Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 112 - 13. juni 2008 lýsingar Fish & Chips Vaglið til sølu um nóg høgt boð fæst. Áhugaði kunnu ringja tlf. +45 20 82 78 49 LÆRARASTARV í Kvívíkar skúla Tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009 í Kvívíkar skúla. Starvið verða sett frá 1. august. Søkt verður eftir: • Einum lærara til avlopstímar og tímar til serligan tørv/ped. stuðulstímar. Starvið er umleið 20 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið verður ásett í september. Tann, ið settur verður skal: • Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum • Duga at samstarva og vera fyrikomandi • Vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • Vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær part av teimum musisku lærugreinunum Førleikakrøv Læraraútbúgving og helst royndir viðvíkjandi næmingum við serligum tørvi. Tó kunnu fólk við royndum og/ella áhuga fyri ped. mennandi arbeiði eisini søkja. Starvið verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið / Føroya Pedagogfelag og fíggjarmálaráðið. Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 24. juni kl. 15.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Bjarna Heinesen, á tlf. 472400 ella fartlf. 211504. Kvívíkar skúli Frammi í Gerði 6 · FO-340 Kvívík · Tlf. 472400 · kvi@skulin.fo Kvívíkar skúli er ein 4 flokkaður skúli við undirvísing í 1. – 7. árgang. Komandi skúlaár verða 45 næmingar og 6 lærarar. Skúlin er út og umbygdur og er sostatt ein nútímans skúli við sera góðum umstøðum, bæði fyri lærarar og næmingar. Lærararnir hava allir egna farteldu frá skúlanum. Lærarastørv í Miðvágs-Sandavágs skúla Søkt verður eftir lærarum til Miðvágs-Sandavágs skúla Søkt verður eftir 1 lærara í fast starv frá 1. august 2008 og 6 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2008/2009, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfelagarnar í skúlanum kunnu undirvísa og taka lut í dagliga virksemi skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka við avbjóðingum og broytingum, sum kunnu menna og skapa virðing fyri skúlanum • seta ein heiður í at vera stundisligir og nærlagdir og halda fast um stavnhaldið, at í okkara skúla skulu øll kenna seg væl og trívast. Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar, sum hava farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar komandi skúlaár og at lesa tímar til serliga tørv. Okkum tørvar lærarar, sum kunnu átaka sær at undirvísa í • gentu- og dreingja ítrótti og -svimjing • tónleiki, træsmíð, motorlæru, sjóvinnubreyt, týskum • donskum, serundirvísing, SI venjing • rokning á byrjanar- og miðstigi, og einum, ið kann átaka sær móðurmálsundirvísingina og flokslærarauppgávuna í 1. flokki Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 14. juni 2008 kl. 16. Nærri fæst at vita við at skriva, ringja ella koma á tal við Hans Jørgensen, skúlastjóra, Heiðavegur 7, 370 Miðvágur. Telefon 33 28 20 – 33 23 18 ella 21 88 20. Teldupostur mss@skulin.fo. MIÐVÁGS-SANDAVÁGS SKÚLI Miðvágs-Sandavágs skúli húsast í løtuni í trimum støðum. 1. flokkur í Sandavági, 2., 3. og 4. flokkarnir í Miðvági og 5.– 10 flokkarnir í meginskúlanum á Giljanesi. Skúlabygnaðurin og bygningarnir hava umfatandi nútímansgerð fyri neyðini. Skitsuprojekt til nýggjan skúla varð gjørt á vári 2007. Leiðslan og lærarahópurin vónar, at ferð nú kemur á. Í skúlaverkinum verða 258 næmingar í 15 flokkum komandi skúlaár. Læraratalið verður uml. 25. Miðvágs-Sandavágs- og Sørvágs skúli samstarva um 10. flokk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/mss Les meira á bil.fo ella ring 218414 MAZDA 6 Einans 150.000 REXTON Einans 280.000 Bilar til sølu