Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 117 - 20. juni 2008 35 Stutt Sagt Vil ikki hava stuðul Tað demokratiska forseta­ valevnið í USA, Barrack Obama, vil ikki hava almennan stuðul til sítt valstríð. Sambært gald­ andi reglum hava tey bæði valevnini rætt til at fáa 408 milliónir krónur í stuðuli í part úr ríkis­ kassanum, men Obama hevur boðað frá, at hann tekur ikki av. Orsøkin er, at sambært reglunum kann eitt forsetavalevni ikki taka ímóti stuðuli frá privatum, um tað tekur ímóti pengunum frá tí almenna, og Obama vænt­ ar at fáa meiri enn 408 milliónir krónur í privatum stuðuli. Tí vil hann ikki hava tann almenna stuðulin. Mótvalevnið, John McCain, er harmur um avgerðina hjá Obama. Hann sigur, at teir báðir høvdu avtalað at taka við tí almenna stuðlinum, og sjálvur hevur hann virkað út frá tí, sigur hann. Kann ikki dømast í Italia Í Italia hevur dómsvaldið gjørt av, at ein amerikan­ skur hermaður kann ikki dragast fyri rættin fyri ein tilburð, tá ein italskur agentur varð myrdur í Irak í 2005. Amerikanska ákæruvaldið hevur langt síðani slept málinum, men í Italia hava fleiri kravt, at hermaðurin skuldi koma fyri rættin har. Men tað ber ikki til, sigur tann ovasti italski kærudómstólurin. Italski agenturin Nicola Calipari varð skotin í Bag­ dad í mars í 2005, beint eftir at hann hevði fráað ein gísla. Amerikanski her­ maðurin, sum skjeyt, visti ikki, hvør agenturin var. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tann nýggja lógin í Svøríki um eftirlit við samskifti setir Svøríki í bás við Kina, Saudiarabia og USA Global Privacy Council útlond Amerikanarar ætlaðu at beina fyri iranska forsetanum fyrr í ár. Tað sigur forsetin sjálvur Tað var um reppið, at iran­ ski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, bleiv myrdur, tá hann var í Bagdad og vitj­ aði fyri trimum mánaðum síðani. Tað sigur hann í hvussu er sjálvur. Í einari røðu í býnum Qom norðan fyri Teheran segði Ahmadinejad, at "fígg­ indar Irans" høvdu lagt ætl­ anir um at beina fyri sær, men at ætlaninar vórðu avdúkaðar í síðstu løtu. Tað fekk hann at broyta vitjanina í Bagdad, segði hann. Forsetin nevndi ikki USA við navni, men almenna iranska sjónvarpið segði seinni, at tað vóru amerikan­ ararnir, sum høvdu ætlað at beina fyri forsetanum. Amerikonsku myndug­ leikarnir hava ikki gjørt nakrar viðmerkingar til Leggur USA undir drápsætlanir Mahmoud Ahmadinejad. Ætlaði USA at beina fyri honum? Mynd: Polfoto Tað eru ikki bara Barrack Obama og John McCain, sum kappast um at sleppa í Hvítu Húsini. Tað gera konur teirra eisini First Lady nevna amerikan­ ararnir konu forsetans, og tað er líkt til, at bæði Cindy McCain og Michelle Obama vilja fegnar taka við heitinum, tá Laura Bush flytir úr Hvítu Húsunum í januar næsta ár. Cindy McCain hevur júst verið í Vietnam. Hóast vietnamesar ikki hava valrætt í USA, hevur vitjan hennara týdning fyri val­ stríðið hjá manninum. John McCain var krígsfangi í Vietnam í fimm ár, og Cindy hevur í fleiri ár verið virkin við at hjálpa fólki og serliga børnum í Vietnam. Michelle Omaba er í USA, men hon situr heldur ikki kúrr. Í vikuni var hon við í einari sjónvarpssend­ ing, har fólk kjakaðust um ymisk viðkomandi evni. Hon hevur eisini vitjað ymsastaðni í USA. Tær kappast eisini um Hvítu Húsini Michelle Obama Mynd: Polfoto Cindy McCain Mynd: Polfoto Hóma valla OL-býin í skitnu luftini Luftin í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing er illa dálkað, og tað ger ikki støðuna betur, at tað koma millum 1.000 og 1.500 bilar afturat út á gøturnar í býnum um dagin. Í gjár var luftin so tjúkk, at tað var torført at fáa eyga á tað risastóra stadion, sum er bygt til teir olympisku summarleikirnar, sum byrja um smáar tveir mánaðir. Myndugleikarnir hava nú biðið útlendskar serfrøðingar um hjálp, so fólk kunnu fáa møguleika at síggja OL, skrivar Reuters. Mynd: Polfoto Obama vil ikki hava almennan valstuðul Mynd: AP