fríggjadagur 13. juni 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 13. juni 2008
43
lýsingar
Søkt verður eftir 4 lærarum
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 fyri
lærara í farloyvi
• 2 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 fyri
lærarar við niðursettari tíð
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/09 at lesa
avlopstímar (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn
1. september 2008).
Skúlin hevur brúk fyri fólki, sum kunnu undirvísa í
ítrótti, støddfrøði, alis/evnafrøði, handaligum lærugrein-
um, tónleiki, fremmandamáli, landalæru, lívfrøði,
náttúru/tøkni
– og sum hava læraraútbúgving, hava góð samstarvsevni,
eru opin, kreativ, vilja vera við til at menna skúlan, kunnu
átaka sær starvið sum flokslærari, og sum eru sinnað at
arbeiða í toymi!
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1
– 27.4
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband
við skúlastjóran, Petur Ova Petersen á tlf. 302570 ella
213502.
Umsókn saman við CV, prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
20. juni á middegi.
Í Venjingarskúlanum verða komandi skúlaár umleið 440
næmingar í 19 flokkum, og her koma at starvast 45 fólk.
Lærararnir eru skipaðir í 5 sjálvstýrandi toymi : 1.-3. fl., 4. og 5. fl.,
6. og 7. fl., 8.-10. fl. og sertoymi. Skúlin húsast í trimum
bygningum : 1. og 2. flokkur halda til á Ytra skúla við Landavegin,
3. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 4.-10. fl. eru í
skúlanum á Stórheyggi.
VENJINGARSKÚLIN
handan Á 14 · Box 59 · FO-110 Tórshavn
EIÐIS SKÚLI
Kolsvegur 8 · Postrúm 29 · FO-470 Eiði
Heimasíða: www.eidisskuli.fo
Søkt verður eftir lærarum og
stuðulsfólki til Eiðis skúla
• 1 lærara í fast starv frá 1. august 2008. Tann, ið
settur verður, kemur at verða nógv knýttur at 1.
flokki m.a. sum flokslærari.
• 1 tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009
vegna avlopstímar og serligan tørv. Starvið er
uml. 12 tímar um vikuna. Endaliga tímatalið
verður ásett 1. september.
• 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar
um vikuna. Arbeiðið er í høvuðsheitinum at
virka sum stuðul hjá einum næmingi við
autismu.
• 1 hjálparfólki við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar
um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá
næmingum við serligum tørvi.
Tey, ið sett verða skulu:
• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður,
ábyrgd og læra
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga
arbeiði skúlans
• duga at samstarva
• verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
Førleikakrøv til lærarastørvini:
Læraraútbúgving
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1 - 27.4.
Stuðulsstørvini verða lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Meira kann fáast at vita um størvini frá
fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 42 35 79 ella
22 90 45.
Umsóknir við c.v. og avritum av prógvum skulu
vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 18. juni kl. 15.00.
EIÐIS SKÚLI
POSTRÚM 29
470 EIÐI
Eiðis skúli hevur undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin er væl
útgjørdur. Lærarar skúlans hava arbeiðsteldu og umstøður at
fyrireika seg. Komandi skúlaár verða 9 lærarar 2 stuðlar og 79
næmingar í Eiðis skúla.
NISSAN TITAN TIL SØLU
220.OOO,-
Kostnaður kr.
Árgangur: 2006
Km: 35.800
Motorur: 5,6 cc - V8 - 305 hk
VÆL HILDIN
Áhugaði ringi:
213636
KERN.fo