mánadagur 23. juni 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 118 - 23. juni 2008
ToyoTa avensis 2.0 sol B
skrásetingarnr: BN 546
Km: 42.232
Árgangur: 09.03.2006
kr. 235.000,-
Hósdagin lat Norðoya
Sparikassi upp nýggja
deild í Miðlon í Havn
við einum øðrvísi
konsepti. Í staðin fyri
bíðirøðir, myndar
ein hugnalig café
deildina hjá Norðoya
Sparikassa
PENINGASTOVNUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Vanligt hevur verið, at
kundin, sum kemur inn í
ein peningastovn, fyrst renn-
ur seg í kassar og bíðirøðir,
men hetta verður søga á
deildini hjá Norðoya Spari-
kassa í Havn – og seinni á
hinum deildunum kring
landið. Ístaðin myndar ein
hugnalig café deildina hjá
Norðoya Sparikassa í Havn,
og fólk skulu kenna seg væl-
komin og heima á SparCafé,
har førleiki, góð tænasta og
jaligar upplivingar ganga
hond í hond, sigur sparikass-
in í tíðindaskrivi.
Í Norðoya Sparikassa siga
tey, at tíðin krevur, at vit
støðugt betra okkum á øll-
um økjum, og tí hevur spari-
kassin ment nýggja konsept-
ið, har tað at støkka inn á
gólvið í Norðoya Sparikassa
gerst ein øðrvísi og góð upp-
living við høgum tænastu-
støði og góðari ráðgeving.
- Á SparCafé í Miðlon
ber til at fáa sær ein góðan
kaffimunn og eitt gott prát,
og hevur tú ørindi í Norðoya
Sparikassa,
ber
til
at
avgreiða tey undir óformell-
um umstøðum. Eisini verð-
ur
ein
serlig
Business
Lounge til vinnukundarnar.
Tað skal altíð vera ein góð
uppliving at koma inn i
Norðoya Sparikassa – eisini
um tú ikki hevur beinleiðis
ørindi – og nýggja SparCafé
skal vísa hetta í verki, verð-
ur sagt í tíðindaskrivinum.
Café í Norðoya Spari-
kassa í Miðlon í Havn
Lesið
Sosialin
Í nýggju deildini hjá Norðoya
Sparikassa í Havn er ein café, so
fólk kunnu hugna sær við einum
kaffimunnum, meðan tey bíða