fríggjadagur 13. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 112 - 13. juni 2008 ]
Kroatia er sum
fyrsta land klárt
til EM-fjórðings-
finaluna, eftir at
teir í gjár heldur
óvæntað vunnu 2-1
á Týsklandi
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Eftir frálíkt avrik í fyrsta
dystinum ímóti Póllandi,
skuldi álopsparturin hjá
Týsklandi veruliga standa
sína roynd, tá ið teir í gjør
møttu stinnu kroatisku
verjuni. Hetta var topp
dystur í bólki B, og nógv
var væntað av dystinum.
Verjuparturin sveik
Týska verjan er av
nógvum mett sum veiki
liðurin á liðnum, og tað
var júst týska verjan, ið
gav Kroatia leiðsluna.
Hon var alt ov passiv, tá
ið innlegg kom úr vinstru,
og so slapp Darijo Srna
ótarnaður
at
leggja
Kroatia á odda 10.
Eftir at hava sitið á tí
mesta fyrru løtuna í
seinna hálvleiki, eydn
aðist tað Kroatia at økja
um leiðsluna. Hetta var
eitt heldur heppið mál,
har Ivica Olić kom at
standa púra fríur framm
anfyri týska málinum.
Týskland kom síðstu
løtuna betur við í dystin,
og teir fingu eisini mink
að um munin. Við sínum
triðja máli var tað Lukas
Podolski,
sum
gjørdi
støðuna til 21. Týskland
kom ikki tættari enn hetta,
og í síðstu løtu settu teir
eitt
gott
punktum
á
vánaliga avrikið, tá ið inn
skifti Bastian Schweints
teiger fekk reytt fyri at
hava sligið ein kroatiskan
leikara.
Eysturríki hjálpti
Eftir dystin vóru kroatisku
leikararnir fegnir um, at
teir so gott sum høvdu
leikt seg víðari úr bólka
spælinum.
Seinni
um
kvøldið skuldi tað tó vísa
seg, at Eysturríki kom
teimum til hjálpar. Við at
javna í yvirtíðini tryggjaði
Eysturríki sær eina stigið
ímóti Póllandi, og í sama
viðfangi tryggjaði hetta
Kroatia pláss í fjórðings
finaluni. Kroatia er har
við fyrsta land í fjórðings
finaluni, og seinasti dyst
ur teirra í bólkaspælinum,
sum skal spælast ímóti
Eysturríki, hevur ongan
týdning. Kroatia er undir
øllum umstøðum vinnari
av bólkinum, og spenn
andi verður nú bara at
síggja, hvørjum teir skulu
møta.
Kroatia klárt til
fjórðingsfinaluna
Dario Srna hevur skorað, og so er Kroatia ávegis EM-
fjórðingsfinaluni, meðan Týskland skal stríðast móti
Eysturríki um sítt pláss
Mynd: Polfoto/AP
Balling skiftir til Næstved
Tað kundi næstan verið í Runavík, at fyrrverandi NSÍ
spælarin Ulrik Balling skrivaði undir nýggjan sáttmála, tí
Faxe Kondi sodavatn stóð á borðinum, men tað var í
Næstved. 33 ára gamli álopsspælarin flytur sostatt ikki við
Vejle upp í superliguna, men fer ístaðin at spæla fyri 1.
deildarliðið Næstved. Balling hevur áður spælt í Næstved,
og tá var hann toppskjútti hjá felagnum, og í Næstved
fegnast tey um, at hava fingið spælaran aftur til felagið.
Sáttmálin millum Balling og Næstved er galdandi í tvey ár.
Steypagrilling og tikarar
White Tigers, sum er viðhaldsfelagið hjá B36, ætla veruliga
at gera nakað burtur úr degnum, nú steypafinala skal
spælast. Telt verður sett upp millum tey bæði felagshúsini í
Gundadali, og í hesum ber so til at keypa sær mat beinleiðis
av grillini. Eisini verður skipað fyri andlitsmáling, og fer
handan fram í ungdómshølunum hjá B36, har skreytutir av
ymsum slag sjálvandi eisini kunnu keypast.
Tað er ongantíð
endað málleyst í
steypafinalunum,
har tað í miðal eru
skorað fleiri enn
fýra mál í teimum 63
finaludystunum, sum
hava verið spældir
síðani 1955
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er lagt upp til ógvuliga
spennandi finalu, tá ið EB/
Streymur og B36 tørna
saman á ovara vølli í
Gundadali í annað kvøld.
Kappingin frá EM enda
spælinum er stór, men tað
er neyvan nógv við síðuna
av at rokna við, at valið hjá
viðhaldsfólkunum hjá EB/
Streymi og B36 verður
lætt.
