mánadagur 16. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 113 - 16. juni 2008
tíðindi
Ongantíð áður í
Føroya søgu hava
so mong fólk sett
fótin á nærum
halgu jørðina úti í
eini av Føroya mest
forkunnugu, vøkru og
sjáldsomu oyggjum,
Lítlu Dímun, sum í
summarveðrinum
leygardagin. Henda
dagin fingu umleið
130 føroyingar tað
einastandandi høvið
at vitja í oynni.
Sosialurin, Rás2 og
Portalurin vórðu sum
einasti miðilin við til
hesa ótrúligu løtuna,
har fyrsti fólkafundur
nakrantíð varð hildin
LítLa Dímun
Orð og myndir: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Farið varð út í oynna við
tveimum av tyrlunum hjá
Atlantsflogi, sum veitti eina
framúrskarandi
tænastu.
Skjótt og lætt vóru tey gott
og væl hundrað fólkini flutt
út í oynna av tyrlupallinum
í Froðba. Alt gekk sum fót
ur í hosu, sum smurt. Stig
takararnir til hesa sjáldsomu
útferð, eingir minni enn eig
arar og røktarar av jørðini
úti í Lítlu Dímun, og ein
hópur av ungum hjálpar
fólki, høvdu lagt innrásina
til rættis frá fyrsta minutti,
til farið varð av aftur oynni
nakrar tímar seinni. So væl
varð skipað fyri, at einir 8
ungir hvalbingar dagin fyri
vóru farnir út í oynna og
høvdu sett upp tjald, wc og
steyrar við bandi á at fyri
byrgja, at nakar skuldi detta
oman. Eisini fyri at gestir
nir, sum ikki dámdu so væl
hæddina, skuldu kenna seg
væl og tryggari. Hesi ungu
fólkini svóvu í soviposa á
toppinum á oynni, og hetta
er fyrstu ferð, at nakar hev
ur yvirnáttað har.
Og
tað,
sum
bíðaði
mongu gestunum, var einki
minni enn eitt upplivilsi
fyri lívið, eitt upplivilsi,
sum nú aðrir føroyingar og
útlendsk ferðafólk helst
fara at biðja til eisini fer at
henda teimum.
Har varð sungið og dans
að – bæði føroyskur dansur
og
enskur
dansur,
við
Flemming Jespersen aftan
fyri harmonikkuna, og Tór
bjørn Jacobsen, landsstýris
maður og røðari av teimum
sjáldsomu, syrgdi fyri, at
eingin keddi seg. Ì umleið
20 minuttir helt hann eina
mergjaða røðu, har tað ikki
var brúk fyri hátalarum.
Ætlanin var at síga eisini
á heimferðini, nøkur høvdu
glett seg til hetta, men rátt
varð frá, tí veðrið varð ikki
til vildar á sjónum henda
dagin. Kortini fingu tey
mongu fólkini eina uppliv
ing, sum tey seint fara at
gloyma. Og eftir ein frálíkan
túr var farið til Hvalbiar,
har blíðskapurin ikki kundi
verið størr enn, um har var
kongalig vitjan.
Sosialurin, Rás2 og Portal
urin fara komandi tíðina at
hava tilfar frá hesi forkunn
ugu vitjan.
Føroyska oyggjakrúnan
rúmar mongum juvelum.
Men bert eini perlu Lítlu
Dímun. Og tað eru bert fá
av okkum, sum hava vitað
um og upplivað hana. Við
hesum
tiltakinum
hava
fryntligu og hegnisligu hval
bingarnir ruddað slóð fyri,
at eisini aðrir føroyingar og
fremmandafólk ein dag fáa
hetta sama høvið. Nakrir
tímar á toppinum á Lítlu
Dímun eru at meta sum
gimsteinar, ið tú hevur
ognað tær fyri lívið. Útsýnið
av oynni yvir allar Føroyar
er nakað, sum orð ikki
dekka. Tað má upplivast.
Innrás á Lítlu Dímun