Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 17. juni 2008 35 STØRV Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA Á Fróðskaparsetri Føroya eru trý størv leys at søkja – tvey á Setursskrivstovuni og eitt á Føroyamálsdeildini. Fíggjarleiðari til Setursskrivstovuna Treytað av játtan verður søkt eftir fíggjarleiðara til Setursskriv- stovuna at byrja 1. september 2008 ella skjótast til ber. Starvið Fróðskaparsetrið verður í næstum lagt saman við Sjúkrarøktar- frøðiskúlanum og Læraraskúlanum, og saman við leiðsluni fert tú at skipa fyri hesi samanlegging. Tú fert m.a. at hava um hendi: • leiðsluráðgeving í fíggjarmálum, lønarmálum og roknskapar - málum • samskifti við Fíggjarmálaráðið • fíggjarætlanargerð og roknskapargerð • rakstrareftirlit • orðing av fíggjarligum mannagongdum Førleikar Vit vænta, at tú hevur: • viðkomandi prógv frá hægri lærustovni • leiðsluroyndir á økinum • evni til at raðfesta og skipa arbeiðið • góð samstarvsevni • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góðan KT-førleika • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður Setanartreytir Talan er um fulltíðarstarv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Skrivstovufólk til Setursskrivstovuna Søkt verður eftir skrivstovufólki til Setursskrivstovuna at byrja 1. september 2008 ella skjótast til ber. Starvið Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskaparsetrinum fert tú m.a. at: • røkja vanligt skrivstovuhald, eitt nú bókhald, journal, post- avgreiðslu o.a. • standa fyri próvbókini • dagføra heimasíðuna www.setur.fo Førleikar Vit vænta, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving • góðan málkunnleika, serliga í føroyskum • góðan telduførleika • áhuga í útbúgvingarviðurskiftum • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi • sjálvstøðugt og málsøkið arbeiðslag • evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður Setanartreytir Talan er um fulltíðarstarv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, 3. fl okkur. Skrivstovufólk til Føroyamálsdeildina Søkt verður eftir skrivstovufólki til Føroyamálsdeildina á Fróðskap- arsetrinum at byrja 15. august 2008 ella skjótast til ber. Starvið Høvuðsuppgávur tína verða: • samskifti við studentar og lærarar • ábyrgd av skeiðsskrásetingum • ábyrgd av kassa og kassauppgerðum • vanligt skrivstovuarbeiði Førleikar Vit vænta, at tú: • hevur skrivstovuútbúgving ella tilsvarandi royndir • hevur góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum, men tú skalt helst eisini kunna málbera teg á norðurlendskum og enskum • arbeiðir sjálvstøðugt • sýnir ábyrgd og røkjuskap • dugir væl at samskifta og samstarva við onnur • hevur góðan teldukunnleika Setanartreytir Talan er um ¾ starv, ið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið, 3. fl okkur. Fróðskaparsetur Føroya www.setur.fo Umsóknir Umsóknir til størvini á Setursskriv- stovuni skulu við avritum av prógvum, ævisøgu (CV) og viðkomandi skjølum vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggj a- dagin 20. juni 2008. Sendið umsóknir til: Setursskrivstovuna Fróðskaparsetur Føroya Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Fleiri upplýsingar Fleiri upplýsingar um størvini á Setursskrivstovuni fáast við at venda sær til Rúnu Hjelm, setursskrivara, tlf. 35 25 00, runah@setur.fo, ella Winny í Pætursastovu, varasetursskrivara, tlf. 35 25 00, winny@setur.fo. Umsóknir Umsóknir til starvið á Føroyamálsdeild- ini skulu við avritum av prógvum, ævisøgu (CV) og viðkomandi skjølum vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggja- dagin 20. juni 2008. Sendið umsóknir til: Føroyamálsdeildina Fróðskaparsetur Føroya Postrúm 272 FO-110 Tórshavn Fleiri upplýsingar Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sáru Joensen, deildarskr iv- ara, tlf. 35 25 20, saraj@setur.fo. lýsingar