Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar »Look!« var ofta at hoyra frá útlendsku gestunum, tá »Rygerkongen« frá Rødne Fjord Cruise sigldi tætt fram við landi á ferðini inn eftir Lysefjorden. Henda ferðin er ein av teimum best umtóktu ferðamálu­ num í Stavanger Tá ein tosar um prædikustólar, so eru hesir sum oftast í eygnahædd hjá fólki ella beint omanfyri – og innanveggja! Hjá norðmonnum er øðrvísi: Teir hava ein serstakan prædikustól, sum í roynd og veru er góðar 600 metrar oman fyri tey vitjandi. Tekur tú Rygerkongen frá Skagenkaien í Stavanger, kanst tú njóta útsýnið upp til hesa serstøku sjónina – Preikestolen – sum snøgt sagt er eitt »mást«, tá ein vitjar norska oljubýin. Hevur ein sæð stóra klettin frá sjónum, og hevur hug at vitja sjálvan Preikestolen, kann ein fara til gongu niðan hagar, og haðani njóta vakra útsýnið yvir fjørðin. Túrurin við Rygerkongen varir góðar tríggjar tímar. Hetta er ein hentur møguleiki hjá útlendingum at síggja ein av vøkru firðunum framvið norsku vesturstrondini. Til alla familjuna Klokkan tólv stundisliga henda fríggjadagin í mai mánaði legði Rygerkongen frá bryggju, fullsettur av norðmonnum, føroyingum og útlendskum ferðafólkum. Sama morgun var stórt ferðamannaskip komið á Stavanger, og sum ein upp­ living til gestirnar stóð ein cruise inn í Lysefjorden á skránni. Eini 100 teirra valdu hetta tilboðið. Hesi ferðafólkini, sum í størstan mun vóru í eftirlønar­ aldri og helst úr einumhvørjum stórbýi, fingu eina serstaka uppliving á ferðini: Tað er ikki á hvørjum degi at ein fær høvi at sigla tætt við smáar oyggjar, tætt undir for­ bergi, sigla inn í ein gjógv, síggja kóp í sjónum, síggja norskar geitir í teirra egna umhvørvi og drekka vatn úr fossi, sum rann beinleiðis á sjógv – alt borðreitt við frágreiðingum á fýra málum: norskum, enskum, týskum og fronskum. Serliga hugtikin vóru tey sum vera man av ógvusligu og vøkru sjónini av Preikestolen 604 metrar longur uppi. Hetta er helst eisini hæddarpunktið,, bæði so og so, á ferðini. Hiðani frá ber ikki til at síggja, hvussu stólurin sjálvur er formaður, men í brochuru­ num verður greitt frá, at toppurin er ein flati, ið er tvær ferðir 25 metrar til støddar. Hevur ein hug at fara longur inn í fjørðin, ber til at síggja heimsins longstu trappu við ikki færri enn 4.444 trinum, harav til ber at ganga eftir 700 teimum niðastu, og síggja Brattelid við sínum fýra gørð­ um, haðani seinastu fólkini fluttu í 1967. Slíkar útferðir eru vanliga ikki serliga barnavinarligar, men her hevur Rødne Fjord Cruise funnið uppá ráð. Í sínum úrvali hava tey eina ferð, ið serliga vendir sær til familjurnar. Hvønn sunnudag kl. 12 er familju­sightseeing á skránni. Henda ferðin varir íalt í fimm tímar, har familjan kann uppliva ta vøkru náttúruna við fjørðin og á einum staði, men har børnini haraftrat sleppa í land. Steðgað verður nevniliga á við eitt stað tey nevna Helleren, har ein matstova er og ein sandstrond, sum er sera væl dámd av børnunum. Túrarnir hjá Rødne Fjord Cruise verða sigldir alt árið. Men sum vera man verða flestu teirra sigldir frá mai til september. Puntur nr. 19 lýsingartilfar Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað. Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo sansir.fo Lyklaklár fígging og trygging til bilin Heimsins besta ferðamál við fjørðin Ein av høvuðs- attraksjónunum á ferðini á Lysefjorden er Preikestolen. Henda myndin vísir henda stól við fjørðinum í baksyni