fríggjadagur 13. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 112 - 13. juni 2008
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eitt stórt land í Vesturheiminum sigur seg vilja hjálpa
okkum, men tann góði viljin er ikki veruligur
Stýrið í Burma
útlond
Í fýra samdøgur
sótu níggju fólk í
fjøllunum í Kili og
bíðaðu eftir hjálp,
eftir at flogfar teirra
var dottið niður
- Tað var stormur og ræðu-
liga kalt, og vit royndu at
halda hitanum við at sita
undir liðini á hvør øðrum.
Men eg ivaðist ikki í, at vit
fóru at doyggja.
Tað sigur Miguel Almon-
acid, sum var ein av teimum
níggju, sum sluppu livandi
frá einari flogvanlukku í
Kili seinasta leygardag. Eitt
fólk doyði, tá flogfarið datt
niður í eitt oyðið skógarøki
har suðuri í landinum.
Vanlukkan minnir um ta
kendu vanlukkuna í 1972,
tá eitt flogfar datt niður í
Andesfjøllunum, og tey,
sum sluppu livandi frá
sjálvum fallinum, nyddust
at eta burtur av hinum ferða-
fólkunum fyri at halda sær
á lívi.
Tað lítla Cessna-flogfari-
ð, sum datt niður leyg-
ardagin, rendi á nøkur stór
trø, har tað varð hangandi.
Kortini eydnaðist tað fólk-
unum at sleppa út, men tað
var bítandi kalt, og um
náttina frysti fýra stig.
- Vit ballaðu okkum við
øllum, sum vit høvdu, og
vit kyndu bál fyri at fáa hita
í okkum, sigur Miguel
Almoncaid við útvarpið
Radio Coopoerativa.
Flogskiparin doyði
Øll tey 10, sum vóru í
flogfarinum, sluppu livandi
frá sjálvum fallinum, men
tann 65 ára gamli flog-
skiparin, Nelson Bahamon-
des, doyði tveir dagar seinni
av løstum, sum hann hevði
fingið.
Tá flogfarið ikki kom
vegin fram leygardagin,
fóru kilsku myndugleik-
arnir alt fyri eitt at leita.
Miguel Almoncaid sigur, at
teyr hoyrdu fleiri ferðir
flogfør og tyrlur, men ikki
fyrr enn mikudagin var tað
so mikið klárt í veðrinum,
at tey fingu givið einari
tyrlu tekin um, hvar tey
vóru stødd.
Bíðaðu fýra dagar eftir hjálp
Miguel Almoncaid ivaðist
ikki í, at hann og hini
ferðafólkini fóru at doyggja
Mynd: AP
Enn eina ferð hava
skógareldar sett Kalifornia í
undantaksstøðu
Kalifornia brennur aftur, og enn eina
ferð hevur Arnold Schwarzenegger,
guvernørur, verið noyddur at lýs astatin
í undanatskstøðu.
Orsøkin er, at fleiri skógareldar herja
í statinum. Har suðuri eru 6.500 hekt-
arar farnir upp í royk, og har norðuri er
ein stórur skógareldur á veg ímóti
býnum Paradise, har 30.000 fólk
búgva.
Tað hevur ikki regnað í Kalifornia
leingi. Harafturat er tað heitt, og
umstøðurnar hjá sløkkiliðunum kundu
tí valla verið truplari, enn tær eru,
skrivar AP.
Eldur í Kalifornia
Teir sponsku lastbilstjórarnir sýta fyri
at seta seg aftur við róðrið, fyrr enn
stjórnin tekur onkur stig til tess at
tryggja teimum bíligari olju.
Lastbilstjórarnir hava nú verið í
verkfalli í fleiri dagar, og tað sæst í
handlunum kring alt landið. Sky News
sigur, at í nógvum stórhandlum er tað
torført at fáa feskan fisk og feskt kjøt,
og harumframt eru frukt og grøtmeti
farin at ganga undan.
Ein orsøk til støðuna er, at mong
hava lagt so nógv inn undir seg, at ov
lítið ella einki er eftir til hini, sigur Sky
News.
Mattrot í Spania
Nú er næstan einki grønmeti at fáa í teimum sponsku handlunum
Mynd: Polfoto
Fleiri hús eru farin upp í royk í skógareldunum
Mynd: Polfoto
Verkfallið hjá teimum sponsku
lastbilstjórunum ger, at fleiri matvørur
eru farnar at ganga undan