Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Hóast 150 handlar eru í stóra handils­ deplinum »Kvadrat« sunnanfyri Stavang­ er, so er hetta ikki nóg mikið hjá eigarunum. Ætlanin er at økja talið við eini 70 handlum, soleiðis at samlaða talið fer at liggja millum 200 og 220 í 2020. – Sølumiðstøð okkara skal ikki neyðturviliga vera tann størsta í landinum. Men vit ynskja at hon skal tann besta. - Tí er neyðugt at hon endur- nýggjar seg og gerst munandi størri, siga Cato Helmersen og Olav Line í fyritøkuni Steen & Strøm, sum er størsta sølumið- støðarketan í Norðurlondum. Henda fyritøkan rekur stóru sølumiðstøðina »Kvadrat« beint sunnanfyri Stavanger, og hevur sett sær sum mál at gera hana enn størri tey komandi 10 árini. Víðkanin verður framd allar vegir, soleiðis at pláss verður fyri 70 handlum aftrat, einum mat-templi og einum surfi- og skatesentri. Ætlanin er somu- leiðis at byggja eitt stórt hotell til ráðstevnur á økinum. - Endamálið er at gera »Kvadrat« til meiri enn eina handilsmaskinu. Tað skal gerast ein upplivingardepil, sigur Olav Line. 10 mió vitjandi Upprunaliga var bygningurin, har »Kvadrat« heldur til als ikki ætlaður sum sølumiðstøð. Ætlanin var at byggja bæði eitt jarnstoyparí og eitt privat sjúkrahús. Hesar ætlanir gjørdust ikki veruleiki, og í dag er Kvadrat ein sølumiðstøð við fleiri milliónum vitjandi um árið. Við nýggju útbyggingini verður miðað eftir at hækka talið av vitjandi úr 6 upp í 10 mió um 12 ár! Hetta skal alt gerast í sam- svar við málini í eini strategiskari vinnuætlan fyri økið, har matur og orka skulu setast í hásætið. Ætlanin er tí at leggja dent á, at Kvadrat skal gerast eitt marknaðarpláss fyri smærri handlar, sum selja rávørur úr økinum men eisini frá útheimi. - Vit lesa so nógv um, hvussu fólk satsa uppá mat og matgerð. Men so løgið tað ljóðar, er einki stað har fólk kunnu síggja, hvat tað er fyri nakað. Hetta vilja vit gera nakað við, sigur Cato Helmer- sen. Samstundis við hesa útbygg- ingina skal »Kvadrat« gerast heimsins fyrsta CO2-neutrala sølumiðstøðin: Orkuna skula tey sjálvi framleiða úr sól, vindi og bioorku, meðan restin verður keypt aðrastaðni. Íalt fer kostnaðurin av hesi stóru útbyggingini at liggja millum 1 og 2 milliardir krónur, tá hotellið ikki er íroknað. Puntur nr. 20 lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Trillrund av handlum í Kvadraten Sølumiðstøðin »Kvadrat« er stór, men ikki nóg stór. Nú ætla eigararnir at víðka um tilboðið, soleiðis at tey vitjandi skulu hava 220 handlar at velja ímillum í 2020 Handlar av alskyns slagi eru í »Kvadrat«. Í framtíðini verður eisini møguleiki at vitja eitt mat-tempul og eitt skate-sentur