fríggjadagur 13. juni 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
22
Árið 1968 var eitt hendingaríkt ár.
Kring allan heim gjørdu lesandi
uppreistur. Vietnamkríggið leikaði
harðliga á. Handan Jarntjaldið var
enn eitt land bankað upp á pláss,
tá russisk tanks rullaðu inn í Prag,
og nýhugsanin varð køvd. Apollo 8
startar á fyrsta sinni longu ferðina
upp á mánan, tó var mánalendingin
ikki fyrr enn í 1969. Hetta var
eisini árið, tá Robert Kennedy varð
skotin, ikki bert hann, men eisini
heimskendi mótstøðustríðsmaðurin
Martin Luther King lat lív í apríl
mánaða 1968.
Tann 3. apríl 1968 helt Martin
Luther King seinastu røðu sína.
Hendan røðan, ið var hildin í
„Bishop Charles Manson Temple“
í Memphis, Tennessee, fyri
11.000 áhoyrarum, var á ein hátt
profetisk. Hann nevndi, at eitt
langt lív ikki var hansara mál,
hansara uppgáva var at gera Guds
vilja. Gud hevði ført hann niðan
á fjallið, har hann hevði sæð tað
lovaða landið, ið fólk hansara fór
at koma inní. Síðst í røðuni segði
hann seg ikki óttast menniskju,
tí hann hevði sæð Guds heiður.
Einans eitt samdøgur aftaná gingu
tíðindini um allan heim, at Martin
Luther King var myrdur.
Ramman um uppvøksturin hjá
King var suðurstaturin Atlanta,
Georgia, ið liggur á eystursíðuni
á USA. Barndómsheimið hjá
Kings lá á „Auburn Avenue“,
flestu íbúgvarnir í tí gøtuni
vóru vælhavandi svørt, eins
og King-húskið. Martin Luther
King var sonur lærarinduna
Albertu Christine Williams King
og baptistaprædikumannin
Martin Luther King (Senior).
Tó lá eitt myrkt skýggj yvir
miðalklassabarndóm hansara.
King vaks upp í einum samfelag,
har svørt og hvít livdu heilt
sundurskild ígjøgunum sokallaðu
„segregatiónina“. Børnini gingu í
ymsum skúlum, tey gingu í ymsum
kirkjum, tey hvítu sótu á teimum
bestu plássunum í almennum
bussum og tokum, alt samfelagið
var býtt upp í svart og hvítt, har
tey svørtu vóru fyri einum mismuni
vegna húðalit sín. 18. Juni 1953
giftist Martin Luther King (junior)
við Corettu Scott Williams. Saman
fingu tey børnini Yolandu Denise,
Martin Luther III, Dexter Scott og
Bernice Albertinu.
Startskotið til
mótstøðurørsluna
Í desember 1955 varð svarta seymi-
konan „Rosa Parks“ handtikin, tí
hon ikki vildi reisa seg upp fyri
einum hvítum manni, ið koyrdi
við sama bussi sum hon. Hon
noktaði at reisa seg upp, tí hon
sat á einum plássi, ið var til tey
svørtu. Hetta var í roynd og veru
startskotið til mótstøðurørsluna,
ið Martin Luther King bleiv odda-
maður fyri. Hendingin útloysti
eina solidaritetsrørslu ímillum tey
svørtu, tí ein triðingur av íbúgv-
unum í Montgomery var svartur.
Hesi stóðu saman um at boykotta
bussfelagið í býnum; hetta bleiv
kent sum „Montgomery Bus
Boycott“. Búskaparliga sæð hevði
bussfelagið stóran vinning av
svørtu kundunum; tó høvdu hesi
eingi rættindi. Boykottið helt á
í meir enn eitt ár. Tann 26-ára
gamli King var valdur til leiðara
fyri nevndina „Montgomery Im-
provement Association“. Boykottið
endaði við, at ein hægstirættur
gav forboð ímóti rasuskilnaðinum í
bussum í býnum. Tey komandi árini
aftan á henda sigurin ferðaðist
King túsundavís av kilometrum
kring USA og eggjaði fólki til at
gera nakað fyri borgararættindini
hjá teimum svørtu.
Reformatorur fyri
rættindunum hjá
teimum svørtu
Martin Luther King er
uppkallaður eftir stóra týska
reformatorinum úr Wittenberg
- Martin Luther. Eins og Luther
peikaði á skeivleikar í 16. øld og
reformeraði trúðarlívið, peikaði
King á rasumismnir, ið var ein
skeivleiki í 20. øld.
Tey 13 árini frá 1955 til 1968
varð King tikin í varðhaldi umleið
30 ferðir og svav mangar nætur í
fangahúsi. Í 1956 varð hann kosin
til ársins mann í vikublaðnum
„Time“. Á sumri 1963 vóru 841
mótmælisgongur í 196 ymsum
býum fyri rættindunum hjá afro-
amerikansku borgarunum. Søgu-
liga talan, ið er kend enn í dag: „I
have a dream“ varð hildin bert fáar
mánaðar undan morðinum á J.F.
Kennedy forseta, undir sokallaða
„March on Washington for Jobs
and Freedom“, har 250.000 vóru
við í demonstratiónini, harav
60.000 hvít.
Í 1964 fekk tann einans 35-ára
gamli King Friðarnobelprísin. Í
kirkjuni í Riverside í New York
segði hann sína meining ímóti
krígnum í Vietnam í 1967. King
var vorðin ein persónur ið sera
nógv lurtaðu eftir; tí fekk hann
eisini nógvar fíggindar, tá hann
kritiseraði Vietnamkríggið. Deyði
hansara, ella hansara martýrium,
bleiv til endans sterkasta og
harðasta røddin hjá teimum
svørtu. Stóra fyrimyndin hjá King
var Gandhi. Við sanginum We
shall overcome stríddist King
fyri sakini uttan harðskap. Hann
er enn í dag eitt ikon í friðarligu
mótstøðurørsluni og í stríðnum
ímóti rasumismuni.
Tikin av døgum á ein
um lukkuligum degi
Á kvøldi tann 4. Apríl í 1968,
klokkan 18:01, varð King skotin á
altanini á „Lorraine
Motel“ í Memphis, Tennessee.
Hóast fólk komu til hjálpar
alt fyri eitt, doyði hann 20
minuttir seinni. Í einum rúmi í
bygninginum beint yvirav varð
skotvápnið funnið. Fingramerkini
á vápninum førdu løgregluna
til mannin James Earl Ray,
ið hevði verið revsaður fleiri
ferðir áður. Hann varð handtikin
í London nakrar vikur seinni.
Hann varð dømdur til 99-ára
fongsulsrevsing, og doyði hann
í einum fangahúsi fyri nøkrum
árum síðani. Kona king, Loretta,
trúði ikki upp á, at Ray var
drápsmaðurin. Hon og mong
onnur halda, at hann var offur fyri
eini samansvørjing, ið høgir menn
í eitt nú FBI stóðu aftanfyri.
Jarðarferðin hjá King varð hild-
in 9. Apríl í 1968. Hann varð jarð-
Arvurin eftir Marti
Nú eru liðin 40 ár, síðani Martin Luther
King varð myrdur. Hann hevur nú verið
deyður í longri tíð, enn hann var á lívi.
Men lekir tíðin øll sár, og hvør er arvurin
eftir Luther King?
Martin Luther King
Vivian Begerau