fríggjadagur 13. juni 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
24
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Newman
letur
eina
miliard
Kendi sjónleikarin Paul Newman
er deyðssjúkur av lugnakrabba, og
nú hevur hann gjørt av at lata ein
stóran part av síni ogn til vælgerandi
endamál. Newman skal eiga umleið
eina milliard krónur, og hesir pengar
skulu latast burtur til ymisk endamál.
Stóra ognin hjá Newman kemur ikki
orsaka av hansara sjónleikaavrikum,
men framleiðsluni av salatdressingini i
Cirkus Arena hevur avlýst sín árligu framsýningin til frama fyri
Børnecancerfonden. Í fjør gav hendan framsýningin 200.000 krónur, og nú er
óvist, um framsýnginin verður aftur. Alexandra – fyrrverandi prinsessa, sum
nú er greivinda – var við í hesum arbeiðum, men nú vil hon halda seg burtur
úr Møgeltønder, har fyrrverandi maður hennara, Joachim prinsur, hevur
funnið nýggja konu.
Alexandra heldur
seg burtur
Sjálvur upplivdi hann
ongantíð stóra áhugan
fyri sínum bókum, og nú
fær hann enn eina stóra
viðurkenning fyri krimi-
røðina Milennium. Stig
Larsson doyði stutt eftir, at
hann hevði latið handritið
til tríggjar krimisøgur
til sítt forlag. Bøkurnar
um Lisbeth Salander og
Mikael Blomkvist hava
verið stórseljarar, og
nú fær triðja bókin í
røðini – Luftkastellet
der blev sprængt
– norðurlendsku
krimiheiðruslønina,
sonevnda Glaslykilin.
David Beckham hevur
vunnið hjørtuni hjá nógvum
amerikanarum, men ein
av teimum, sum ikki er
ovurfegin um Beckham, er
sjónleikarin Mark Wahlberg,
sum bý í sama grannalagi
sum David Beckham.
- Hann má fara heimaftur
til USA, tí eg havi støðugt
paparazzi-myndamenn
rennandi í mínum hava,
sigur Mark Wahlberg.
Helvtin er følsk
Næstan helvtin av øllum málningunum, sum spanski surrealisturin Salvador Dali skal hava málað, er følsk.
Tað heldur ein belgiskur listakennari, sum hevur skrivað eina bók um spanska listarmannin. Stan Laurysses
sigur, at Dali stóð sjálvur aftanfyri svikið og læt aðrar listamálarar málað verk í sínum navni, og Dali sjálvur
legði bert sín signatur til verkini. Ein talsmaður fyri Salvador Dali grunnin sigur, at pástandirnir í nýggju
bókini eru ikki sannir. Hann heldur, at talan er um lygnir fyri at gera vart við bókina.
Meira heiður
til Larsson
Vil senda Beckham
aftur til Onglands