Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. juni 2008 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Dr2 • Sunnudag 22. kl. 19.30 »Soldat – værnepligtig i Rusland« Herurin hevur altíð verið stoltleikin hjá Russlandi. Soleiðis er tað tó ikki longur. Veitingarnar til herin eru minkaðar í einki, og eitt samanbrot er í væntu. Teir í tænastu eru kúgaðir og teir ovastu standa illa í tí. Fleiri ungir russar royna hvørt ár at sleppa undan hernaðartænastu, sum bjóðar teimum grovan harðskap og happing. Tað sigst, at fleiri enn 3000 hermenn doyggja hvørt ár, fleiri av slíkum harðskapi. Bretskur dokumentarfilmur. SvF • Mikudag 25. kl. 19.25 »EM Fótbóltur: 1. Hálvfinala« Fyrra hálvfinalan verður leikt á St. Jakob-Park í Basel og sjálvsagt stendur nógv uppá spæl, nú komið er so langt. Vinnarin í kvøld kemur í finaluna, sum verður leikt sunnukvøldið 29. juni í Wien. Dr1 • Mikudag 25. kl. 19.30 »De store bjørne 3:5« Brúna bjørnin Blondie og hennara tríggir ungar eru horvin eftir eitt úlvaálop. Men filmsliðið hjá BBC hevur tó fleiri bjarnir at taka myndir av. Laksurin er nevniliga komin og bjarnirnar eta so nógv sum tær kunnu fanga.