Og tað er lítið at ivast í, at
tey, sum í morgin fara at
leita sær í Gundadali, fara
at vera vitni til, at mál fara
at verða skorað. Um tað
verður málleyst, so verður
talan um heilt øðrvísi final
ur enn tær, sum higartil
hava verið spældar.
Fyrsta steypafinalan var í
1955. Síðani hava 63 finalu
dystir verið á skránni. Saml
aða máltalið er 256. Tað vil
siga, at tað í miðal eru
skorað 4,1 mál í hvørjum
finaludysti.
Hagtølini siga, at tað
verða skorað mál í øllum
finaluuppgerðum. Higartil
er tað ongantíð komið fyri,
at ein finala hevur verið
málleys.
Størsta sigurin eigur HB.
Sigurin varð vunnin í 1971,
tá ið TB legði rygg til 90
avsmurning. HB eigur
næstan eins nógvar finalu
sigrar sum hini liðini eiga
tilsaman. HB hevur vunnið
26 ferðir.
Átta onnur feløg hava
staðið við Ísafjarðarbikari
num, Ísafjarðarsúluni og
Løgmanssteypum. Tey eru
TB (6), GÍ (6), KÍ (5), B36
(5), NSÍ (2), VB (1), B71
(1) og EB/Streymur (1).
HB hevur vunnið eitt
Ísafjarðarbikar, tríggjar Ísa
fjarðarsúlur og eitt Løg
manssteyp til ognar.
Í ár eru B36 og EB/
Streymur í finaluni. Talan
er um søguliga finalu á tann
hátt, at tað er fyrsta ferðin,
at B36 og EB/Streymur
hittast í finaluni. Í fjør var
EB/Streymur fyri fyrstu
ferð í finaluni, sum saman
settaliðið vann ímóti HB.
Á B36 hillina
Tá ið teir í árstalsfelagnum
og teir í samansetta liðnum
í Sundalagnum í morgin
fara at standa yvir av
hvørjum øðrum, so verður
tað fyrst og fremst heiður
og æra, sum fara at standa
upp á spæl. Akkurát sum
tað altíð er tað hjá fót
bóltsspælarum – ikki minst
í einari steypafinalu.
Vinnarin fer at tryggja
sær rætt at luttaka í Europa
Cup á sumri í 2009. Tað
hevur sjálvandi stóran týdn
ing. Og so er tað Løgmans
steypið. Teir í EB/Streymi
fingu tað handað eftir
dramatiska steypasingurin
á HB.
Fagnaðurin verður neyvan
minni, um tað í morgin fer
at eydnast EB/Streymi at
vinna og tað harvið verður
liðformaðurin hjá teimum,
Egil á Bø, sum fer at fáa
steypið handað frá løg
manni. Men tað er longu nú
greitt, at steypið hevur kós í
B36 húsið, har tað fer at
standa í framtíðini.
Søgan er tann, at hetta er
10. árið, at tað verður spælt
um hetta steypið. Áseting
arnar siga, at tað skal
spælast um steypið í tíggju
ár. Tað felagið, sum tá hevur
vunnið tað fleiri ferðir enn
nakað annað felag, vinnur
steypið til ognar.
Higartil hevur B36 vunn
ið steypið tríggjar ferðir, GÍ
tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og
HB eina ferð í part. Einasti
møguleiki fyri, at kappingin
ikki skuldi verða avgjørd í
ár, var, at GÍ vann kapp
ingina í ár. So hevði verið
neyðugt at kappast í hvussu
so er eitt ár afturat.
20. mars tapti Víkingur,
sum hevur yvirtikið sessin
hjá
GÍ,
í
áttandaparts
finaluni 53 í Sørvági ímóti
07 Vestur. Harvið varð
greitt, at tað ikki fer at bera
øðrum felag enn B36 til at
vinna Løgmanssteypið til
ognar.
Hetta er fyrsta steypið,
sum tað síðani 1955 hevur
verið kappast um, sum HB
ikki vinnur til ognar. Í ann
að kvøld fæst at síggja, um
onkur onnur steypatraditión
eisini fer at verða brotin.
Ein møguleiki er, at eingi
mál verða skorað í vanligu
leiktíðini. Men tað man
vera lítil sannlíki fyri tí.
Steypið fer í B36 húsið
Líkamikið hvussu leikur fer, so fær B36 løgmanssteypið til ognar hesaferð. Spurningurin er so,
um navnið hjá EB/Streymi verður graverað eina ella tvær ferðir á steypið