týsdagur 24. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 119 - 24. juni 2008
tíðindi
Yvirskriftin er rættiliga misvísandi, men tað er við vilja. Føroyar skal
vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og
myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Og í fjør kom stóra
herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler,
sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr
seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn
mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt okkara oyggjar til
henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp
á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug
við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt í okkara
vøkru oyggjum? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundar
lagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum
oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum
ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Sosialurin
hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og fer komandi dagar
nar at seta ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum
sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúr
ini. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara
vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og
tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara,
sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja
Føroyar. Hesar fyrstu myndirnar eru úr høvuðsstaðnum (sum fyri
kortum hevði umhvørvisviku. Kanska var hetta eitt hugskot at tikið upp
til næstu umhvørvisviku) har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta
kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Føroyar eru naknar og opnar, og
tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og
annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki,
og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommu
nalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur,
bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast
er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki og í niðurløgdum grótbrotum, har
onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina fyri,
at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir,
tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað
má tyrvast ella flytast av landinum. Vit lata myndirnar tala, og tað fara
vit at gera hvønn dag komandi tíðina.
Lagt til rættis:
Kári Mikkelsen
Myndir:
Álvur Haraldsen
við Sandvíkahjalla
á Sandvíkahjalla
á Sandvíkahjalla
á Sandvíkahjalla
við Velbastaðvegin
á Sandvíkahjalla
við Brennistøðina
1. partur
Heimsins reinasta
hesaferð
havnin
og høvuðsstaðarøkið