Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-19, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juni 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar LEGOLAND VILLAGE OG BILLUND FDM CAMPING liggur bert 500 metrar frá Legoland. Hetta er eitt nútímans og bíligt alternativ til dýru hotellini og serstakliga vælegnað til barnafamiljur. Har eru 60 snøggar smáttur til 5-6 fólk, og 44 familjukømur til 4- 5 fólk. Eisini finna vit 2 stór rúm við 10 soviplássum. Alt er við egnum vesi/baði, sjónvarpi, parabol og atgongd til Internet. Harumframt eru 650 campingbásar við øllum, sum krevst av einum modernaðum campingplássi. Kostnaðurin er sera lagaligur og hóskar væl til familjur, sum heldur vilja brúka pengarnar til upplivingar enn til gisting. Til dømis búgva fimm fólk væl á familju- kamari fyri einar 1000 kr., morgun- matur uppií. Á heimasíðuni finnur tú gisting, sum hóskar til júst tykkara tørv: www.legoland- village.dk Fyri fáum árum síðani var vandi fyri, at Billund fór at gerast ein fátækur útjaðari í Danmark. Men tíbetur tóku góðar kreftir seg í evstu løtu saman, so økið í dag er í stórari framgongd, bæði búskaparliga, í fólkatali, í húsaprísum, í arbeiðsplássum og innan byggivirksemi. Vinnuframafelagið í býnum setti sær nevniliga fyri, at býurin skuldi verða eitt lokk­ andi ferðamál fyri bæði útlendsk og donsk ferðafólk, og hetta má sigast at hava hepn­ ast sera væl. Legoland vaks, fleiri gistingar­ hús vórðu bygt, handilslívið fekk eina andlitslyfting, og býurin varð sum heild nútímansgjørdur við góðum vegum, einari svimjihøll við stórum skreiðibana og væl­ verumiðstøð, og flogvøllurin fekk eisini eina høvuðsumvæl­ ing. Alt hetta hevði við sær, at býurin og økið har um leiðir er ein stórur vakstrardepil í Danmark. Samanumtikið kann stað­ festast, at Billund í dag er ein perfektur danskur Legobýur: Tryggur, snøggur og barna­ vinarligur. Ferðatrygging Ferðatrygging Far bara - vit fylgja tær www.sansir.fo Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina. Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Billund – setir alt inn á ferðavinnuna Tað nýggjasta íkastið er eitt risastórt Lalandia, ið henda risastóra fyritøka, sum so nógvir føroyingar kenna, byggir bert 300 metrar frá Legoland. Hetta verður heilt sikkurt tað heilt stóra millum føroyingar komandi ár. Byggiætlanin fevnir um 761 frítíðarhús og tveir stórar innandura deplar við 30.000 fermetrum av paradísiskum upplivingum. Annar depilin skal geva eina fatan av at vera stødd í einum sjarmerandi Suðurlendskum býi, meðan hin minnir um eksotiska Tailand við størsta vatnlandinum í Norðureuropa. Í báðum deplunum kennist tað sum var ein uttandura undir bakandi sól, tí alt er bygt upp sum tema landsløg við sandi, gøtum, pálmum og húsum í veruligari stødd. Longu nú eru 193 frítíðarhús liðug, og skulu hesi leigast út til ferðafólk, millum annað gjøgnum Atlantic Airways. So komandi ár kanst tú sita í einum av lekru frítíðarhúsunum í Lalandia Billund, fýra tímar eftir, at tú hevur pakkað kuffertið í Føroyum – meðan bilurin stendur eftir heima í garasjuni. www.lalandia.dk Fýra tímar til paradís BILLUND - barnabýur burturav Í góðveðrinum á hvítusunnu var Sosialurin fimm dagar í Billund, har vit við barnabrillum og foreldraeygum upplivdu heimskenda legobýin. Fyrstu dagarnar gistu vit á Hotel Legoland og seinni á Hotel Propellen, sum er beint við. Heimanífrá leigaðu vit bil frá 62° N, sum stóð klárur á flogvøllinum í Billund. Ein dag koyrdu vit 20 minuttir norðureftir til Givskud Zoo, og ein annan dag tveir tímar suðureftir til Danfoss Universe á oynni Als. Men alt hetta kunnu tit lesa meira um hesa vikuna í Summarkappingini, har leiðin gongur til Billund. Sosialurin á ferð