Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 44 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 16. juni 2008 lýsingartilfar 44           Heiðavegur · Saltangará · Tel 448558 Check Pattern Tilboð frá 26. mai til 6. juni. -30% Gávubúð - 700 Klaksvík - Tel. 455238 Café Bedura, eitt gastronomiskt upplivilsi Fyri gott og væl hálvum øðrum ári síðani, keyptu systrarnar Beinta Hansen, Durita Toftegaard og Rannvá Justinussen ein bygning, og eftir drúgvar umvælingar og umbyggingar, kundu tær á sjálvum kvinnudegnum, 13 mars 2008, lata upp matstovu undir navninum Café Bedura. Á hesi matstovu fæst mangt og hvat, og ikki kann sigast annað, enn at systrarnar hava hugsað um alt, til tess at kundar teirra kunnu fáa eina fullfíggjaða hugnaliga løtu. Á matarskránni, ið er fjølbroytt, og leskilig, er tað serliga tann leskiligi Bedurabúffurin, ið er væl umtóktur. Um vikuskiftið er vanliga livandi tónleikur, og allar dagar uttan leygardag og sunnudag er buffét eitt tíðarskeið á degnum. Staðið hevur skeinkiloyvi, og eru tað pør, ið koma á gátt við børnum, so er møgueliki hjá børnunum, millum annað at síggja film og at spæla spøl, skuldi hugur verið til tess. Av sonnum ein gastronomisk perla.