Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 115 - 18. juni 2008 Hevur tú áhuga fyri vinnumenning og vinnugransking, so átti tú at søkt avbjóðandi og spennandi starv í Vinnumálaráðnum. Starvið Fulltrúin skal vera við til at skapa karmar fyri nýggjum vinnum, vinnuligari menning og vinnuligari gransking. Starvið fevnir millum annað um at: t Menna fakliga grundarlagið undir nýmenningarpolitikki landsstýrisins. t Samstarva við vinnuna, og við stovnar og ráð um menning og gransking. t Samskipa og leggja til rættis virksemi á hesum økjum: vinnuframi, íverksetan, vinnugransking, samstarv millum alment og privat, kreativar vinnur, globalisering við meira. t Samskifta, formidla og ráðgeva. Vit vænta at tú: t Hevur hóskandi útbúgving á kandidatstøði t Hevur áhuga fyri politikki t Setir mál og arbeiðir miðvíst t Torir at hugsa nýtt og ikki vanabundið t Samskiftir væl á føroyskum, skandinaviskum og enskum t Er dynamisk/-ur og hevur skapanarlyndi Vit bjóða Sum fulltrúi í Vinnumálaráðnum kemur tú at virka í einum stimbrandi og mennandi umhvørvi. Tú verður partur av ráðgevandi toymi hjá landsstýriskvinnuni. Tú kemur at starvast í einum stjórnarráði við víðfevndum málsøkjum, so sum vinnulóggávu, ferðavinnu, loftferðslumál, alivinnu, tryggingarvinnu, arbeiðsmarknaði, infrakervi, elveiting, matvørutrygd, altjóða skipaskráseting, samskifti við meira – sí www.vmr.fo. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum viðkomandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn Send okkum eina umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi 7. juli 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu sendast til: Vinnumálaráðið Postsmoga 377 Tinganes FO-110 Tórshavn Áhugað eru vælkomin at ringja til Arna Poulsen, aðalstjóra, á telefon 556070. Fulltrúi til nýskapanareind í Vinnumálaráðnum VINNUMÁLARÁÐIÐ www.vmr.fo Hey tú! Kom og hjálp okkum at menna Rás2, Sosialin og Portalin. Í Miðlahúsinum í Vágs- botni vilja vit støðugt styrkja okkum til avbjóðingarnar í einum livandi fjølmiðla- heimi. Síðani oktober í fjør hevur Rás2 verið partur av okkara samtaki, sum er í støðugari menning. Nú sóknast vit eftir fólki at styrkja um tíðinda- og aktualitets partin á redaktiónini, fyrst og fremst á Rás2. Sum partur av Miðlahúsinum fær tú møguleikan at virka í einum livandi og dynam- iskum fjølmiðlaumhvørvi, har vit í felag royna at gagnnýta styrkir og møguleikar hjá okkara miðlum. So hevur tú hug til tíðindaheimin? Nøs fyri eini góðari søgu? Hevur tú hug og evni, bæði at arbeiða sjálvstøðugt og tætt saman við øðrum. Og dámar tær avbjóðingar? So lat okkum frætta frá tær! Útbúgving og/ella royndir innan fjølmiðlaøkið eru absolutt fyrimunir, men tó ikki treytir. Tú byrjar í starvi hjá okkum skjótast tilber, men helst ikki seinni enn 1. august. Tú frættir meira um starvið við at seta teg í samband við Jan Müller, stjóra, á telefon 341800. Eisini ber til at senda teldubræv til jan@sosialurin.fo Merkið brævbjálvan »umsókn« og sendið hesa í seinasta lagi 25. juni til: P/F Miðlavarpið Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2. Í samtakinum starvast í dag 42 fólk. Starvslýsing: Journalistur til Miðlahúsið