hósdagur 19. juni 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 19. juni 2008
lýsingartilfar
53
Tel 35 00 35 . hvonn@hvonn.fo . www.hvonn.fo
KRAM
KRAM SP/F
HEIÐAVEGUR 24
600 SALTANGARÁ
TLF. 44 77 77
Suðuroy – søga, náttúra
og vakurleiki
Umframt framúrskarandi landslagið, kann Suðuroy bjóða eitt fjølbroytt úrval av
áhugaverdum tilboðum. Frá søguríku Sandvík í norði til stórslignu og náttúruvøkru Sumba í
suðri. Størstu býirnar, Tvøroyri og Vágur, liggja við vakrar firðir, umgirdir av fjøllum. Í Hvalba
ber til at fáa innlit í, hvussu kolídnaðurin einaferð var. Hov telist millum elstu bygdir í
Suðuroy, og var Hov høvuðssæti hjá Havgrími í víkingatíðini, sum eisini er grivin í Hovi.
Porkeri er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá 1847. Sunnast á oynni liggur
Sumba, ið fostrað hevur eitt tað mætasta skald føroyinga, Pól F. Joensen. Tilboðini eru mong
fyri ein ferðandi í Suðuroynni, bæði við báti og til lands. Gongutúrar til eitt nú Hvannhaga,
Rysjudal, við báti vestur um Sumbiarbjørgini, ja mong eru tilboðini í vøkru Suðuroynni, ið
sjálvandi eisini hevur hópin av matstovum, hotellum og gistingarhúsum. Arbeitt verður
miðvíst við at samansjóva alla ferðavinnu og tiltøk sum heild, og úr Kunningarstovuni í Vági
frættist, at tey eru opin fyri at samstarva við aðrar vinnur, sum ein liður í ætlanunum um, at
gera ferðavinnuna á staðnum burðardygga