Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 3 Nr. 112 • 13. juni 2008 Nýggj leiðarastørv í Kringvarpi Føroya Útvarp og sjónvarp eru nú løgd saman til Kringvarp Føroya. Í nýggja bygnaðinum eru seks deildir, og søkt verður við hesum eftir leiðarum til deildirnar. Deildarleiðararnir skulu saman við starvsfólkunum vera við til at mynda og menna Kringvarpið í framtíðini. Les meira um størvini á www.kringvarp.fo Setanarviðurskifti Størvini verða sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til: Annika.jacobsen@kringvarp.fo ella til Kringvarp Føroya, Norðara Ringvegi, Postboks 1299, FR-110 Tórshavn, Att: Annika Mittún Jacobsen. Umsóknir skulu vera Kringvarpi Føroya í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli 2008 kl. 12.00. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Anniku Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóra, á telefon 347512 ella 347500. Um Kringvarp Føroya Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini og verður stjórnaður av einum stýri við sjey limum. Virksemið verður fíggjað við kringvarpsgjaldi og inntøkum frá lýsingum og spølum. Fíggjarætlanin er umleið 60 mió. kr., og útvið 100 fólk starvast á stovninum. Tíðindaleiðari Sum tíðindaleiðari hevur tú ábyrgd av at menna og leiða tíðindatænastu stovnsins. Tú setir út í kortið, hvussu tíðindi eiga at verða skipað í framtíðini, tekur yvirskipaða støðu til, hvønn relevans, ið tíðindi hava, eins og tú setir tey í viðkomandi samanhang og tryggj ar ein óheftan tíðindafl utning. Miðlaleiðari Miðladeildin gongur á odda at menna nýggjar mið la- tænastur hjá Kringvarpinum og fremja útgávur tvørtur um miðlar. Sum leiðari hevur tú ábyrgd av hesum arbeiði, eins og tú stendur fyri inntøkuskap- andi virksemi og strategiskum framtíðarætlanum fyri stovnin. Harumframt verður uppfylging og eftirmetin g av sendingum og tænastum eisini partur av tínum arbeiði. Tú hevur ábyrgdina av, at sendingarnar eru skipaðar sambært public service sáttmálanum við Mentamálaráðið. Starvsfólka- og umsitingarleiðari Sum starvsfólka- og umsitingarleiðari hevur tú um hendi starvsfólkarøkt og starvsfólkamenning, herímillum HR-menning. Vit vænta, at tú hevur eina greiða fatan av, hvussu starvsfólk fáa og varðveita arbeiðsgleði og motivatión. Aftur at hesum hevur tú búskaparligu viðurskifti Kringvarpsins um hendi, eitt nú fíggjarstýring, roknskap og lønir, eins og tú hevur fyrisitingarliga ábyrgd av inntøkum stovnsins. Tú stendur eisini fyri øllum setanum og sáttmálum. Programmleiðari Sum programmleiðari fært tú ábyrgd av stórum parti av sendifl atuni hjá útvarps- og sjónvarpsrásum stovnsins við denti á studioframleiddum aktuellum sendingum. Sendingarnar kunnu vera alt frá lívsstíls- sendingum og brúkarasendingum til undirhaldssend- ingar. Tú fert at skipa redaktionella arbeiðið og fært tí ábyrgdina av at gjøgnumføra redaktionellar broyting- ar. Tín ábyrgd verður eisini at standa fyri arbeiðinum at menna sendingarnar innihaldsliga og formliga. Dokumentarleiðari Sum leiðari á dokumentardeildini hevur tú ábyrgdina av sendingum, ið spegla lívið og veruleikan. Sending- ar, sum viðgera mentanarligar, politiskar, samfelags- ligar og listarligar spurningar. Framleiðast skulu eisini skaldsligar eins væl og eygleiðandi og persónligar sendingar. Tú skalt duga at skyna á, hvussu fi ktión avmyndar veruleikan og harvið geva lurtarum og hyggj arum eina hugfangandi uppliving. Tú stendur fyri dagligu leiðsluni av deildini og hevur ábyrgdina av, at hon mennist og fylgir við teimum broytingum, sum eru í miðlayrkinum. Tøkniligur leiðari Ábyrgdarøki títt sum tøkniligur leiðari í Kringvarp- in um verður at standa fyri strategiskum ætlanum til tess at menna Kringvarp Føroya tøkniliga. Tú stendur eisini á odda fyri íverkseting av talgilding og nýggjari tøkni, skipar fyri ymsum video- og ljóðtøkniligum innleggingum, eins og tú fært ábyrgd av viðlíkahaldi av øllum KT-skipanum og allari tøkniligari útgerð. Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 www.kringvarp.fo