fríggjadagur 13. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 112 - 13. juni 2008
Í 2003 metti polit
iska skipanin lands
kassaveðhaldini í
rækjuflotanum vera
so nógv verd, at mis
álit varð sett á lands
stýrismannin í fiski
vinnumálum, tí hann
hevði sett veðhaldini
verri fyri. Í 2008 skal
politiska skipanin
um dagarnar taka
støðu til eitt tilmæli
frá serfrøðingabólki,
sum skýrir landskassa
veðhaldini at hava so
lítið virði, at tey uttan
víðari kunnu flytast
millum skip
ANALYSA
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Flestu munnu minnast hin
týsdagin í januar 2003, tá
Jørgen Niclasen græt. Táver
andi landsstýrismaðurin var
júst blivin fyrrverandi lands
stýrismaður í fiskivinnumál
um. Hann bleiv formliga
loystur úr starvi av sínum
løgmanni, áðrenn hann á
eyðmýkjandi hátt hevði
fingið misálit frá løgtingin
um, eisini pørtum av síni
egnu samgongu.
Annar av teimum, sum
reisti misálitið henda týs
dagin, 14. januar 2003, var
Jóannes Eidesgaard, formað
ur í Javnaðarflokkinum,
sum tá sat í andstøðu. Hin
var Lisbeth L. Petersen, for
kvinna í Sambandsflokkin
um. Í misálitinum søgdu
tey bæði, at landsstýrismað
urin
í
fiskivinnumálum
hevði ikki útint umlegging
ina av lánum til fjarfiskiflot
an á lógligan hátt, og tí átti
hann at leggja frá sær.
Støðan bygdi á eina frá
greiðing frá Turið Debes
Hentze. Advokaturin varð av
løgtingsformanninum
sett
sum kanningarstjóri at kanna,
um tað var í lagi at Jørgen
Niclasen
hevði
játtað
reiðaríunum hjá Høgafossi
og Arctic Viking at lána
ávíkavist sjey og 4,5 milli
ónir krónur til at umvæla
skipini fyri. Landsstýrismað
urin helt tað vera í lagi, tí
hetta vóru neyðugar ábøtur,
ið fóru at økja um virðið á
skipunum, umframt bøta um
teirra møguleikar at klára
seg. Trupulleikin var einans,
at Høgifossur hevði 17,4
milliónir krónur í rentu og
avdráttarfríum láni til lands
kassan hangandi aftaná øðr
um lánum hjá skipinum, og
Arctic Viking hevði 7,9 milli
ónir. Og reiðaríini fingu ikki
nýggj lán til at rinda fyri
umvælingar og ábøtur, uttan
at hesi lógu frammanfyri
landskassalánið. Argumentið
hjá táverandi fiskimálaráð
harranum var, at ábøturnar
vildu økja um virðið á skip
unum, og tí var landskassin
ikki verri fyri, hóast lands
kassaveðhaldið varð skump
að aftureftir.
Men hetta sjónarmiðið
keypti kanningarstjórin ikki.
Turið Debes Hentze staðfestir
í síni frágreiðing, sum varð
latin løgtinginum 13. desem
ber 2002, at við at loyva
Høgafossi og Arctic Viking
at hækka síni lán, eru lands
kassaveðhaldini verri stillað.
Í frágreiðingini stendur mill
um annað soleiðis um Arctic
Viking: “Tá ongin meting er
gjørd, sum vísir, at virðið á
skipinum er hækkað til 30
mió kr. í samband við nýggja
lántøku 4,5 mió kr., sum
landsstýrið víkir fyri, er væl
hugsandi ella í øllum førum
vandi fyri, at veðrættarstøða
landskassans er versnað.”
Somu orðingar eru at finna
um Høgafoss.
Kanningarstjórin er enntá
so mikið eym um lands
kassaveðhaldið,
at
hon
heldur at ein meting eigur
at verða gjørd av, hvat virði
skipið hevur eftir umvæling
arnar. Hetta fyri at tryggja
landskassaveðhaldið á best
møguligan hátt.
