Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 53

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 lýsingartilfar 53 Undirsjóvartunlar við trimum koyri- breytum Teir báðir undirsjóvartunlarnir millum oyggjarnar Mosterøy og Rennesoy, norðan fyri Stavanger, hava tríggjar koyribreytir. Soleiðis at skilja bilførarin sum kemur inn í tunnilin kann hava loyvi at yvirhála inn til hann er komin inn til miðjuna á tunlunum, so er tað bilførararnir ið koma hinumegin frá, sum hava loyvi at yvirhála. Hetta ger, at um ein bilførari t.d. kemur at koyra aftaná einum bili, sum hann heldur koyra ov spakuligt, veit hann, at tá hann er komin inn til miðjuna á tunlinum, fær hann loyvi at yvirhála og noyðist tískil ikki at koyra aftan fyri seint koyrandi bilin allan vegin. Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo            KRAM KRAM SP/F HEIÐAVEGUR 24 600 SALTANGARÁ TLF. 44 77 77 25 fólk í somu holu Hóast Stavanger er oljubýurin mikli, skal ein ikki fara langt út miðbýnum fyri at koma til eitt stað, sum vísir hvussu fólk livdu í steinøldini. Her á Viste búðu 25 fólk her umleið 6000 ár fyri Kristi føðing. Tey vóru veiðufólk, og útgravingar bera boð um tað fugla- djóralív sum var um hetta mundið. Seinni byrjaðu tey at dyrka jørðina. Mett verður, at fólk hava búð her heilt fram til ár 520. Holan sjálv er 9 metrar djúp, 5 breið og tríggjar metrar høg. Í dag liggur hon 16 metrar omanfyri sjóvarmálan, men í steinøldini gekk sjógvurin heilt niðan til holuna.