týsdagur 17. juni 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 114 - 17. juni 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
NattúruvaNlukka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Enn er óvist, um landsstýr-
ið fer at hjálpa hvalbingum
at gera skaðan aftur, sum
ódnin í vetur elvdi til á grót-
kastið við havnarlagið í
bygdini.
Grótgarðurin fór so illa,
at mett verður, at tað fer at
kosta einar 11 milliónir at
gera hann aftur í fullgóðan
stand aftur.
Hetta er eitt arbeiðið,
sum undir ongum umstøð-
um kann bíða og tí er komm-
unan longu farin undir at
umvæla
skaðan,
so
at
arbeiðið kann vera liðugt,
áðrenn veturin kemur av
álvara.
Av tí, at talan er um so
stóra
upphædd,
hevur
kommunan
avtalað
við
byggifyritøkuna,
at
hon
betalir helvtina av kostnað-
inum í ár og hina helvtina
tey bæði næstu árini.
Rímiligt at
landið hjálpir
Men av tí, at talan er um
eina so ovurstóra, óvæntaða
útreiðslu og av tí, at talan
harafturat
er
um
eina
náttúruvanlukku,
hevur
Hvalbiar Bygdaráð hildið,
at tað er rætt og rímiligt, at
landið betalir ein part av
útreiðslunum og tí hevur
bygdaráðið heitt á Løgtingið
um fíggjarlign stuðul at
umvæla skaðan fyri.
Í hesum sambandi kann
vísast á, at eftir at stórur
skaði hendi í Skálavík, játt-
aði løgtingið skálvíkingum
400.000 krónur í stuðuli,
sum eina hjálp til at gera
arbeiðið aftur fyri.
Men enn hava hvalbingar
so onki frætt aftur frá polit-
isku skipanini.
Og tað er kanska ikki so
løgið, tí áheitanin frá hval-
bingum er hvørki viðgjørd
og enn minni avgreidd í
politisku skipanini.
Og tað er heldur ongin í
samgonguni, sum yvirhøvur
vil lova hvalbingum fíggjar-
ligan stuðul úr landskassan-
um til endamálið.
Bjørt Samuelsen, lands-
stýriskvinna í vinnumálum,
staðfestir, at hon hevur
onga játtan til taks at brúka
til endamál, sum hetta.
At skálvíkingar fingu
400.000 frá landinum, var
ein avgerð, sum Løgtingið
tók í sambandi við fíggjar-
lógarviðgerðina.
Hon hevur ikki sæð nakra
umsókn frá hvalbingumum
um fíggjarligan stuðul og
eftir at hon hevur kannað
málið, er hon komin eftir,
at tað er tí, at hvalbingar
bara hava sent áheitanina til
Løgtingið.
Undarligt at seta
hvalbingar eftir
Nú fer hon so at bíða og
vita, hvat Løgtingið ger við
áheitanina.
Men hon viðgongur eis-
ini, at tað kann tykjast eitt
sindur undarligt at játta skál-
víkingum fíggjarligan stuð-
ul til eina náttúruvanlukku,
men at nokta hvalbingum
somu sømdir, hóast talan
var um nógv meiri umfat-
andi skaða.
Kunnu
hvalbingar
so
vænta sær nakran stuðul?
- Nú mugu vit fyrst við-
gera málið og kanna eftir,
hvørjar skaðar, talan er um
o.s.fr., sigur Bjørt Samuel-
sen.
Heldur ikki Helena Dam
á Neystabø, landsstýris-
kvinna í kommunumálum,
vil lova hvalbingum fíggjar-
ligan stuðul.
Hon staðfestir, at ongar
greiðar mannagongdir eru
um slíkt og at Løgtingið í
evstu løtu undir fíggjarlóg-
arviðgerðini játtaði skálvík-
ingum fíggjarligan stuðul,
er bara eitt dømi um, at Løg-
tingið ger eina samtykt í
óðum verkum, uttan kanska
at hugsa ov nógv um, hvat
hetta kann føra við sær í
longdini og uttan at hugsa
um, hvat fordømi hetta skap-
ar.
Men eisini Helena Dam á
Neystabø ásannar, at tað
kann vera tórført at nokta
hvalbingum stuðul, nú skál-
víkingar longu hava fingið.
Ongin vil lova hvalbingum somu sømdir, sum skálvíkingar hava fingið
Starv sum deildarleiðari fyri Lendi á
Umhvørvisstovuni er leyst at søkja.
Lendi fyrisitur lóggávu innan matrikulerings-
og útskiftingarøkið. Eisini luttekur deildin í
fyrisiting innan býarskipan og aðra planlóggávu.
Endamálið er at tryggja, at henda lóggáva
verður hildin.
Arbeiðið umfatar serliga framhaldandi at
menna eina vælvirkandi fyrisiting innan
matrikulumsiting, marknaáseting og
lóggávurøkt. Eisini fatar starvið um matrikulera
ráðgeving og kunning innan lendisfyrisiting.
Starvið fatar somuleiðis um at menna ein
burðardyggan hugburð í samfelagnum, at veita
ráðgeving og at menna eina virkna og góða
arbeiðsmentan.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava prógv innan landmáting,
verkfrøði, løgfrøði ella líknandi frá hægri
læristovni. Eisini er tað ein fyrimunur at hava
royndir við matrikulerum arbeiði, útskifting og
uppmáting. Tað er somuleiðis ein fyrimunur at
hava royndir innan leiðslu og fyrisiting, hava
góð samstarvsevni og hava hug at menna tað
fyrisitingarliga arbeiðið á stovninum. Eisini
skal umsøkjari hava góðan telduførleika og
málførleika í føroyskum, donskum og enskum.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri
persónligari menning.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til:
Jákup Paula Joensen, stjóra, jakuppj@us.fo og
tlf 34 24 00.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða
Umhvørvisstovuni í hendi innan 25. juni 2008..
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál,
tinglýsing, fólkaskráir, náttúru- og umhvørvismál og viðarvøkstur og frílendir.
Deildarleiðari
fyri Lendi
Hvalbingar
bíða eftir
hjálp
Landskassin rindaði ein part av skaðanum,
sum ódnin gjørdi í Skálavík í vetur, men ongin
í samgonguni vil lova hvalbingum somu sømd
ir, hóast talan var um nógvar ferðir størri
skaða