fríggjadagur 20. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 - 20. juni 2008
19
tíðindi
Bláikrossur hevur
í eina tíð arbeitt
við at fáa bygt eitt
nýtt viðgerðarheim,
ístaðin fyri tað sum
liggur í Havn. Nú
er eitt byggibúgvið
grundøkið fingið til
vega frá Nes komm
unu, samstundis sum
fleiri kommunur
hava avgjørt at stuðla
byggingini
Felagsskapur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nes: - Vit fegnast um stuðul-
in, sum vit hava fingið frá
bæði smærri og størri
kommunum, sigur Hjalmar
Hansen, aðalskrivari í Bláa
Krossi.
Samstundis sum hesin frá-
haldsfelagsskapurin hevur
arbeitt við tekningunum til
nýggja
viðgerðarheimið
ovarlaga á Nesi, hevur verið
arbeitt við fíggingini.
Hetta hevur millum annað
verið gjørt við eini áheitan
á allar kommunurnar í land-
inum um at veita stuðul til
byggingina, sum væntandi
fer at liggja um einar 10
mió krónur.
Umboð fyri Bláa Kross
hava haraftrat havt fundir
við tær flestu av teimum
størru kommunum, har ætl-
anin er løgd fram.
- Móttøkan, sum vit hava
fingið hevur verið sera góð,
sigur Hjalmar Hansen.
Blái Krossur hevur higar-
til fingið játtan um stuðul
frá seks kommunum. Men
ikki er óvist, at enn fleiri
fara at veita teimum stuðul.
Hesar seks kommunurnar
eru: Skúvoy, Funningur,
Leirvík, Sjóvar, Runavík og
Porkeri.
Haraftrat
hevur
Nes
kommuna latið felagsskapi-
num eitt omanfyri 2000 fer-
metrar stórt grundøki til
ætlanina. Ein gáva sum
helst er verd upp ímóti 1
mió krónum.
- Hetta eru vit, sum vera
man sera takksom fyri, sig-
ur aðalskrivarin í Bláa
Krossi, Hjalmar Hansen.
Einki verður kortini sagt
um, nær nýggja Blákross-
heimið kann standa liðugt.
Í serstaka Eystanstevnu
blaðnum komandi miku
dag, hyggja vit nærri eftir
hesi ætlanini.
Í fótasporum S.J. Mykines
Millum tey mongu áhugaverdu tiltøkini á Útoyggjastevnuni í
Mykinesi verða tveir gongutúrar – annar ein forminnatúrur í
bygdini við Símin Arge sum ferðaleiðara, og ein har listamálarin
Kári Svensson fer at greiða frá. Ikki óvæntað verður hesin túrurin
um kenda málarin, S. J. Mykines. Sum skilst verður steðgað á við
ymisk støð, haðani hesin kendi málarin fann sær myndevni úr
oynni.
Fyrsti ídnaðarbygningurin
reistur í Sørvági
Mikudagin flaggaði fyri fyrsta bygninginum á nýggja
ídnaðarøkinum í Sørvági. Talan er um bygningin sum
gólváleggingarfelagið JIMS letur byggja. Bygningurin er 15 x 20
metrar og er í tveimum hæddum, skrivar heimasíðan hjá Jóanis
Nielsen. Tað er byggifelagið Trøðhamar í Miðvági, sum stendur
fyri arbeiðinum av nýggju høllini í Sørvági, meðan Sandavágs
Timburhandil letur byggitilfarið og stálkonstruktiónirnar. Ætlandi
verður bygningurin klárur at taka í brúk um hálvan novembur.
Blákrossheimið
flytur inn á Nes
- Vit hava longu fingið sera góðan stuðul, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi, Hjalmar Hansen.
Hann er her avmyndaður á planeraða grundøkinum, sum Nes kommuna hevur latið
felagsskapinum
best
Greinarøð
úr Mykinesi
Leygardagin 28.
juni verður Útoyggj-
astevna hildin í
Mykinesi. Í hesum
sambandi hevur
Sosialurin vitjað í
bygdini, her lýsa
ymisk viðurskifti í
stevnubygdini.
Aðrar greinir úr
Mykinesi hava verið
í blaðnum 13. juni
(um minnisvarðan)
og 16. juni (um
oljutunnur).
- Vit hava flutt
fleiri ferðafólk í
ár enn í fjør, sigur
Albert Johansen,
skipari á Brynhild
Esbern í Eyðansstovu (í miðjuni) hjálpir
ferðafólkunum í land í Mykinesi