Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 112 • 13. juni 2008 Vikuskifti aður á „South View Cementary“, einum kirkjugarði fyri svørt. 50.000 fólk komu til jarðarferðina, harímillum varaforsetin Hubert H. Humphrey, Robert Kennedy og Richard Nixon. Á kistulokinum stóðu seinastu orðini úr røðuni „I have a dream“ inngraverað: „Free at last! Thank God Almighty, we are free at last!“ Deyðin hjá King útloysti nógvan ófrið næstu dagarnar. Ófriður var í 100 ymsum býum kring alt USA. Í hesum høpi lótu umleið 39 fólk lív, 2000 vórðu særd, og fólk í túsundatali vórðu handtikin. Serliga ring var støðan í høðusstaðnum Washington, har heilir býarpartar vórðu lagdir í oyði. Anno 2008 Hvussu sær tað út við arvinum hjá Martin Luther King? Amerikanski uttanríkisráðharrin Condoleezza Rice hevur peikað á skeivleikan í sambandi við burðarstundina hjá USA. Europe­ arar komu til Amerika sum frælsir menn og frælsar kvinnur, afrikanarnir komu í leinkjum. Ein skeivleiki, ið hevur havt óhugnaliga stórar fylgjur, heilt til dagin í dag. Fyri ein part av teimum svørtu íbúgvunum í USA er dreymurin gingin út. Tó vísa hagtøl, at hesin skeivleikin enn er at finna í dag. Arbeiðsloysið hjá teimum svørtu er tvær ferðir so høgt sum hjá teimum hvítu. Ein fjórðingur av svørtu íbúgvunum liva undir fátækamarkinum. Hvít fáa í miðal 50 prosent meir í løn. Miðalaldurin á afro­ amerikanarum er yvir fimm ár undir miðalaldrinum hjá einum hvítum amerikanara. Fongsul eru full av svørtum menniskjum. Íbúgvar í sosialum brennideplum eru ofta svørt, ið aftur føra arvin víðari til síni børn, tí tey bert hava atgongd til vánaligar skúlar. Í novembur verður gjørt av, hvør skal traðka í fótasporini hjá George W. Bush. Hetta er fyrstu ferð, at ein littur amerikanari av sonnum hevur møguleikan at vinna valið. Í løtuni ferðast Barack Obama runt í USA og hugtekur fólk við sínum røðum og eyðkendu slagorðum: „Yes, we can!“ Tó er innihaldið eitt annað enn tað hjá Martin Luther King. Obama ynskir ikki bert at tosa um rættindini hjá teimum svørtu. Hann ynskir at vera presidentur fyri alt fólkið. Hátturin, ið Obama hugtekur fólk uppá, minnir nógv um háttin King hugtók fólk uppá, tá Martin Luther King stríddist fyri at taka av rasumismun ímillum svørt og hvít. Ymsar røddir vilja vera við, at Barac Obama livir eitt farligt lív. Og summi spyrja, um Obama kanska fer at verða offur fyri eini brotsgerð, eins og mangir aðrir góðir menn, sum til dømis Martin Luther King og John F. Kennedy. Fortreytin fyri eini Condoleezzu Rice ella einum Barack Obama anno 2008 hevði ikki verið uttan menniskjaligu hetjuna Martin Luther King. Eftirminnið Í ár hevur King verið deyður long­ ur, enn hann livdi. Til minnis um King er triði mánadagur í árinum ein frídagur í USA. Frá 18. januar 1993 er hesin minningardagur vorðin ein frídagur í øllum statunum í USA, og ikki bert í suðurstatunum. Nógvir vegir, gøtur og bygningar í ymsu statunum eita eftir King. Kona King, Coretta Scott King, hevur arbeitt fyri somu søk sum King, heilt til hon doyði í 2006. Mong kend fólk, vóru til jarðarferðina harímillum eisini George W. Bush forseti. Bólkurin U2 hava gjørt tveir sangir ­ Pride og MLK ­ á albumm­ inum „The unforgettable fire“ til minnis um King og málunum, hann stríddist fyri. Bæði barndómsheimið í „Auburn Avenue“ og „Lorraine Motel“ eru gjørd um til museum til minnis um King og rørsluna, ið stríðist fyri rættindunum hjá svørtu US­borgarunum. Í barndómsheiminum verða bólkar upp á í mesta lagi 15 persónar vístir runt í húsinum og hoyra mangar søgur um King, tá hann var ein lítil kúllur; harvið vinnur ein innlit í umstøðurnar, ið formaðu ein mann sum Martin Luther King. Maðurin, ið førur tey vitjandi runt í húsinum, er tann blindi „Ranger Doug Coyle“, Hann greiður eisini frá hvíta barndómsvininum hjá King, ið ikki vildi vita av honum, tá teir skuldu í ymsar skúlar, King í ein skúla fyri svørt og vinurin í ein skúla fyri hvít. Hann veit av royndum at siga frá, at tey flestu, ið vitja hetta húsið, eru svørt. Á „Peachtree Street“, ikki langt frá barndómsheiminum hjá King, er eitt annað fyrrverandi hús, ið er gjørt um til eitt museum. Her skrivaði rithøvundurin Margaret Mitchell skaldsøguna „Gone with the Wind“ frá 1926 til 1929. Skaldsøgan um villu Scarlett O´Hara, dóttrina hjá einum plantagueigara. Bókin er seld í 30 milliónum eintøkum, hon er týdd til 32 mál, og enn í dag verður bókin seld útvið 300.000 ferðir árliga. Eins og í barndómsheiminum hjá King verða tey vitjandi víst runt og hoyra alskyns søgur um persónin, ið livdi her. Munurin er bara, at flest øll vitjandi her eru hvít, men hetta man vera av tilvild! n Luther King Martin Luther King er ímyndin av stríðnum hjá teimum svørtu í USA fyri jøvnum rættindum Nú hevur Martin Luther King verið longri deyður, enn hann var á lívi