Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 115 - 18. juni 2008 KAMAR TIL LEIGU Eitt kamar er til leigu. Talan er um sethús við seks kømrum. Atgongd til tvey wc/bað, felags køkur og uppihaldsrúm, tráðleyst internetbreiðband, sjónvarp v/ televarpshaldi og felags vaskirúm við vaskimaskinu og turkitrumlu. Kostnaður ávikavist 2.300 kr um mánaðin við ljós og hita. 584107 Býli uttanlands 2 KØMUR Í REYKJAVÍK Til ikki roykjara og friðarligt fólk eru 2 kømur til leigu. liggja skamt frá miðbýnum og Háskúla Íslands. Atgongd til køk, vaskimaskinu, garð. Frá 1. sept.-juni 2009. 33.000 isk/mán. Kattur býr í íbúðini. Kristófer, cjm@hi.is ÌBÚÐ Á AMAGER Ein fult møbelerað 59 m2 íbúð til leigu frá 27 juni til 27 aug. Ìbúðin er nýliga set í stand og er ljós og hugnalig.Íbúðin liggur á Amager í sera fríðarligum umhvørvi, og liggur bara 200 m frá metro og 500 m frá Amagerstrond. 256038 BÝTA KAMAR/ÍBÚD? Hug at búgva í Keypmannahavn fyri ongar pengar? Eg vil gjarna býta kamar á Nørrebro (tætt við Forum) við kamar (helst íbúð) í Tórshavn (sentralt). Vit býta um frá tí fyrsta juli til miðjan avgust. Vinarligast skriva til clemint@gmail.com um tú er áhugað/ur, og fortel eitt sindur um teg sjálva/n. clemint@gmail.com ÍBÚD TIL LEIGU Í VALLENSBÆK STRAND 3 verilsis íbúd vid øllum hentleikum til leigu í tídarskeidnum 28 juni til 9 august. Gongd, tvey kømur, køkur, stova, badirúm og altan - 8 sovipláss. Nær vid innkeyp, bankar, cafe, S-tog og strond. Kr. 2400 pr. viku 24256959 ÌBÚD TIL LEIGU Stór, ljós møblerað íbúd til leigu í Keypmannahavn fra 1/8 og eitt ár framm. Myndir kunnu síggjast á heimasíduni: www.123hjemmeside. dk/haraldsgade. Skriva og hoyr nærri á mail addr. mso_torm@hotmail.com ÍBÚÐ YNSKIST TIL FRAMLEIGAN Íbúð í Keypmannahavn ynskist til framleigan frá síðst í august til síðst í december 08.Um hetta hevur tín áhuga vinarliga ring tlf 221221 /254608 KEYPMANNAHAVNAR LEYGARDAGIN? Nýggj, lekkur 3.vær. íbúð á Amager til leigu frá 21.-28. juni. Liggur sera centralt. Allir hentleikar til fría nýtslu. Tlf. +45 32969096 KEYPMANNAHAVN Í AUGUST Nýggj og ljós 3.vær. íbúð (82 m2) á Amager, Keypmannahavn, til leigu frá 14. til 21. august. 2 kømur, stova, køkur, wc og gongd. 5 seingjarpláss. Liggur sera væl fyri beint við metro, innkeypscentur, busssamband, svimjihyl og strond. Tlf. +45 61710670 SKIFTA UM HÚS HORSENS/STRENDUR: Vit hava góð og stór hús í Horsens og ynskja at skifta um hús/íbúð á Strondum í tídarskeiðinum 21/7-8/8. Vit eru eisini áhugað at leiga hús/ibúð í sama tídarskeiði. Vinarliga ringið + 45 60788027 ella skriva til anjahaag@hotmail.com ÍBÚÐ TIL LEIGU Á OYRASUNDSKOLLEGIINUM Í KEYPMANNAHAVN Í VIKU 28-32 Hugnalig og ljós 45 fermetrar íbúð á Oyrasundskollegiinum til leigu fyri 1000kr/viku í tíðarskeiðinum viku 28-32.Í íbúðini er køkur/ alrúm, sovikamar við trimum songjarplássum og wc við brúsu. Atgongd er eisini til vaskarí, allnót og sjónvarp, ið er við í prísinum. +4520842043 Dansur JA NÚ VERÐUR TAÐ Jú, urðardansur verður við bátahylin í Kvívík leygardagin 21. juni har hlalur úr Klaksvík fer at spæla. Dagurin byrjar kl. 15 við ymiskum tiltøkum. Andlitsmáling, tombola, fiskibrunni, trillubøru koyring, sløkkiliðs menn kappast, køku kapping. Um viðrar - MC. Eysturoy við motorsúkklum og barnarógving við Junkarinum. Barnadansur. Til dansin fara vit at steikja