fríggjadagur 13. juni 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 112 • 13. juni 2008
- Eg, sum privatpersónur, eigi
ongan heiður úrslitunum hjá ÍF í
ár. Hinvegin er talan eina sterka
felagseind, har eg bara standi á
odda fyri liðnum.
Hann ger tað greitt
beinanvegin. Eg kann skjóta ein
langan píl eftir at fáa nakað at
vita um privatpersónin David
Jones. Men hugurin at fortelja
um venjaran David Jones er betri.
Tað koma óivað óvart á
fleiri fuglfirðingar, tá David
Jones varð settur sum venjari
hjá Formulaliðnum hjá ÍF í
vár. Tí bretin er ikki hvør sum
helst í Fuglafirði. Hann er um
nakar ímyndin av viðgongd hjá
fótbóltsfelagnum í býnum.
David Jones var í 1979
við til at lyfta ÍF á ovastu
rók í føroyskum fótbólti, tá
fuglfirðingar vunnu sítt higartil
einasta føroyameistaraheiti í
søgu felagsins. Sum málsøkin
og ágrýtin framherji royndist
Jones serstakliga væl. Saman
við toppskjúttanum Meinhardti
Dalbúð, átti hann ein týðandi
leiklut í sera óvæntaða FM
heitinum.
Sissaður við árunum
Tað skert ikki burtur, at tað er ein
himmalvíður munur á føroyskur
fótbólti anno 1979 og í 2008.
Teir skitnu grúsvallirnir kring
landið er allir skiftir við nútímans
graslíkisvallir.
Meðan føroyskur fótbóltur í
nógv ár fyrst og fremst var eitt
frítíðarítriv er tað í dag hjá fleiri
leikarum eitt arbeiði. Nógvur
peningur er blivin partur av
fótbóltinum her á landi og leikarar
dýkja á við at venja størsta partin
av árinum. Men hvør er munurin á
fótbóltsleikaranum David Jones í
1979 og venjaranum í 2008?
- Eg eri nógv meira royndur,
og mín fatan av spælinum er
sjálvandi øðrvísi. Fyri 30 árum
síðan var eg í Føroyum av áhuga,
og fótbólturin var eitt ítrív. Nú er
tað mítt arbeiði. Sinnalagið er
eisini broytt við árunum, og eg
eri munandi róligari. Sum heild er
fótbólturin eisini broyttur nógv.
Leikferðin er sjálvandi væl hægri
enn hon var í 1979, fortelur hann.
Ikki bara kenslur
David Jones hevur vitjað
í Føroyum fleiri ferðir,
síðan fuglfirðingar vunnu
føroyameistaraheitið í 1979.
Hann hevur havt samband við ÍF
síðan, og umvegis alnótina hevur
hann fylgt felagnum gjøllað.
Fuglafjarðar Ítróttarfelag
eigur stórt pláss í hjartanum
á bretanum, men tað vóru ikki
einans kenslurnar sum talaðu,
tá hann brádliga fekk tilboð
um at loysa av Jón Simonsen í
venjarasessinum.
- Eg ivaðist ikki, tá tað stóð
mær í boði at venja ÍF. Eg vildi
sjálvsagt hjálpa, um tørvur var
á tí. Sjálvandi havi eg kenslur
fyri ÍF, men tað var eins nógv
møguleikarnir í venjarastarvinum,
ið fingu meg at taka av, sigur
hann.
ÍF fingu undir leiðslu av David
Jones eina flúgvandi upp á
kappingarárið. Við skjótum
og hugflogsríkum spæli fingu
uppflytararnir úr Fuglfirði skavað
fleiri stig inn undir seg. Seinastu
vikurnar hava ikki hilnast eins
væl, men ÍF er framvegis yvir
niðurflytingarstrikuni.
David Jones hevur áður verið
upp á tal sum venjari í Fuglafirði,
men uttan at nakað ítøkiligt er
spurt burturúr. Stendur tað til
bretska venjaran, verður tað
neyvan bara í ár, at hann fer
at standa við stýrisvølin hjá ÍF.
Hann kundi hugsað sær at búð í
Føroyum í eitt longri tíðarskeið.
