fríggjadagur 20. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti
umborð
Albert Ellefsen, sum í
mong ár hevur starvast
innan fiskasølu, fiskavirk
ing og fíggjarviðurskifti
innan fiskavirking, er byrj
aður í starvi hjá Fiskirann
sóknarstovuni, har hann
eitt nú kemur at taka sær
av tí umsitingarliga parti
num av rannsóknarskip
inum, Magnusi Heinason
Fyri 30 árum síðan byrjaði hann
at hjálpa pápa sínum, Hans Arna
Ellefsen, sum hevði bókhald hjá
skipum og virki. Í 1981 fór hann
í starv á Føroya Fiskasølu, har
hann serliga fekst við logstik,
avskipingar og bókhald. Her
var hann í eini seks ár. Í 14 ár
starvaðist hann á fiskavirkinum
í Miðvági, tey fyrstu átta árini
á skrivstovuni og seinastu seks
árini sum virkisleiðari. Seinastu
árini hevur hann verið í starvi sum
stjóri í Faroe Finance, sum var eitt
fíggingarfelag hjá Faroe Seafood.
Tá felagið bleiv niðurlagt fyrst
í hesum árinum, gjørdist hann
fíggjarleiðari hjá Faroe Seafood
í Havn.
Maðurin, vit tosa um, er Albert
Ellefsen úr Miðvági.
Hin 1. juni í ár fór hann í nýtt
starv, hesaferð á Fiskirannsókn
arstovuni, har hann eitt nú
kemur at virka sum reiðari á
havrannsóknarskipinum, Magnusi
Heinason.
Jóannes á Váli hevði hetta
starv frammanundan Alberti.
Mín høvuðsuppgáva verður at
taka mær av fíggjar og starvs
fólkaviðurskiftum á stovninum
sum heild, her undir eisini tí
umsitingarliga partinum av
Magnusi Heinasyni.
Albert sigur, at hansara upp
gáva kemur ikki at snúgva seg um
tey dagligu viðurskiftini umborð
ella við Magnusi, men meira tey
yvirornaðu viðurskiftini.
Sum høgru hond hjá mær
við rannsóknarskipinum havi eg
Mourits M. Joensen, sigur hann.
Tilsamans 15 mans eru knýttir
at Magnusi Heinasyni og mann
ingartalið, sum er við hvønn túrin,
skiftir eitt sindur eftir teimum
uppgávum, sum eru á skránni.
Nei, eg havi ongantíð verið
sjómaður sjálvur. Tað longsta, eg
havi verið á sjónum, var á eini
cruiseferð í Karibiu í fjør. Hetta
var ein frálík ferð, og ein góður
fyrsti túrur til sjós, sigur Albert
ikki sørt skemtandi.
Í 2007 gjørdist hann akademi
merkonom í altjóða søluog
marknaðarlæru.
Hetta er ein góð útbúgving,
sum byrjaði á Føroya Handils
skúla í 2003, tá eg eisini fór undir
lesnaðin, sum varð liðugur í fjør.
Albert sigur, at hann megin
partin av tíðini innan føroyska
fiskavirkisvinnu hevur hildið
seg til tann fíggjarliga partin
av vinnuni, og soleiðis verður
eisini, nú hann er farin í nýtt og
spennandi starv hjá Fiskirann
sóknarstovuni.
Eg kann siga, at eg við nýggja
starvinum samstundis eri nýggjur
innan tað almenna í Føroyum.
Fiskirannsóknarstovan er avgjørt
ein spennandi stovnur, sum hevur
fingist við havgransking gjøgnum
mong ár. Her er nógv bygt upp,
og her er nógv at føra víðari.
Nógv vitan liggur aftanfyri tað
granskingararbeiði, sum stovnurin
hevur gjørt upp ígjøgnum árini,
og tað er ógvuliga umráðandi, at
hetta arbeiði ikki fer fyri bakka,
men sleppur at mennast uppaftur
meira, sigur hann.
Vit spurdu eisini Albert, sum
øll hesi mongu ár hevur starvast
innan føroyska fiskivinnu, hvussu
hann metir útlitini í løtuni.
Sum heild sær tað ikki væl út
í høvuðsvinnuni, hvørki á sjógvi
ella landi, og líkt er ikki til, at
nøkur løtt loysn er fyri framm
an. At síggja til, hava tey stóru
feløgini á landi, sum bæði hava
virkir og skip, tað kanska verri
enn tey, sum eingi skip hava at
gera út.
Albert væntar, at fiskaprísurin
fer at fara upp – fyrr ella seinni
– sum hann tekur til, men lítið
er, sum bendir á, at oljuprísurin
stendur fyri nøkrum serligum falli.
Ein álvarsligur “faktorur” í
okkara fiskivinnu í løtuni er, at
toskastovnurin er so illa fyri. Eg
plagi at siga, at tá føroyingar
eru væl forsýnaðir við toski, er
framgongd í samfelagnum. Svíkur
toskurin, og tíðin gerst ov long, til
veiðan veksur aftur, gongur niður
á bakka.
Hann sigur, at alt, hann kann
minnast, hevur afturgongd verið í
føroyska búskapinum, tá toskurin
fylgjandi ár hevur verið burtur.
Eg havi ongantíð skilt, at
myndugleikarnir yvirlata tað til
tilvildina, hvussu toskurin verður
royndur, sigur Albert Ellefsen.
Magnus
Heinason
nýggjan
reiðara
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Alt, sum eg kann minnast, hevur afturgongd verið í føroyska
búskapinum, tá toskurin fylgjandi ár hevur verið burtur. Eg havi
ongantíð skilt, at myndugleikarnir yvirlata tað til tilvildina,
hvussu toskurin verður royndur, sigur Albert Ellefsen, sum nú er
reiðari á Magnusi Heinasyni
Mynd: Leo Poulsen