teir vælumtóktu urðar búffarnar. Eisini verða samurittar frá Reyða Krossi. KSR - Glæman í Kvívík Dýr KETTLINGUR FUNNIN Umleið 4-5 mðr gamal kettlingur funnin við J C Svabosgøtu. Mest hvítur við reyðum og svørtum blettum, meðan halin er bara reyðir og svartir. Djóraverndarfelagið tlf 504533 DJÓRAVINIR seta ikki kettlingar ella hundahvølpar við, tá ONGIN hevur biðið um ein. Djóraverndarfelagið, tlf. 504533 KETTLINGUR FUNNIN Lítil kettlingur funnin á Bursatanga. Svartur við hvítum labbum framman, hvítum afturbeinum og hvítur undir búkinum. Djóraverndarfelagið tlf. 504533 REINLIGUR KETTLINGUR kann fáast. Tlf. 421156 KETTLING? Vit hava tveir fittar kettlingar, annar ketta grá, reyð og hvít, hin frensur reyður og hvítur. Tlf. 421527, Johnsson, Kollafjørður FITTUR HUNDAHVØLPUR Fittur hundahvølpur (tík) verður latin djóravini. Hann er 5 mðr. Ring 58 29 58 KETTLINGUR Ein trílittur kettlingur, mest hvítur, reinligur, 9 vikur gamal. Fæst við at ringja: 229523 Fundir SKF BYRSUDEILDIN lýsir til aðalfundar í ÍSF-húsunum mánadagin 30. juni kl. 19.30. Húsarhaldstól UPPVASKIMASKINA Miele maskina, 9 ár, í góðum standi til sølu1000 kr 215121 GAMALT køliskáp og frystiboks í einum, kann fáast við at avheinta tað. Tlf. 317926 ella 211824 Innbúgv 2-PERS. LEÐURSOFA Nýggj óbrúkt 2-pers. svørt leðursofa til sølu fyri kr. 1500. Til sølu vegna flyting. Nýprísur kr. 3000. Tlf. 79 41 20 SKRIVIBORÐ THORENGAARD Skriviborð Thorengaard til sølu fyri 900 kr. Borðið hevur bøg borðplátu og er 1,4mx0,8m til støddar, kann skrástillast og regulerast í hædd. Áhugað ringið 284863 RÁHVÍT 2-MANSSOFA TIL SØLU Ráhvít sofa til sølu. kostnaður kr 400,- Áhugað kunnu ringja eftir kl 15.00 tlf 263009 GAMALT KLÆDNASKÁP TIL SØLU Stórt antikk klædnaskáp úr træi til sølu vegna plásstrot. Hædd/breidd/ djúbd 202/110/58. Kostnaður 4.000 kr. Áhugað kunnu ringja eftir kl 15.00 á tlf 263009 SPÍSIBORÐ OG STÓLAR TIL SØLU. Ljóst runt træborð við tveimum tillægsplátum og 5 stólum, til sølu fyri 1500 kr. Ring ella smsa tlf 217797 UNGUR MAÐUR søkir kamar við atgongd til køk og bað. Vinarliga ring Tlf. 238102 ella 00354 8463980 MØBLAR TIL SØLU 2 mans sofa, sofaborð, reól, sjónvarspborð. Alt svart. Til sølu fyri uml. 2500,- Tlf. 226272 BÍLIGA TIL SØLU Góðar brúktar boksmadrassur. Skrivborðslampur. Lampettir. Náttborð. Stólar o.a. Tlf. 265571 Leikur TRAMPOLIN YNSKIST Trampolin ynskist til keyps, diametur uml. 240 cm. Tlf. 213479 Pløgg STIMI Nýggjur stimi til sølu, l. 92 cm. Tlf. 318096 ella 518096 FØROYSK BARNAHÚGVA Bundin føroysk barnahúgva, nýggj, til sølu. Tlf. 318096 ella 518096 KONFIRMATIÓNSKJÓLI TIL SØLU Sera vakur, nýmótans konfirmatiónskjóli til sølu fyri 1.000 kr - nýprísur 1.400 kr.Stødd: x-small. Ring 516736 ella 316736 TIL SØLU Myrka blátt ullint fyrriklæði og turriklæði, og mynstrið er heimagjørt, til sølu fyri 4500,- Tlf 251864 TROYGGJA til føroyska búnan + hosir til sølu. Tlf. 281016 TIL SØLU Spildurnýggj troyggja til føroyska kvinnubúnan, reyð/svørt, str. 38- 40 til sølu. Prísur 800 kr. Ring ella sms'a tlf. 513029 ella 313029 Súkklur TIL SØLU Suzuki Bandit 650. Árg.2006.koyrt 4000km. Sum nýggj. Tlf. 224748 SCOOTARI TIL SØLU Peugeot Speedfight 2 í sera góðum standi hevur koyrt 2600 til sølu fyri 10500 239800 / 605100 GENTUSÚKKLA TIL SØLU Ein vælhildin gentusúkkla (10-12 ár) grá/svørt/reyð Rocky Macaw við 