mánadagur 16. juni 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingartilfar
lýsingartilfar
Fyrstu tveir dagarnar vóru vit á
vitjan í Legoland. Legoland
hevur ment seg sera nógv
síðstu árini, so parkin í dag
verður mett sum ein av
fremstu ferðamálunum Norður
europa.
Í ár eru heilir fimm nýggir
aktivitetir – hvør vátari og
villari enn annar. Vit blivu
dýggjvát í nýggja Pirate Splash
Battle, har familjurnar fáa hvør
sín bát og herja á í vatnbar
daga hvørjar móti øðrum – og
ímóti áskoðarum á landi!
Tíbetur tornaðu vit aftur skjótt í
heitu summarsólini.
Hotel Legoland
Vit búðu á Hotel Legoland,sum
hevur fýra stjørnur og liggur
mitt í parkini. Hotellið er fyrsta
floks, og alt er innrættað við
børnunum fyri eygað. Í hvørj
um horni eru smá spæliøki við
Legokubbum og sjónvarps
spølum, og børnini kunnu
renna runt sum teimum lystir.
Kamarið finna tey lættliga
aftur, tí alt er uppmerkt við
kendum legofigurum.
Allastaðni hanga og standa
stórar legostandmyndir, og
sjálvt seingjarklæðini eru prýdd
við legomynstri. Uttanfyri er
stórt spælipláss, og hvønn dag
verður skipað fyri kappingum
og undirhaldi fyri børnum.
Eisini eru fín matstova og barr
á hotellinum.
Hotel Legoland er eisini best
umtókta skeiðs og fundartaðið
í Danmark. Hetta kemst helst
av, at kreativiteturin handan
Legohugtakið hóskar væl til
nýskapandi hugtøk sum
innovatión og teambuilding
hjá virkjum og fyritøkum.
Puntur nr. 21
Ferðatrygging
Ferðatrygging
Far bara
- vit fylgja tær
www.sansir.fo
Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja
ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina.
Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600,
Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
Legoland er bygt av 50
milliónum Lego-kubbum.
Har eru fleiri enn 50
aktivitetir, og opið er frá
tíðliga á vári til langt út
á heystið
Legoland
Kostnaður:
Børn 0-2 ár ókeypis
Børn 3-12 ár 219 kr.
Vaksin 249 kr.
15 matstovur eru í
Legoland, umframt ein
ørgrynna av kioskum
og sølubúðum. Eisini
eru borð og benkur
allastaðni, so fólk sjálvi
kunnu taka mat og
drekka við. Og so fæst
hin fantastiski italski
ísurin J
Ein partur av Hotel Legoland
er nýliga umvældur til serlig
barnakømur við eitt nú prinsessu-
og riddaratema. Hesi kømur hava
útsýni beint út í Legoland-parkina
Heimasíða:
www.legoland.dk og
www.hotellegoland.dk
BILLUND – barnabýur burturav
Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum
upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er
beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20
minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Men
alt hetta kunnu tit lesa meira um hesa vikuna í Summarkappingini, har leiðin gongur til Billund.
Sosialurin á ferð