- Tað er sjálvandi ikki upp
til mín. Sáttmálin fer úr gildi í
oktober, og so fer leiðslan at
geva eina meting av úrslitunum
og mær. Eru teir áhugaðir, skal
eg als ikki vísa aftur, at eg
verði í Føroyum aftur komandi
kappingarár, staðfestir David
Jones.
FSF mistók seg
Fuglafjarðar Ítróttarfelag og
Bartal Eliasen komu veruliga í
andglettin, tá sterki verjuleikarin
loysti frá posabandinum í
samrøðu við Kringvarp Føroya, og
segði sína hjartans meining um
dómaran Rúna Gaardbo.
Hann vísti Alexander Jovevic
og Balazs Sinkó av vøllinum, tá
fuglfirðingar vitjaði í Runavík
fyri góðum mánaða síðan, og
tað hevði Bartal Eliasen torført
við at góðtaka. Niðurstøðan
var, at Fótbóltssambandið gav
verjuleikaranum tveir dagar
leikbann.
Eftir dómin vóru fuglfirðingar
tættir sum tunnan. Hvørki
leikarar, venjari ella leiðsla
høvdu nakra viðmerking. Men
David Jones hevur sjálvandi sína
hugsan um málið.
- Eg haldi ikki, at FSF bar
seg rætt at. Teir kundu givið
eina ávaring – um ikki, so
hevði ein dystur verið nóg
mikið. Men tað skal leggjast
aftrat, at fótbóltsleikararnir
í dag hjálpa ikki spælinum.
Sjónleikur fyllur meira og meira
á fótbóltsvøllinum, og dómarar
hava tað avgjørt ikki lætt, vísir
bretski venjarin á.
Ræðist ikki
Tað er einki dulsmál, at David
Jones er høgt í metum hjá flestu
fuglfirðingum. Hann hevur talað
sína søk á vøllinum, og tað
merkist væl, at virðingin fyri
bretanum er stór í Fuglafirði.
Men David Jones ber als ikki
ótta fyri, at hansara umdømi
í býnum versnar um hann ikki
megnar at røkja uppgávuna sum
venjari hja Formulaliðnum á
skilagóðan hátt.
- Stórur partur av lívinum snýr
seg um at taka avgerðir. Onkuntíð
vinnur tú og onkuntíð tapir tú. Eg
ræðist ikki at tapa. Felagið hevur
sum málsetning at varðveita
sætið í deildini, og eg hugsi bara
um at loysa ta uppgávuna. Fyrsta
stig er at virka fyri, at ÍF fær fasta
legu í Formuladeildini, og hesum
fara vit at stríðast fyri. Eydnast
tað, kunnu vit seta okkum hægri
mál, sigur bretin.
... um grindadráp
- Grindadráp er ein gomul føroysk siðvenja. Tá
føroyingar hava dripið hval í fleiri hundrað ár, so
dugi eg ikki at síggja, hví tað brádliga skal fáa
ein enda nú. Eg havi verið vitni til grindadráp
tríggjar ferðir, og hóast alt ikki er serligt
tespiligt, so er tað stuttligt at síggja
... um 1979
- Kappingarárið var ótrúligt. Fyri mánaða
síðan vitjaði eg í Vestmanna, har eg millum
annað hugdi at gomlum myndum frá tíðini.
Eg skilji ikki, hvussu vit hava spælt á
hasum vallunum og umstøðunum. Men eitt
ógloymandi ár í allar mátar.
– Eg ræðist ikki at tapa
Á vøllinum í Fuglafirði hevur hann altíð tosað við stórum orðum, men
sum persónur er hann heldur lítillátin. Hann hevur áður lyft ÍF sera
óvæntað upp á ovasta tindin í føroyskum fótbólti, men hann ger ikki
stórt hóvasták burtur úr sínum úrslitnum. - Stórur partur av lívinum
snýr seg um at taka avgerðir. Onkuntíð vinnur tú, og onkuntíð tapir tú,
sigur David Jones, bretski venjarin í Fuglafirði
Ítróttarprofilurin
Uni Holm Johannesen
uni-hj@hotmail.com