3 girum til sølu fyri 800 kr.Umleið 3 ára gomul og alt ov lítið brúkt :-) Ring 520515 MOTORSÚKKLA av slagnum Regal Raptor 250 cc, 2 ára gomul, bert koyrt 400 km, er blá og sera snotulig, verður seld fyri 20.000,- nýprísur 29.000,- Um áhugað, so ring á tlf. 590772 ella 630020 MUSTANG SÚKKLA Svørt/hvít til uml 9/10 ára gomul. Hon er 2 ára gomul, og er sera væl hildin. Til sølu fyri 900 kr. Tlf. 221306 MOTORSÚKKLA TIL SØLU Ein sera bílig Suzuki GSX 550 Motorsúkkla til sølu.Hevur koyrt uml.24.000 km. Ring á 724652 YAMAHA JOG R Skutarin er 3 mðr gamal, hevur koyrt 1700km, eitt sindur av eykalutum eru við, bíliga til sølu. Ring 269716 Teldur KREATIVAR TELDULOYSNIR Tørvar tær hjálp við telduni? So kann eg møguliga hjálpa tær, enntá fyri ein sámuligan prís. Havi hollar royndir og klári so at siga allar uppgávur. Tað serstaka við tænastuni hjá mær er tann, at eg kann koma heim til tín at loysa trupulleikarnar, so tú sleppur undan at avlevera telduna á eitt verkstað. Vinarliga ring á 589353 TELDUSKERMUR 14 tumma Fujitsu telduskermur til sølu fyri 250kr, ring 264060 Tónleikur PAISTE Ein Hi-Hatt og ein ride av merkinum Paiste fæst til sølu fyri 2000 kr. fyri bæði, eru væl viðfarnar. Taska fylgir við. Tlf. 506425 e. kl. 15 TAMA Einar dupultpedalir av merkinum TAMA IRON Cobra eru til sølu. Eru í góðum standi. Kassi fylgir við. Tlf. 506425 e. kl. 15 FOSTEX SPOR UPPTAKARI 8 SPOR Fostex pro A-seria. A8-LR8 Spor upptakari.Til sølu: 1000.kr Vinarliga ring 255569 FOSTEX SPOR UPPTAKARI 4 spor fostex 380s upptakari. til kassettuband.Til sølu. 1000.kr. Vinarliga ring: 255569 Út- & Sjónvarp PARABOL við dupultum høvdi og 2 móttakara boksir, til sølu fyri 1000,- Tlf. 508284 Ymiskt ÓBRÚKT HUSMORVINDEYGU til sølu - óbrúkt husmorvindeygu úr furutræ 1 stk b112 x h143 1 stk b116 x h155 1 stk b150 x h125 til sølu fyri 750,00 kr. stykkið. Tlf. 213209 VINDEYGU TIL SØLU nýggj vindeygu úr furutræ 1 stk B 110 x H 135 u/hongsl 1 stk B 110 x H 135 v/ hongsl 1 stk B 120 x H 149 v/ hongsl til sølu fyri 950,00 kr. stykkið. Tlf. 213209 GRUNDØKI TIL SØLU Matr.nr. 56ci, Kvíggjartún 1, Argir. Sprongt og planerað grundøki 942m2 til støddar. Ognin liggur við síðuveg á Argjum, í C3 umráðisparti og 3 grundumráði, har loyvt er at byggja handlar, skrivstovuhølir, ráðleggingar- og tænastuvirki, ið hava samband við hetta. Loyvt er eisini at byggja skúlar, almennar stovnar og íbúðir. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Tlf. 314107, Kaj Gaard 1 LJÓSAKRÓNA hvít fajanca við mynstrum til sølu fyri 900 krónur. Kann síggjast á www.sel.fo Tlf. 312359 LOPPUMARKNAÐUR Stórur Loppumarknaður verður á Svangaskarði leygardagin 21. juni kl. 11-16. Vit taka ímóti lutum á Svangaskarði hvønn dag, til og við fríggjadag Kaffisøla o.a. verður eisini. Tofta Ítróttarfelag - B68 VIDEOSKEIÐ Í KLIPPFISK 25. til 27. verður møguligt at læra at filma og klippa í Klippfisk. Les meira um videoskeiðið á heimasíðuni hjá Klippfisk: www.klippfisk.fo heilsanir Hey fitta Rebekka Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardegnum 18. juni. Má Jesus signa framtíð tína. Vit elska teg. Ynskja Jákup, Poula, Heðin og Hjalti Góða elskaða Anna Hjartaliga tillukku á 6 ára degnum 18. Ein heilsa til systur tína. Nú ert tú blivin ein stór genta. Vit elska tykkum báðar. Jesus pápi fylgi tær í lívinum. Heilsan Tassa og langomma