Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 • 13. juni 2008 Vikuskifti 4 David Jones um føroyskan mat - Eg eti fegin føroyskan mat, um møguleikin er til tað. Mær dámar eisini nógv av tí rættiliga væl. Men skerpikjøt, ræstan fisk og spik fái eg als ikki niðurum. ... um Fuglafjørð - Ótrúligt pláss. Fólk eru sera vinarlig og fyrikomandi. Fótbóltsprátið er nógv, og tú merkir serliga væl, tá úrslitini ikki eru eftir vild. Hinvegin er lagið altíð gott, um tað gongur væl. Hevur tú eina haldbara orsøk fyri keðiligu gongdina, so eru tey sera skiljandi og taka fegin ein hond í, um tørvur er á tí. - Eg eri nógv meira royndur, og mín fatan av spælinum er sjálvandi øðrvísi. Fyri 30 árum síðan var eg í Føroyum av áhuga, og fótbólturin var eitt ítrív. Nú er tað mítt arbeiði. Sinnalagið er eisini broytt við árunum, og eg eri munandi róligari, sigur ÍF-venjarin David Jones Mynd: Álvur Haraldsen