Ein mánaða seinni, 14.
januar 2003, reisir Jóannes
Eidesgaard, saman við Lis
beth L. Petersen, misálit á
Jørgen Niclasen, landsstýr
ismann í fiskivinnumálum.
Smálutir
Tilsamans fingu trý skip
rentu og avdráttarfrí lán úr
landskassanum eftir lógini
um umlegging av lánum hjá
fjarfiskiflotanum, nevniliga
Høgifossur, Arctic Viking og
Ocean Castle. Hetta seinasta
skipið bleiv sum kunnugt til
nógv umrødda Napoléon hjá
Kongshavnar Útgerðarfelag,
ið varð seldur á tvingsilssølu
á vári 2006. Um dagarnar
kom serliga trímannanevndin,
sum skal ráðgeva landsstýris
manninum í fiskivinnumál
um í spurningum um umlegg
ingarlógina, til ta niðurstøðu,
at Kongshavnar Útgerðarfel
ag kann flyta sítt landskassa
veðhald yvir á eitthvørt ann
að skip, sum reiðaríið útvegar
sær. Tilsamans 41,3 milliónir
krónur.
Meðan kanningarstjórin í
2002, Turið Debes Hentze,
legði stóran dent á at tryggja
landskassaveðhaldið,
so
hevur pípan nú fingið annað
ljóð. Trímannanevndin sigur
tvørturímóti, at sonevnda
veðbrævið hjá landskassan
um liggur uttanfyri virðið á
Napoléon, og veðrættarstøð
an tí ikki kann gerast verri
við at verða flutt yvir á annað
skip. Sagt við øðrum orðum
metir tríannanevndin veð
haldið vera so lítið vert, at
tað ongan týdning hevur,
hvat fyri skip veðhaldið verð
ur flutt yvir á. Trímanna
nevndin tekur als ikki støðu
til nakað veðhaldslán, hvussu
ella í hvønn mun landskassa
veðhaldið er tryggjað, ei
heldur hvussu tað í framtíðini
verður tryggjað, til dømis í
virðinum á skipinum, veð
haldið verður flutt yvir á. Trí
mannanevndin byggir sítt
tilmæli á eina einastu grein í
lógini um umlegging av
lánum hjá fjarfiskiflotanum,
nevniliga grein5 stk. 2, sum
stutt og greitt sigur, at lands
stýrið kann loyva eigara, at
um fiskifarið verður selt
kann veðhaldið flytast yvir á
annað skip, sum verður útveg
að innan eitt ár eftir sølu
dagin. Tað váttaðu limir í
trímannanevndini fyri Rás2 í
vikuni. Og tað er hetta til
mælið, sum landsstýrið skal
byggja sína niðurstøðu á.
Avgerðin
Undir vanligum umstøðum
hevði avgerðin ligið hjá
landsstýrismanninum í fiski
vinnumálum. Men av tí at
Torbjørn Jacobsen er ein av
høvuðseigarunum í Kongs
havnar Útgerðarfelag er
málið og harvið avgerðin
flutt til Karsten Hansen,
landsstýrismann í fíggjar
málum. Hann hevur ikki
tikið støðu enn.
Í januar 2003 helt Jóannes
Eidesgaard, formaður í tá
verandi Javnaðarflokkinum í
andstøðu,
at
veðhaldini
høvdu slíkt virði fyri lands
kassan, at hann við støði í frá
greiðing frá kanningarstjóra
reisti misálit á landsstýris
mannin í fiskivinnumálum.
Nú er Jóannes Eidesgaard
løgmaður, og hevur higartil
einki aktivt gjørt við lands
stýrismannin í fiskivinnu
málum, hvørs reiðarí biður
um at fáa flutt eitt landskassa
veðhald upp á 41,3 milliónir
krónur frá einum skipi, sum
reiðaríið ikki longur eigur,
yvir á eitt skip, sum reiðaríið
enn ikki eigur.
