Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 16. juni 2008 31 lýsingar KUNNGERÐ Vísandi til bygdarráðssamtykt 13. juni 2008 verður vegleiðandi fólkaatkvøða týsdagin 8. juli 2008 um vegin í samband við ferðsluna til og frá Norðoyatunlinum. Fólkaatkvøðan fer fram á kommunuskrivstovuni kl. 10.00 – kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg, og verður tá fólkaatkvøðan lýst liðug. Brævatkvøður: Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða bræv- atkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kom- munuskrivstovuna. Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi innan valið byrjar kl. 10.00 tann 8. juli 2008. Heimaval: Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri fólkaatkvøðuna við at boða kommunuskrivstovuni frá – helst innan kl. 15.00 mánadagin 7. juli 2008 á tlf. 443 006. Valkort: Valkort verða send út við postinum. Um persónur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi ikki fær valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á, at tygum eiga at hava valkortið við á val. Leirvík, tann 13. juni 2008 Leirvíkar Bygdarráð Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri  ÚTBÚGVINGAR Í HORSENS Hevur hetta tín áhuga ! Útbúgvingar á enskum og á donskum: x Byggetekniker x Bygningskonstruktør x Markedsføringsøkonom Útbúgvingar á enskum: x Eksportingeniør x Value Chain Management Útbúgvingar á donskum: x IT-Ingeniør x Adgangskursus x Maskiningeniør x Bygningsingeniør x Produktionsteknolog x Kort- og landmålingstekniker Úngdómsútbúgvingar Diplomútbúgvingar Skeiðvirksemi Meira fæst at vita frá: Johan Eli Ellendersen International Marketing Co-ordinator tlf.: +298 312486 / +298 229684 e-mail: jee@viauc.dk / johane@post.olivant.fo VIA UNIVERSITY COLLEGE CAMPUS HORSENS CHR. M. ØSTERGAARDS VEJ 4 DK-8700 HORSENS TEL. +45 7625 5000 FAX. +45 7625 5100 www.vitusbering.dk Campus Horsens www.viauc.dk Leiðari til Barna- verndartænastuna Fyri: Sørvágs,- Miðvágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur Lýst verður eftir avloysara fyri leiðaran á Barnaverndartænastuni. Talan er um eitt farloyvisstarv fram til 1. mai 2009, ið verður lýst til setan 1. august 2008 ella sum skjótast hereftir. Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskrivstovuni í Sandavági og nakað av ferðing má roknast í starvinum. Arbeiðsøki er Sørvágs-, Miðvágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur umframt Tórshavn. Uppgávur og avbjóðingar: • leiðarin hevur dagligu leiðsluna av Barnaverndartænastuni • leiðarin hevur ábyrgdina av at Barnaverndartænastan er ein vælvirkandi tænastudepil • leiðarin hevur ábyrgdina av at tryggja eitt vælvirkandi tvørfakligt samstarv við tey fakfólk í økinum, ið vara av børnum og ungum • málsviðgerð av Barnaverndarmálum • umsiting av børnum við serligum tørvi, sbrt. § 5 í dagstovnalógini Førleikakrøv: • hóskandi ástøðiliga útbúgving • kunnleika til sosiala økið, kommunal viðurskifti og fyrisitingarrætt • leiðsluroyndir ein fyrimunur • góð samstarvsevni Setunarviðurskifti: Starvið verður lønt í samsvari við fakligan førleika og royndir. Umsókn: Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum til Barnaverndartænastuna, Postrúm 19, 360 Sandavágur skal verða Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi 07/07-08 kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jónley Poulsen, virkandi leiðara, tlf. 213960 ella Karl Olsen, Bygdarráðsformann, tlf. 230114. Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til at søkja av nýggjum, um ikki nóg nógvar umsóknir eru til starvið. Barnaverndartænastan fyri: Sørvágs-, Miðvágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur Hammershaimbsvegur 1 • Postrúm 19 • 360 Sandavágur Tlf. 333 960 • Fartlf. 213 960 • E-mail bvt@sandavagur.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo -har tað hendir