hósdagur 19. juni 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. juni 2008 JÓANSØKAN 2008 3
- Fólk halda kanska,
at ein stevna kemur
í lag av sær sjálvum,
men aftanfyri hvønn
bás, hvørt tiltak eru
fólk, avgerðir og
samskipan, og nógv
orka verður løgd í
allar smálutir og alt,
ið fer fram á eini
stevnu, sigur Marita
í lágabø, sum er
skótaleiðari og limur
í jóansøkunevndini
Stevnufyrireiking
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Mongu summarstevnurnar
kring landið eru úrslit av
neyvari fyrireiking, og tað eru
fólk, ið leggja nógva orku í
fyrireikingar og samskipan,
eins og praktiska arbeiðið,
meðan stevnudagarnir eru.
Marita í Lágabø í Vági, sum
saman við manninum Rúna í
Lágabø, í mong ár hevur verið
skótaleiðari og ein grundstuðul
í arbeiðinum hjá skótaliðnum
Royndini, er vegna skótarnar
limur í jóansøkunevndini í
Vági.
- Eg havi verið í nevndini,
síðani vit komu heimaftur úr
Danmark í 1999. Jóansøku-
nevnd hevur altíð verið, men
arbeiðið hevur ikki altíð verið
so skipað, men í ár 2000
avgjørdu vit at skipa okkum
betri, so at feløgini í mesta lagi
høvdu tvey umboð í part og
størsta felag eigur formannin.
Feløgini í nevndini eru VB,
Vágs Kappróðrarfelag, SuSvim,
Skótaliðið Royndin og
Jómsvíkingar, sigur Marita,
sum sjálv hevur verið virkin
skóti, síðani hon var 12 ára
gomul.
Broytingar
- Tey fyrstu tivoliini vóru í
pakkhúsunum á Løðhamri.
Hetta var í sjeytiárunum.
Seinni, í áttatiárunum, flutti alt
so á bryggjuøkið, og har hevur
tað verið síðani, men nú kemur
aftur broyting í. Í ár verða allar
sølubúðir og líkandi framvið
høvuðsvegnum á teimum
ymsu stóru parkeringsøkju-
num, og so ber heldur til at
seta bilarnar á bryggjuøkinum,
sigur Marita, ið væntar sær
nógv av hesi broytingini.
- Tey flestu, ið eg eri komin á
tal við, meta hetta at vera sera
gott hugskot og kærkomna
broyting. Eisini Vágs Komm-
una, sum vit eisini hava eitt
avbera gott samstarv við, og
fáa so gott sum fríar teymar
frá, tó at kommunan sjálvandi
er beinasom við vegleiðing og
neyðugu loyvunum, sigur
Marita.
Koma ikki av sær sjálvum
- Fólk halda kanska, at ein
stevna kemur í lag av sær
sjálvum, men afanfyri hvønn
bás, hvørt tiltak eru fólk,
avgerðir og samskipan, og
nógv orka verður løgd í allar
smálutir og alt, ið fer fram á
eini stevnu, sigur Marita í
Lágabø.
Jóansøkunevndin fær ikki
samsýning fyri arbeiðið, tí her
er tað veruliga áhugin, ið
drívur verkið.
Marita er eldhugað, tá tað
kemur til felagsarbeiðið hjá
skótunum.
- Skótarnir hava altíð havt
bás, har poppcorn, candyfloss
og ballónir eru til keyps, og
soleiðis verður aftur í ár, sigur
Marita, ið fegnast um góða
samstarvið við skótar
norðanfjørðs, tá umræður
samstarv um t.d. tólini, ið skulu
nýtast til poppcorn og anað.
- Í ár skulu vit eisini ansa
hoppiborgunum, so tað er
nakað nýtt fyri okkum, men tað
gongur nokk, sigur Marita, sum
í gerandisdegnum rekur
handilin Duett í Vági.
Og lítil ivi er um, hvar hon og
hennara eru at finna á jóan-
søku, tí eins og so mong undan-
farin ár, so eru tey drívmegin,
har skótarnir hava sínar
sølubúðir jóansøkudagarnar.
Einasta broytingin í ár er, at
búðirnar eru ikki á bryggjuni,
men framvið høvuðsvegnum.
Stevnurnar koma ikki
av sær sjálvum
Vágsbygd
tøk á
netinum
Vágur er nú millum
bygdirnar, sum
til ber at síggja á
vevmyndatólið
JóanSøka
dagfinn@sosialurin.fo
Í longri tíð hava støð og bygdir
í Føroyum verið tøk á netinum
alt samdøgri, tí vevmyndatól er
sett upp kring landið.
Suðurrás hevur í eina tíð
arbeitt við ætlanum um at fáa
Vág við í vaksandi bólkin av
net-tøkum bygdum, og herfyri
bar samstarv millum Føroya
Tele og Suðurrás so við sær, at
Vágur eisini sæst á netinum.
Myndatólið, ið endurnýggjar
myndirnar við jøvnum millum-
bilum, er sett upp ovarliga í
bygdini, og útsýnið er yvir
bygdina og vestur móti
Eiðinum.
Myndirnar síggjast á
www.sudurras.com og
www.potal.fo
Kommunan
fríðkar um
Menn hjá Vágs
Kommunu hava síðstu
vikurnar fríðkað um í
bygdini, nú jóansøkan
nærkast
fríðkan
dagfinn@sosialurin.fo
Til stevnur er vanligt, at fólk
finna penslar og máling fram,
og snøgga hús og garðar, eins
og roynt verður at fríðkað um
annars. Soleiðis evur eisini
verið í Vági.
Eisini kommunurnar royna at
gera sítt til, at gestir og
bygdafólk kenna seg væl.
Í Vági hava menn hjá Vágs
Kommunu fríðkað um seinastu
vikurnar, og hetta sæst eisini í
bygdini. Og nú stevnudagarnir
nærkast, er nærum komið
undir land, og í vikuni komu
fløgg við áskriftini “Vælkomin
til Vágs” at hanga kring um í
Vági, og hetta er óivað tekin
um, at nærum er klárt at halda
stevnu og taka ímóti gestum.
Í vikuni komu fløgg
við áskriftini “Væl
komin til Vágs” at
hanga kring um í Vági