Frá misáliti til smálutir
“Endamálið við hesum lógaruppskoti er, at landskassin
sleppur burtur úr givnum veðhaldum í fjarfiskiflotanum
og hjálpa hesum partinum av fiskiflotanum at umleggja
og niðurskriva yvir áramál tey lán, sum ofta liggja aftast í
prioriteti, og vil landskassin tí í flestu førum missa pening,
um so er, at skipini verða seld um eina tvingsilssølu.”
Brot úr almennu viðmerkingunum til lógina um umlegging av
lánum hjá fjarfiskiflotanum
“Ætlan landsstýrissins er soleiðis at gera tað møguligt at
varðveita fjarfiskiflotan, serstakliga rækjuskipini, tí møguleik
arnir á fjarleiðunum eftir rækjum verða ikki fult gagnnýttir...”
Brot úr almennu viðmerkingunum til lógina um umlegging av
lánum hjá fjarfiskiflotanum
“Stuðulslán eiga bert at verða umløgd, har serligur tørvur
er á hesum, og við fyriliti til landskassan. Tvs. at tað skal
vera vandi fyri, at um landsstýrið onki ger, so fer skipið um
eina tvingsilssølu, og landskassin missir pening.”
Brot úr viðmerkingunum til §2 í lógini um umlegging
av lánum hjá fjarfiskiflotanum
LÓGIN UM UMLEGGING
Stórur munur er á, hvat virði kanningarstjóri í 2002
helt um virðið á landskassaveðhaldunum í rækju
skipunum, og hvat ráðgevandi tríannanevndin
heldur í 2008. Tá var talan um at flyta landskassa
skuldina nakrar milliónir aftureftir í samlaðu
skuldini hjá skipunum. Nú er talan um at flyta lands
kassaskuldina yvir á eitt framvegis ókent skip.
Turið Debes Hentze, kanningarstjóri, í desember 2002:
“Í samband við umlegging skal metast um, hvussu tryggur
landskassans peningur er bæði áðrenn og aftan á um
leggingina, og veðrættarstøðan er tann, sum hevur týdning,
tá skipið verður selt. Nýggj meting skal gerast um fígg
ingarvirðið í samband við nýggju lántøkuna, tí víkjast kann
bert fyri ávísari upphædd, um skipsvirðið hækkar samsvarandi,
tí annars verður veðrættarstøðan ikki tann sama. Verður
henda mannagongd ikki fylgd, nevniliga nýggj meting gjørd,
kann lógin ikki sigast at vera fylgd. Í samband við máls
viðgerðina er tí avgerandi, at ein meting um fíggingarvirðið,
møgul. tvingsilssøluvirðið, verður gjørd eisini í aðru atløgu, tá
víkingarspurningurin gerst aktuellur.
Trímannanevndin í tilmæli, juni 2008:
“Núverandi veðrættur hjá landskasanum lá utanfyri skipavirðið
á Napoléon, og tí kann nevndin tilmæla, at nýggja veðbrævið
eisini liggur uttanfyri skipavirðið á næsta skipinum.
YMISKAR METINGAR
“Við øllum ivamálum, sum eru reist, eigur málið at
fáa avleiðingar, so vit kunnu skapa álit og seta mark.
Talan er rætt og slætt um eina politiska heildarmeting,
og tíðin er farin frá, at ting ikki fáa avleiðingar”
Høgni Hoydal, táverandi landsstýrismaður í lógarmálum við
undantaksloyvi samstundis at vera politiskur framsøgumaður, í
løgtinginum 14. januar 2003, tá misálit varð reist á Jørgen Niclasen,
táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum.
“Ein løgfrøðilig kanning hevur staðfest, at farið er óregluliga
fram, og tá stjórnarleiðarin einki vil gera, og enntá sáar iva
um ta kanning, ið løgtingið hevur biðið um, so noyðist
løgtingið at gera tað fyri hann.”
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum í andstøðu, í
løgtinginum 14. januar 2003, tá hann reisti misálit á Jørgen
Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum
LØGTINGIÐ Í 2003