fríggjadagur 20. juni 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 117 - 20. juni 2008
lýsingar
Søla av sethúsum
“Luffustova” í Fuglafirði
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið sethúsini á
matr. nr. 204a á Norður í Gerði 9 í Fuglafirði til
sølu, hetta sambært § 1 í kunngerð nr. 122 frá
22. desember 2000 um alment útboð av kom-
munalari fastogn.
Talan er um Luffustovu, sum er fyrrverandi
eldrasambýli, sum eisini hevur verið nýtt sum
dagtilhald og spælistovu, í kjallara-, stovu- og
loftshædd umleið 220 fermetrar til víddar, og
verður ognin seld saman við grundøkinum
438 fermetrar til víddar.
Møgulig áhugað verður biðin um at seta seg
í samband við Pætur Joensen, býarverkfrøðing
ella Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á
telefon 737700.
Ognin verður lýst til sølu við teirri treyt, at
kommununi stendur frítt av velja millum
innkomin tilboð ella einki at taka.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig skulu
verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 11. juli 2008 kl. 15.00.
Fuglafjørður, tann 18. juni 2008
Fuglafjarðar býráð
Fuglafjarðar
Kommuna
Ped. stuðul í
Stranda skúla
Søkt verður eftir 1 stuðli at arbeiða alt skúlaárið
2008/2009.
Einum stuðli til næming í 1. flokki 22 tímar um
vikuna.
Søkt verður eftir stuðli, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og vera fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru
í skúlanum
Førleikakrøv:
Tann, ið verður settur í starv, skal helst hava
námsfrøðiliga útbúgving ella samsvarandi før-
leika. Fyrimunur er eisini, um umsøkjarin hevur
royndir at arbeiða við næmingum við serligum
tørvi.
Um umsøkjari við námsfrøðiligari útbúgving ikki
søkir, kann hjálparfolk verða sett í starv.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møgu-
ligum ummælum skulu vera skúlastjóranum,
Hans Petur Jacobsen,
Strandatún 17,
490 Strendur,
í hendi í seinasta lagi mikudagin 4. juli 2008
kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja
til skúlastjóran, Hans Petur Jacobsen, tlf. 474042
ella tlf. 232740.
Stranda skúli hevur komandi skúlár um 200 næmingar
og um 23 lærarar. Tú kanst lesa meiri um skúlan á
heimasíðuni www.skulin.fo/str
Tilboð uppá
skúlabarnaflutning
Skúlabarnakoyringin millum Skálafjørð/Skála og
Svimjihylin á Strondum frá 18/8-2008 at rokna,
verður við hesum boðin út.
Talan er um flutning av næmingum millum
Skálafjørð/Fløtur og skúlan á Skála og til svimjing
á Strondum. Bussurin skal kunna taka 25-30
næmingar í senn.
Eisini er talan um flutning av næmingum við
serligum tørvi millum Skála og skúlan í Runavík.
Útbjóðingartilfar við upplýsingum um leiðir og
treytir annars fæst á kommunuskrivstovuni.
Tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða kom-
mununi í hendi í seinasta lagi 1. juli 2008.
Fyrispurningar kunnu setast Runavíkar kommunu
á tlf. 417000 ella við t-posti til runavik@runavik.fo
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26 · 600 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
KUNNGERÐ
um uttangarðsútskiftingar-
fund við Gjógv
Eftir løgtingslóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast
broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79,
verður boðað til útskiftingarfund
hósdagin 26. juni 2008 kl. 10.00
í bygdarhúsinum við Gjógv.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Fyri oman Rætt.
Nevndarlimir eru:
Marita í Brekkunum, Hósvík
Jákup Skoradal, Norðoyri
N.v.
Arnold Thomassen
útsk.form.
KUNNGERÐ
um uttangarðsútskiftingar-
fund í Húsavík
Eftir løgtingslóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast
broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79,
verður boðað til útskiftingarfund
mikudagin 25. juni 2008 kl. 10.00
í Ungmannafelgashúsinum í Húsavík.
Til viðgerðar verður útskifting av
hagapartinum Innarihagi, Eystaripartur.
Nevndarlimir eru:
Marita í Brekkunum, Hósvík
Jákup Skoradal, Norðoyri
N.v.
Arnold Thomassen
útsk.form.
Størv sum pedagogiskir
stuðlar í Runavíkar
kommunuskúla
Til skúlaárið 2007/08 (1. august 2007 til 30. juni
2008) verður søkt eftir 10 pedagogiskum
stuðulsfólkum (2 við 28 tímum um vikuna, 1 við
26 tímum um vikuna, 6 við 20 tímum um vikuna,
1 við 18 um vikuna) til næmingar við serligum
tørvi.
Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi
stuðulsarbeiði og við viðkomandi útbúgvingum.
Eisini er tað ein fyrimunur at duga nakað av
teknmáli.
Løn samb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Vit vænta, at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymis-
samstarvi
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan
Umsóknir
Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og um-
mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 04. juli 2008, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund
Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella
Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 &
221363.
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um
430 næmingar og um 50 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um
okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks
RUNAVÍKAR
kommunuskúli
Glyvravegur 10A · FO 625 Glyvrar
Tlf. 447331 · fax 447767
t-postur: rks@skulin.fo