Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 112 - 13. juni 2008 Um fíggjardeildina Fíggjardeildin hevur ábyrgd av at fyriskipa og samskipa fíggjarligu viðurskiftini á stovninum. Fíggjardeildin hevur eftirlitið við, at játtanirnar halda, ráðgevur leiðsluni og hinum deildunum á stovninum um innanhýsis fíggjar- stýring ina og ger ymisk hagtalsyvirlit til stovnin og aðrar almennar myndugleikar. Harafturat umsitur Lands verk íløgur og viðlíkahaldsuppgávur fyri onnur ráð. Stovn urin hevur eisini ábyrgd av at gera sam felags bú- skapar ligar útgreiningarnar í sambandi við íløgur og við- líka hald og at menna fíggjarstýringina í sambandi við verk ætlanir og rakstrarætlanir. Tí søkja vit eftir einum búskapar frøðingi, sum skal vera við til at menna hetta arbeiðs økið uppaftur meira. Á deildini starvast fimm fólk, og tú kemur at vísa bein- leiðis til fíggjar leiðaran. Arbeiðsøkið Sum búskaparfrøðingur kemur tú at hava ábyrgdina av: · at gera costbenefit-kanningar og -frágreiðingar · at vera við til at menna fíggjarstýringina á stovninum · at vera við til at menna fíggjarstýringina av stovnsins verk ætlanum og rakstrarætlanum · her undir at gera disponeringsroknskapir · at vera við til at gera fíggjarlógararbeiðið fyri av varð andi ráð · at menna hagtalsgrundarlagið Tú kemur eisini at luttaka í øðrum arbeiðsuppgávum hjá deildini, t.d. dagliga fíggjareftirlitinum, hag tals arbeiði- num og ársroknskapargerðini. Førleikakrøv Vit sóknast eftir einum fólki við viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand. polit, cand.merc. HD(R) ella líknandi. Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og vænta tí, at tú sýnir arbeiðssemi, dugnaskap og nærlagni. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum og málbert teg væl, bæði skrivliga og munnliga. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella til: Landsverk Postmoga 78 FO-110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2008. Merk umsóknina „Umsókn-Búskaparfrøðingur“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upp lýs- ing ar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árant Andriasson, fíggjarleiðara, á 540 821 ella aa@lv.fo. STARVSLÝSING Búskaparfrøðingur Søkt verður eftir einum búskaparfrøðingi at starvast á fíggjardeildini fulla tíð. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar. Í sambandi, við at tað 19. juni eru 25 ár síðan Føroya Symfoniorkestur bleiv stovnað, verður móttøku í Norðurlandahúsinum henda dagin frá kl. 14 - 17. Tað vildi glett okkum at sæð so mong, sum til ber av tykkum, sum gjøgnum árini á ymsan hátt hava stuðlað orkestrinum - áhoyrarum, sponsorum og øðrum, ið hava gjørt tað møguligt at hava eitt Symfoniorkestur í Føroyum. Høvi verður at bera okkum eina heilsan. Limir í orkestrinum, lærarar og næmingar í Føroya Musikkskúla spæla tónleik. Føroya Symfoniorkestur FØROYA SYMFONIORKESTUR Móttøka í Norðurlandahúsinum