Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 117 - 20. juni 2008 Vilt tú við á okkara lið? Tryggingarfelagið Føroyar stevnir við fullari ferð móti avbjóðingum á altjóða støði. Til at røkka høgu málum okkara er neyðugt við eini vælvirkandi starvsfólkadeild, sum, umframt at standa fyri dagligu starvsfólkafyrisitingini, kann skipa førleikamenningina av okkara 110 starvsfólkum, so tey eru klár til komandi avbjóðingar. Arbeiðsøkið og uppgávur Starvsfólkadeildin hevur ábyrgdina av: • Starvsfólkapolitikki og umsiting • Samskipanin av starvsfólkamenning og útbúgving innanhýsis í felagnum. • Lønarumsiting Á Starvsfólkadeildini starvast umframt leiðaran eitt annað starvsfólk fulla tíð, og kundarnir hjá deildini eru øll starvsfólkini í felagnum. Arbeiðsuppgávurnar hjá tær verða skipaðar eftir áhuga og førleika innan uppgávuøkið hjá Starvsfólkadeildini. Vit kundu hugsað okkum, at tú: • hevur viðkomandi útbúgving, royndir og hug at arbeiða innan starvsfólkaøkið • ert tænastusinnað/-ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva • dugir væl at raðfesta og at halda ásettar freistir • ert framtøkin • arbeiðir sjálvstøðugt, hevur lætt lyndi og sært tað skilagóða í broytingum • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga Lønar-og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Trygdina og Arbeiðsgevarafelagið fyri fíggjarstovnar í Føroyum og lønt í mun til útbúgving og royndir. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Mariu á Dul, starvsfólkaleiðara, á tlf. 34 55 92 ella við at senda teldupost til mad@trygging.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, men bíðað verður gjarna eftir rætta umsøkjaranum. Umsóknarfreistin er 24. juni 2008 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: Tryggingarfelagið Føroyar Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn ella umvegis www.trygging.fo Tryggingarfelagið Føroyar sóknast eftir dugnaligum starvsfólki til avbjóðandi starv á Starvsfólkadeildini.                                                                                 