Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 119 - 24. juni 2008 lýsingar Frá Fuglafjarðar býráð Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna 2008-2009 verða biðin um at senda menta- málanevndini skrivliga umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 04. juli 2008 kl. 15.00. Fuglafjørður, tann 23. juni 2008 Fuglafjarðar býráð Mentamálanevndin Fuglafjarðar Kommuna TILBOÐ UPP Á SKÚLABARNAFLUTNING Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið skúla- barnakoyringina Hellurnar-Oyndarfjørð skúla- árið 2008-2009 leysa frá 18. august 2008 at rokna. Talan er um flutning av einum næmingi av Hellunum til skúlan í Oyndarfirði og flutningur aftur til Hellurnar eftir skúlatíð. Tað verður kravt, at tann ella tey, ið átaka sær skúlabarnakoyringina, lúka krøv um, at akfarið, ið nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett til vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað til vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til persónbil ávikavist buss. Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. juli 2008 kl. 15.00. Nærri upplýsningar um flutningsdagar og tíðir kunnu fáast frá Halli Ellingsgaard, skúla- leiðara við Oyndarfjarðar skúla á telefon 252264. Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka. Fuglafjørður, tann 23. juni 2008 Fuglafjarðar kommuna Fuglafjarðar Kommuna PEDAGOGUR TIL ÚTIBARNAGARÐIN LÁTIPÍPUNA Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna, har høvuðsuppgávan er at vera stuðul hjá einum barni við serligum tørvi. Tað er stovnurin, sum setur stuðulin, sum verður partur av tí dagliga arbeiðinum á stovninum, umframt at verða ein partur av starvsfólka- bólkinum. Um eingin pedagogur søkir, verður fólk við øðrum førleikum sett í starvið. Starvið er í fyrsta umfari tíðaravmarkað í 6 mán- aðar frá 11. august 2008 at rokna. Vit kunnu bjóða: • Ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góð- um møguleikum fyri túrum í á, haga og fjørðu • Ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • Ein stovn í menning, har øll hava møguleik fyri at seta síni fingramerki • Eitt arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á greitt samskifti á øllum økjum • Ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum Vit vænta av tær, at: • Tær dámar at arbeiða við og vera saman við børnum • Tú ert áhugað/-ur í tí menning, sum er neyðug í arbeiðinum við børnum • Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt • Tú hevur góð samstarvsevnir • Tú saman við hinum starvsfólkunum tekur ábyrd av at tryggja eitt greitt og jaligt samskifti á stovninum, umframt í øllum førum at søkja semjur. Lønar- og setanarviðurskifti Løn sambart sáttmála millum Føroya Pedagog- felag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðs- gevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Einu Andreasen, leiðara, á tlf 230145. Skrivlig umsókn skal verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. juli 2008 kl. 16. Látipípan er ein stovnur við útibarnagarði, sum er eitt tilboð til 5-7 ára gomul børn, umframt frítíðarstovu til børn í 1. og 2. flokki. VESTMANNA KOMMUNA Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna Størv í Viðareiðis Skúla Endurlýsing – Søkt verður eftir lærarum og stuðuls- fólki til Viðareiðis skúla skúlaárið 2008/09. Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2008: • 1 lærara í fast starv fulla tíð • 1 lærara í tíðaravmarkað starv fulla tíð • 1 lærara til umleið 14 tímar um vikuna (vegna avlopstímar, lækkað tímatal og serligan tørv. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sep.) • einum stuðli við pedagogiskari ábyrgd 20 tímar um vikuna. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í: • føroyskum, donskum og enskum • støddfrøði, náttúru/tøkni og lívfrøði • kristni og søgu • handaverki og list • tónleiki og ítrótti • tímar vegna serligan tørv • vera flokslærari Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka- skúlanum. Lønar- og setanartreytir Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 9. juli kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Lesið - so eru tit við veitst tú ikki tað?