 12. juni 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 3
Sunda kommuna
hevur keypt eitt
umleið 16.000
fermetra stórt
øki í Hósvík til
útstykkingar, har
pláss verður fyri
tilsamans 70-80
sethúsum. 24 av
hesum grundøkjum
kunnu ætlandi
gravast út eftir
summarfrítíðina
Hósvík
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 48 fólk standa á
bíðilista til grundøki í Hósvík.
Sunda kommuna hevur
leingi arbeitt við eini útstykk
ingarætlan í Hósvík, har neyð
ugt hevur verið við ognartøku
av lendi.
Heðin Zachariassen, borgar
stjóri, ásannar, at hetta hevur
tikið sína tíð, men nú líður so
væl við teimum fyrstu 24
grundøkjunum, at fólk, sum
ogna sær hesi, kunnu byrja at
grava út eftir summarfrítíðina,
samstundis sum kommunan
ger sítt arbeiði við lendinum
liðugt.
Vit hava keypt eitt øki til
sethúsabygging, sum er
umleið 16.000 fermetrar, og
tað er av hesum lendinum, at
tey fyrstu 24 grundøkini verða
klár seinni í summar.
Hann metir, at pláss verður
fyri umleið 7080 sethúsum
tilsamans á teimum 16.000
fermetrunum.
Bílig grundøki
Grundøkini, sum Sunda komm
una nú ger klár til útgrevstur í
Hósvik, eru millum 500 og 600
fermetrar stór, og tey verða
seld fyri 220 krónur fermeturin.
Hetta merkir, at grundøkini
koma at kosta einar 100.000
krónur, og tá er alt íroknað –
vegur, lendi og íbindingar.
Borgarstjórin ásannar, at
hesi 24 grundøkini verða seld
fyri minni enn tað, sum rópt
verður kostprísur.
Hann dugir ikki at síggja
nakra meining í, at fólk, sum
seta búgv, einsamøll skulu
gjalda fyri eitt nú vegin, sum
bygdur verður til økini.
Ein slíkur vegur verður
brúktur av almenninginum, og
tí síggi eg onga meining í at
leggja allan kostnaðin á tey,
sum seta føtur undir egið
borð.
Ynskja tilflytarar
Heðin Zachariassen sigur, at
alt bygdaráðið í Sunda
kommunu ynskir, at fólk vilja
seta búgv í felags kommununi,
og tí verður eisini nógv gjørt
fyri at gera umstøðurnar so
góðar sum gjørligt.
Hann vísir á, at nýggjur
barnagarður varð tikin í nýtslu
í Hósvík í 2005, har pláss er
fyri 58 børnum, og annars er
tørvurin á barnaansing í
kommununi sum heild
nøktaður.
Vit hava ongan bíðilista og
hava ongan bíðilista havt,
síðan kommunurnar løgdu
saman, sigur borgarstjórin.
Barnaansingin í Sunda
kommunu kostar umleið 16
miljónir krónur brutto um árið,
og tá inntøkurnar eru drignar
frá, sum foreldrini gjalda fyri
ansingina, er talið, sum
kommunan rindar, umleið 12
miljónir krónur.
Vit halda, at góð barna
ansing er ein treyt fyri trivnaði
og vøkstri í kommununi, so
hetta er væl farin peningur,
sigur Heðin Zachariassen.
Sundalagið
dregur nú
fólk til sín
- Eg var ikki tann
heitasti, tá lagt
varð saman í Sunda
kommunu, men í dag
er eingin ivi í mínari
sál um, at hetta var tað
rætta. Økið er ment
á øllum økjum, sigur
Heðin Zachariassen,
borgarstjóri
sundalagið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bygdirnar í Sunda kommunu
eftir samanlegging 1. januar
2005 eru Hósvík, Hvalvík,
Streymnes, Saksun, Langa
sandur, Haldarsvík, Tjørnuvík,
Gjógv, Norðskáli, Oyrarbakki og
Oyri.
Fólkatalið liggur beint niðan
fyri 1600, og kommunan telist í
dag millum tær, sum veksa
skjótast í landinum.
Nógv sethúsabygging er í
felags kommununi, og fleiri
raðhús og dupulthús eru eisini
bygd.
Stór menning
Kommunan er ment á øllum
økjum síðan samanleggingina.
Eg var ikki tann heitasti fyri at
leggja saman, men í dag er
eingin ivi í mínari sál um, at
hetta var tað rætta.
Heðin Zachariassen vísir á, at
í dag er Sunda kommuna ein
kommuna, sum fólk vita um og
hava áhuga fyri.
Hetta síggja vit ikki minst á
teirri bygging, sum er farin
fram í økinum seinastu árini.
Borgarstjórin ásannar, at
nøkur viðurskifti kundu verið
øðrvísi, men hann ásannar
eisini, at nógv kundi verið verri,
enn tað er í dag.
Fyrr togaðust vit um somu
ting í sama øki. Í dag kunnu vit
raðfesta skilagóðar íløgur og
verkætlanir, sum koma økinum
til góðar, og við einari felags
kommunu kunnu vit umgangast
at gera fleiri dupultíløgur, sum
hann tekur til.
Fjølbroytt vinna
Heðin Zachariassen fegnast um
vinnulívið í Sunda kommunu,
sum hann heldur er rættiliga
fjølbroytt og tískil ikki so
sárbart.
Vit hava stór feløg, og vit
hava smærri feløg, sum reka
ymiskt vinnuligt virksemi. Vit
hava eisini fiskiog útróðrar
menn í økinum.
Borgarstjórin heldur, at áður
var Sundalagið eitt økið, tú bert
koyrdi ígjøgnum á veg suður og
norður.
Nú er hetta eitt øki, sum
dregur fólk til sín, bæði til búset
ingar og vinnuligt virksemi,
sigur Heðin Zachariassen.
24 nýggj grundøkir í Hósvík
Heðin Zachariassen, borgarstjóri, ásannar, at tey 24 grundøkini, sum nú verða klár til útgrevstur í Hósvík, verða seld fyri minni enn tað, sum rópt
verður kostprísur
Mynd: Álvur Haraldsen
Stívliga 300 fólk búgva í Hósvík
Mynd: Álvur Haraldsen