Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-18, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juni 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Vit føroyingar kunnu tað sama venja okkum við allar ferða­ møguleikarnar, sum eru at finna á og úr flogvøllinum í Billund. Seinastu árini eru alt fleiri flogfeløg farin at flúgva um hendan næststørsta flog­ vøllin í Danmark. Flogvøllurin í Billund er rúmligur, ljósur og lættur at finna runt í. Hann er nýliga umvældur og nútímans­ gjørdur, so hann stendur ikki aftanfyri teir størstu flogvøllir­ nar í Norðurlondum. Har er millum annað ein stórur handil við tollfríum vørum, fleiri klædna­ og gávuhandlar, bilútleigan og ferðaskrivstovur, sum selja ferðir til útlandið. Tey, sum ferðast ofta, til dømis í arbeiðsørindum, kunnu brúka bíðitíðina í King Amlet Lounge, sum er eitt stórt og stílfult bíðirúm á aðru hædd. Har eru altjóða bløð og tíðarrit til láns, teldur íbundnar Internetið, telefon, fax og kopimaskinur, fundarhøli, okkurt at leska sær við, sera fryntlig starvsfólk og besta tænastan. Puntur nr. 23 Góð og bílig gisting Beint við flogvøllin liggur Zleep Hotel Billund. Hotellið er partur av vælumtóktu Zleep-røðini, sum bjóðar góða og bíliga gisting til teirra, sum ikki tíma at brúka pengarnar at sova fyri. Tí er øll óneyðug hotelútgerð skorin burtur, so sum fønari, telefon, matstova, baðikar og buksupressa – afturfyri fært tú eina góða song, parkering og tráðleyst Internet- samband í einum reinum umhvørvi beint við flogvøllin úr 250 kr. fyri náttina. Billund – brúgvin inn á meginlandið Úr Billund til: Alicante, Amsterdam, Barcelona, Girona, Bergen, Berlin, Birmingham, Bruxelles, Dublin, Düsseldorf, Edinburgh, Frankfurt, Føroyar, Göteborg, Helsinki, London/Gatwick, London/Stansted, Madrid, Malaga, Manchester, Milano, München, Nice, Olbia, Oslo, Paris, Pisa, Prag, Reykjavik, Riga, Rom, Stavanger, Stockholm og Valencia. Atlantic Airways flýgur til Billund upp til 8 ferðir um vikuna. BILLUND - barnabýur burturav Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20 minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Men alt hetta kunnu tit lesa meira um hesa vikuna í Summarkappingini, har leiðin gongur til Billund. Sosialurin á ferð