týsdagur 17. juni 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingartilfar
lýsingartilfar
Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina
leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu
og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit
tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað.
Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn,
Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
sansir.fo
Lyklaklár fígging
og trygging til bilin
Puntur nr. 22
Aftan á tveir minnisríkar dagar í
Legoland gekk leiðin við bili
norðureftir til “Løveparken
Givskud Zoo”. Veðrið var av tí
fagrasta allan dagin, so tíbetur
hevði leigubilurin air-condition.
Givskud Zoo er ein
modernaður safari djóragarður
við hópin av villum djórum,
sum ganga leys á stórum
fløtum. Tey vitjandi koyra runt í
egnum bili ella í einum Safari-
bussi. Parkin er býtt sundur í trý
stór øki: Suðuramerika, Norður-
amerika og Asia. Í hvørjum
heimsparti ber til at steðga og
spáka sær ein túr millum øll
djórini. Eisini eru steðgipláss
við
smáum
sølu-
búðum,
kioskum
og matstovum.
Livandi leyvulív
Sum navnið sigur, er parkin
serliga kend fyri mongu
leyvurnar. Hóast tær eru sera
vandamiklar, ber til í bili at
koyra tætt uppat teimum.
Sjálvandi eru trygdarreglurnar
sera strangar á hesum
avmarkaða økinum. Bilarnir
verða sleptir innum ein og ein,
og umráðandi er at lata
vindeygu og hurðar heilt aftur.
Kostnaður:
Børn undir 3 ár ókeypis
Børn 3-11 ár 80 kr.
Vaksin 140 kr.
Givskud Zoo og Løvepark
Longu heimanífrá bíløgdu og rindaðu vit á Internetinum fyri eina lekra
picnic-kurv. Tá svongdin kom á okkum einaferð út á seinnapartin,
fóru vit eftir matinum í matstovuni. Síðani funnu vit okkum ein vakran
blett í sólini tætt við grillurnar, sum stóðu tendraðar. Í picnic-kurvini
vóru moyrir búffar, marineraðar høsnarungabringur, pylsur, salat,
flutes, drykkivørur, skaffigreiður og okkurt lekkurt omaná. Mett og
væl sett samdust vit um, at hetta var ein hin besta løtan á øllum
Danmarkar-túrinum
Danhostel Givskud Zoo Vandrerhjem
Beint yvirav villu djórunum í Givskud Zoo liggur eitt hugnaligt vallaraheim. Har eru
26 kømur við vesi og bað, umframt tvey stór felagskømur.
Morgunmatur og nátturði fáast til keyps í matarhøllini, har stórt sjálvtøkuborð er
bæði morgun og kvøld. Eisini er stórur gestakøkur til teirra, sum heldur vilja
matgera sjálvi.
Kostnaðurin fyri at gista á vallaraheiminum er sera lagaligur, til dømis kostar tað
bert 600 kr. fyri fýra fólk eina nátt í familjukamari í háárstíð. Leigan av
seingjarklæðum og morgunmatur fáast fyri lítið og lætt.
Heimasíða:
www.givskudzoo.dk
BILLUND - barnabýur burturav
Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum
upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er
beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20
minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Men
alt hetta kunnu tit lesa meira um hesa vikuna í Summarkappingini, har leiðin gongur til Billund.
Sosialurin á ferð