fríggjadagur 20. juni 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 117 • 20. juni 2008
Vikuskifti
24
Anga sum Angelina
Saman við stóra
franska felagnum
Coty hevur Angelina
Jolie skrivað undir
ein sáttmála um at
gera sína heilt egnu
parfumu. Sambært
bretska blaðnum
Mail on Sunday fær
Angelina sjálv nógv
at siga um, hvussu
parfuma hennara
skal verða.
- Angelina vil sjálv
sleppa upp í part,
tí hon vil gera eina
parfumu, sum hon følir, veruliga er hon, sigur ein kelda.
Angelina er tó ikki tann fyrsta, sum samstarvar við Coty. Eisini Celine Dion, Sarah
Jessica Parker, Jennifer Lopez, Shania Twain og Kylie Minogue arbeiða saman við
Coty um seriur teirra innan anga.
Byggingin av hægsta húsi í Danmark hevur fingið trupulleikar við
fíggingini. Lighthouse í Århus skal vera 142 metrar høgt, og skal
gerast ein ímynd av jútska býnum, men nú hevur felagið aftanfyri
byggingina fíggjarligar trupulleikar. Tað knípur við at skaffa tær 410
milliónir krónurnar, sum Århus Kommuna skal hava fyri byggingina,
men nú hevur kommunan longt freistina fyri at gjalda.
Hægsta hús
í penganeyð
Tónleikarin Elton John er virkin í stríðnum ímóti aids í Afrika, og nú stuðlar hann
hesum arbeiði vði at selja eitt av sínum flyglum á uppboðssølu. Elton John hevur
brúkt hetta flygil til fleiri live-framførslur hjá sær, og nú skal tað seljast á eBay.
Roknað verður við, at ljóðførið verður selt fyri umleið eina hálv millión krónur.
Anne-Mette Fogh, sum er kona danska forsætisráðharran Anders Fogh
Rasmussen, skal verða við í næstu røð av sjónvarpssendingini Vild
Med Dans, sum verður send í heyst.
- Eg gleði meg til at møta øllum hinum luttakarunum og verða við
í nøkrum positivum, sigur Anne-Mette, sum viðgongur, at hon segði
ja upp á standandi fót, tá hon varð spurd um at verða við í Vild Med
Dans.
Avstralska ferðavinnan hevur stórar vónir um, at nýggi kærleiksfilmurin hjá Baz Luhrmann “Australia” fer
at gera landið meira kent millum fólk, og at fleiri ferðafólk fara at vitja landið, eftir at filmurin hevur havt
frumframsýning í november. Seinastu tíðina hevur Avstralia nevniliga havt trupulleikar við at fáa ferðafólk
at vitja landið. Nicole Kidman og Hugh Jackman hava høvuðsleiklutirnar í filminum. - Milliónir av fólki fara
ivaleyst at síggja filmin og tískil sleppa tey eisini at síggja nakrar minni kendar síðir av avstralsku náttúruni,
umframt at tey eisini fáa eitt innlit í avstralsku søguna, sigur ferðavinnuráðharrin Martin Ferguson.
Í stuttum
Elton John selir flygil
Kona Fogh
skal dansa
Kidman skal lokka ferðafólk