Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 117 • 20. juni 2008 Vikuskifti tbyggingin hjá SEV skriva ein milliard sekshundrað milliónir krónur nýtast. Helvtin 800 mill. kr. skulu nýt­ ast til vatnorkuna. Alt annað líka skulu í minsta lagi 800 mill. kr. nýtast til útbygg­ ing av vatnorkuni til at økja el­ framleiðsluna á landi við 5% at skriva fimm procentum. Fyrsta grundgevingin hjá SEV at gera hesar útbyggingar var at minka um CO2 útlátið. Seinni hevur SEV grundgivið útbyggingarnar við tryggleikanum fyri elveiting. Viðmerkingar til grund­ gevingarnar hjá SEV Meginparturin av okkara CO2 útláti stavar frá bilum og bátum. Hetta útlát minkar í stórum nú stórur partur av heimaflotanum liggur og roknast má við, at nógvir bátar verða liggjandi. El­framleiðslan í Føroyum við varandi orkukeldum er nr. 5 í Europa. Grundgevingin um CO2 útlátið fyri at fremja vatnorku­ útbyggingina heldur tí ikki, bæði tí at á hesum øki hava vit longu gjørt meira enn okkara skyldu og tí, at ætlaða vatnorkuútbygging minkar ógvuliga lítið um útlátið. Tryggleikin: 5% meira av vatn­ orku er so lítið, at tað munar einki um hinar orkukeldurnar svíkja. Tá verður el­framleiðslan ótrygg undir øllum umstøðum. Onnur ikki søgd grundgeving? Í kunngerð nr. 76 frá 5/10­1963 fær SEV loyvi at nýta vatnorku í Streymoy, Eysturoy, Vágoy og Suðuroy. Hetta loyvi er galdandi í 50 ár (§10) og er sostatt galdandi til 2013. Um loyvi ikki verður endurnýggj­ að fellur hesin rættur hjá SEV burtur. Tað er óhugsandi, at nakað verður gjørt við verandi byrgingar í 2013, men tá hevur SEV so ongan rætt til framhaldandi vatn­ orkuútbyggingar. Vísandi til, at grundgevingarnar hjá SEV fyri útbygging av vatn­ orkuni ikki eru sannlíkar og tá vatnorkuútbygging í Føroyum als ikki loysir seg fíggjarliga, haldi eg, at veruliga grundgevingin hjá SEV er at útbyggja vatnorkuna og leggja so nógv lendi sum møguligt undir seg áðrenn 2013 fyri at styrkja um sína støðu, tá vatnorkuloyvið hjá teimum gongur út. Friðið Dalar Vit hava landið til láns frá komandi ættarliðum og hava tí skyldu at fara so væl um tað sum gjørligt. Fær SEV loyvi at taka Dalar, er henda náttúruperla oyði­ løgd fyri eftir komarum okkara til allar tíðir. Tann el­megi, sum SEV væntar at fáa við at oyðileggja Dalar, at turrleggja Dalá og Stórá í Saksunardali og allar hinar áirnar, nevndar í hesi grein, verður um stutta tíð – óiva áðrenn 2013 – tøk á annan hátt við øðrum varandi orkukeldum, bæði bíligari og minni oyðandi. Flestu okkara sum hava verið í Dølum vitja aftur á hvørjum ári, oftast nakrar ferðir. Tit, sum ikki enn hava verið í Dølum eiga enn eina stóra nátturuuppliving til góðar. p.s. Myndirnar í hesi grein eru allar tiknar í góðveðrinum seinastu tíðina. Lítið vatn er tí í áunum, men fær SEV sín vilja, verður tað bert í áarføri, at so frægt av vatni verður í áunum, sum víst á myndunum. Heljardalsá. Høvuðsæðrin til Dalá, sum rennur í Saksunarvatn, skal turrleggjast. Høgrumegin ánna skal vegur gerast upp í Dalar Úti á Dølum. Her skal høg byrging gerast og alt lendið setast undir vatn Dalá í Dølum verður turrløgd. Dalahúsið í bakgrundini Fossurin Eysturi í Dalinum verður leiddur í ein samlitunnil og førdur í byrgingina Úti á Dølum Dalá, sum rennur í Saksunarvatn minkar við meira enn helvtini Stórá í Hvalvík verður næstan turrløgd