Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-24, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juni 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 119 - 24. juni 2008 Stutt Sagt Ósekur dømdur fyri dráp Ein 18 ára gamal breti er dømdurí fongsul fyri at hava myrt eina polska kvinnu, sum var í London og lærdi til sjúkrarøktar­ frøðing. Tann 18 ára gamli bleiv ikki dømdur fyri at hava verið teirri 26 ára gomlu kvinnuni at bana, men fyri at hava ábyrgd av drápinum, tí hann var hjásatddur og tók lut í einum skotbardaga, har tann polska kvinnan eisini var. Í rættinum kom fram, at tað var ikki ein kúla frá tí 18 ára gamla, sum drap ta polsku kvinnuna, men at tað var ein annar maður, sum skjeyt. Løgreglan tók ein annan ungling í sam­ bandi við skottilburðin, men tað bar ikki til at prógva, at hann hevði verið har. Tí má tann 18 ára gamli bøta, sjálvt um hann á ein hátt er ósekur. Mugabe skal útihýsast Malloch­Brown, lordur, sum er bretskur ráðharri í afrikonskum og asiatisk­ um viðurskiftum umframt samskiftinum við ST, vil hava altjóða samfelagið til at útihýsa zimbabwiska forsetan Robert Mugabe. Malloch­Brown sigur, at fólkið í Zimbabwe bíðar eftir altjóða røddini, sum hann tekur til. Hann heitir samstundis á tey afrikon­ sku londini ov biður tey leggja trýst á Mugabe og heldur styðja andstøðuleið­ aran Morgan Tsvangirai. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit mugu fáa at vita, hví "Princess af Stars" fór úr havn, tá veðurmenninir høvdu boðað frá tropiskum ódnarveðri Gloria Arroyo, forseti útlond Eftir at hava verið í amerikanska herinum í 33 ár, er Ann Dunwoody vorðin generalur Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein amerikonsk kvinna fingið generalbúna við fýra stjørnum á akslunum, sum er hægsta tign í amerikonsku verjuni. Tað hendi á einum hátíðarhaldi á herstøðini Fort Belvoir í statinum Virginia í gjár, tá Ann Dunwoody varð tilnevnd generalur og næstovasti fyri útgerðardeildini hjá ameri­ kanska herinum. Framman­ undan eru ellivu generalar, sum hava fýra stjørnur, og teir eru allir menn. Eftir reglunum skal Senatið í Washington góð­ kenna Ann Dunwoody sum general, men tað verður ikki hildið at vera nakar trupulleiki, skrivar AP. Taliban hóttir við at revsa kvinnur, sum ikki ganga í burka Pakistanskir fjølmiðlar siga, at pakistanska deildin av Taliban hevur givið kvinn­ unum í útnyrðingspartinum av landinum boð um, at tær skulu ganga í burka. Gera tær ikki tað, verða tær revsaðar likamliga. Pakistanska blaðið Daily Times, sum kemur út á enskum máli, skrivar í dag, at Taliban hevur hongt plakatir upp nógvastaðni í Mohmand­landspartinum, har rørslan áleggur kvinn­ unum at ganga í burka. Taliban vil ikki bara hava kvinnurnar at ganga í burka. Á plakatunum ger rørslan vart við, at muslimskar kvinnur skulu ikki taka lut í arbeiði uttandura, tær skulu ikki fara á marknaðin at keypa, uttan at onkur maður í ættini er við teimum, og tær skulu heldur ikki fara til almenn tiltøk einsa­ mallar. Daily Times skrivar, at politikkurin hjá Taliban hevur avmarkað rættindini hjá kvinnunum í útnyrðings­ partinum av Pakistan nógv. Eitt nú vísir blaðið á, at á tjóðartingsvalinum í vár sluppu kvinnurnar í Mohmand­landspartinum ikki á val. Ta avgerðina tók eitt eldraráð, og tess niðurstøða var, at tað var ikki í samsvari við mentan­ ina, at kvinnur høvdu valrætt. Tí vórðu fleiri valhøli stongd, og kvinnur sluppu ikki at atkvøða, skrivar Daily Times. Áleggja kvinnunum at ganga í burka Taliban áleggur kvinnum í útnyrðingspartinum av Pakistan at ganga í burka Mynd: Polfoto Ann Dunwoody hevur verið í amerikanska herinum í 33 ár Mynd: Polfoto Fyrsta kvinnan við fýra stjørnum Filipinskir kavarar funnu einki lívstekin inni í ferjuni »Princess af Stars« ­ Kavararnir funnu nógv lík inni í vrakinum, men har var einki tekin um lív, segði talsmaðurin hjá filipinska herflotanum í morgun. Meiri enn 860 fólk vóru umborð á "Princess af Stars", tá skipið sakk í ódnarveðri tætt við oynna Sibuyan nærhendis leygarkvøldið. Filipinsku myndugleikarnir siga, at vanlukkan hevur kravt meiri enn 800 mannalív. Tey fáu, sum eru bjargað á lívi, hava greitt frá, at bjargingar­ bátarnir holvdust, tá teir blivu settir út, tí sjógvurin var so ringur. »Princess af Stars« var 24.000 tons til støddar, og eitt reiðarí í Filipsoyggjunum átti skipið. Funnu bara lík Byrsumaður bleiv dømd- ur, hóast hann ikki skjeyt Mynd: Reuters