Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 117 - 20. juni 2008 ] Øssur og Sølvi eru ivasamir Skaðaplágaðu toftamenninir hava næstu vikurnar møguleika at lyfta seg longri frá botninum, meðan Víkingur stríðist fyri at nærkast bronsuni B68-VÍKINGUR Jákup Mørk Ein av mongu uppgerðunum millum feløg í Eysturoy verður á Svangaskarði sunnudagin. B68 fer at fáa vitjan av Víkingi. Tá ið B68 hóskvøldið legði rygg til 2-0 tap í Runa- vík, var avrikið einki at reypa av. Í B68 eru fleiri spælarar skaddir, og tað er serliga í verjupartinum, at hetta rakar meint. Veteran- urin Øssur Hansen hevur nógvu tey seinastu umførini verið hollur stuðul á vinstra vongverja. Ímóti NSÍ noydd- ist Øssur Hansen tíðliga í 2. hálvleiki at taka seg av vølli- num. Tað er lítið sannlíkt, at hann verður tøkur sunnu- dagin. Ovi Magnussen, sum undanfarnu árini hevur ver- ið partur av besta B68 lið- num, er komin heim í summarfrí, og hann var hós- kvøldið í miðverjuni. Dán- ial Hansen, sum áður hevur spælt við B68, er fluttur úr NSÍ, har hann hevur spælt á næstbesta liðnum, og aftur til B68. Higartil hevur B68 bara vunnið tvey stig á heima- vølli. Toftamenn vóna, at tað undan summarsteðgi- num skal eydnast at økja um úrtøkuna á heimavølli. Umframt ímóti Víkingi skal B68 á Svangaskarði spæla ímóti Skála og B71. Í leguni hjá Víkingi er lagið gott eftir 2-0 sigurin á heimavølli ímóti ÍF. Vík- ingur er á fimta plássi. Tað eru fýra stig upp til bronsu- plássið, og tað er tann veg- in, at gøtumenn og leirvík- ingar hyggja. Ímóti ÍF noyddist Sølvi Vatnhamar beinanvegin av vøllinum. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnu- dagin. Haraftur ímóti er eingin ivi um, at maðurin, sum loysti Sølva Vatnhamar av, hesa ferð verður ímillum teir fyrstu ellivu. Zoltán Bukszegi varð settur á vøllin eftir tíggju minuttir, og hann skoraði bæði málini mikukvøldið. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Sjálvandi ávirkar tað, at tað gongur ikki so væl í løtuni. Sunnudagin verður talan um heilt aðra mótstøðu, men vit síggja hetta sum ein møguleika at reisast aftur Rúni Nolsøe, HB-venjari - Talan verður sjálv- andi um aðra mót- støðu. Vit síggja hetta eisini sum ein møguleika at reisa okkum aftur, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, undan Inter- toto-dystinum móti Elfsborg sunnudagin. Anders Svensson, Johan Wiland, Fred- rik Berglund og Jari Ilola eru ikki við í svenska ferðalagnum INteRtoto Uni Holm Johannesen post@sosialurin.fo - Tað er upp til okkum at fáa eitt gott útgangsstøði, og tí fara vit ikki at laga okkum eftir teimum. HB skal sunnudagin royna at reisa seg aftur eftir løku úrslitini í landskapp- ingini seinastu vikurnar. Á pappírinum sær uppgávan meira ella minni ógjørlig út, nú javnaldurin Elfsborg vitjar í Gundadali. Okkara spæl Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá eldra høvuðs- staðarfelagnum seinastu vikurnar. Teir reyðu og svørtu hava bara vunnið tveir av seinastu níggju dyst- unum, og tað er ikki nøkt- andi í sigursvanda felag- num. Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, staðfestir eisini, at laku úrslitini síggjast aftur í skift- ingarrúminum. Lagið í hópi- num kundi væl verið betri. - Sjálvandi ávirkar tað, at tað gongur ikki so væl í løt- uni. Sunnudagin verður tal- an um heilt aðra mótstøðu, men vit síggja hetta sum ein møguleika at reisast aft- ur. Tit eiga fleiri framrættaðar leikarar, sum nú helst skulu røkja verjukendar uppgávur. Hvat kunnu vit vænta av HB sunnudagin? - Tað hevði verið tápuligt, um vit fóru á vøllin við ein- um fyri eyga, og tað er at leggja trýst á. Vit hava sæð eitt sindur til Elfsborg í sjón- varpinum, men tað er tor- ført at gera ein heildarmeting av tí. Vit ætla ikki at broyta nakað í okkara spæli, men tað er sjálvsagt, at vit ikki verða á bóltinum allatíðina, sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB. Uttan lyklaleikarar Magnus Hauglund, venjari hjá Elfsborg, verður tríggjar av sínum lyklaleikarum fyri uttan, tá hann skal seta liðið sunnudagin. Svensku lands- liðsleikararnir Johan Wi- land og Anders Svensson hava luttikið í EM-enda- spælinum, og verða tískil ikki tøkir. Fredrik Berglund, sum fyri árum síðan skjeyt fleiri mál fyri donsku Es- bjerg og FCK, er ikki við í svenska ferðalagnum. Finski landsliðsleikarin Jari Ilola eru heldur ikki tøkur vegna skaða. Tað verður eitt hamskift svenskt lið, sum vit fáa at síggja í Gundadali um vikuskiftið. Yngru leikarar sum Marcus Översjö, Dan- iel Nordmark og Victor Sköld fáa av álvara møgu- leikan, við hjálp frá roynd- um leikarum sum Teddy Lucic og Stefan Ishizaki. Elfsborg liggur í løtuni á øðrum plássi í Allsvenskan, trý stig eftir oddaliðini Kalmar FF. Elfsborg eisini á graslíki Dysturin sunnudagin verður søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið spælur altjóða skrásettan dyst á graslíki. Undirlagið á ovara vølli í Gundadali er góðkent til tí- líkar dystir. Rúni Nolsøe metir hin- vegin ikki, at tað verður ein stórvegis fyrimunur hjá HB. Elfsborg hevur eisini graslíkið á sínum heima- vølli, og teir eru tískil vanir við umstøðurnar. - Teir spæla meira á gras- ið enn vit, meðan vit eru á graslíkið alt árið. Í so máta, er tað kanska ein lítil fyri- munur. Men tað fer ikki at fáa avgerandi týdning, slær Rúni Nolsøe fast. 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB/S 11 9 - 1 - 1 28 6 22 28 2 07 Vestur 11 8 - 1 - 2 48 17 31 25 3 TB 12 7 - 2 - 3 34 10 24 23 4 AB 11 7 - 1 - 3 37 16 21 22 5 Víkingur 11 4 - 3 - 4 15 27 -12 15 6 HB 12 3 - 4 - 5 18 13 5 13 7 KÍ 11 4 - 1 - 6 16 35 -19 13 8 NSÍ 12 2 - 3 - 7 20 36 -16 9 9 EB/S 12 3 - 0 - 9 12 49 -37 9 10 B68 11 2 - 0 - 9 14 33 -19 6 Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 11 9 - 2 - 0 26 9 17 29 2 B36 11 5 - 5 - 1 14 5 9 20 3 HB 11 5 - 4 - 2 22 9 13 19 4 NSÍ 11 5 - 3 - 3 16 13 3 18 5 Víkingur 11 4 - 3 - 4 18 14 4 15 6 KÍ 11 3 - 5 - 3 14 17 -3 14 7 B68 11 3 - 2 - 6 8 17 -9 11 8 ÍF 11 3 - 1 - 7 14 24 -10 10 9 Skála 11 1 - 5 - 5 7 18 -11 8 10 B71 11 1 - 2 - 8 11 24 -13 5 HB skal reisast aftur - Tað hevði verið tápuligt, um vit fóru á vøllin við einum fyri eyga, og tað er at leggja trýst á, sigur HB-venjarin Rúni Nolsøe um truplu altjóða uppgávuna sunnudagin