Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 120 - 25. juni 2008 Bygdaráðini í Gøtu- og Leirvíkar kommunu hava sett Erik Lervig sum kommunustjóra í Eysturkommunu KOMMUNUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eysturkommuna fer form­ liga at virka frá 1. januar 2009, og ein av fyrstu upp­ gávunum hjá kommunu­ stjóranum verður at fyri­ reika og fremja samanlegg­ ingina av umsitingunum í verandi kommunun og at skipa ein bygnað fyri Eysturkommunu, skrivar www.gota.fo Erik Lervig er 38 ára gamal, hevur bankaútbúgv­ ing frá Føroya Banka og siviløkonomútbúgving frá Handilsháskúlanum í Sønderborg. Erik Lervig hevur royndir sum fulltrúi frá Toll og Skatt, grannskoðari hjá Landsgrannskoðaranum, og síðani 2000 hevur hann verið fíggjarleiðari hjá IRF, har hann eitt nú eisini hevur havt ábyrgdina av um­ sitingini og starvsfólka­ málum. Erik Lervig byrjar í starvinum sum kommunu­ stjóri í Eysturkommunu tann 1. august 2008. Erik Lervig skal stjórna Eysturkommunu vikublaðið kunningarstovan í Fuglafirði tel. 737715 kunningarstovan í Runavík tel. 417060 SPEKT statsaut. revisorar Correspondent Firm of KPMG international a Swiss Cooperative SPEKT stataut. revisorar Spf. spekt@spekt.fo, www.spekt.fo Staravegur 17, Postsmoga 3258 110 Tórshavn, Telefon 34 34 34, Telefaks 34 34 35 Heiðavegur 15, Postsmoga 190 600 Saltangará, Telefon 474 474, Telefaks 474 475 P/F Bátatænastan flytir í nýggj og størri høli í Álakeri Í hesum sambandi verður søkt eftir: Bátatænastan varð stovnað í 1993. Í fyritøkuni starvast í dag 4 fólk, og hesi syrgja fyri at veita útróðra- og bátafólki í Føroyum eina góða tænastu. Bátatænastan umboðar m.a. Volvo Penta báta motorar, Mariner uttanborða motorcar og bátar v.m. Úrvalið hjá Bátatænastuni er í dag so stórt, at so at siga alt innan bátaútgerð fæst. BóKHaldara/HjÁlParFólKi at byrja sum skjótast ella í seinasta lagi 1. august 2008. Starvið umfatar eisini avgreiðslu o.a. í handlinum Starvið arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðheitum: · vanligt bókhaldsarbeiði · skrivstovuavgreiðslu, · avgreiðslu í handlinum dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður er álítandi og fyrikomandi. Fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir við Navision fíggjarskipanina. Umsøkjarin Umsøkjarin skal: · kunna arbeiða sjálvstøðugt · hava góð samstarvsevni · hava telduførleika lønin verður ásett eftir nærri avtalu arbeiðstíð arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. VErKFørara at byrja sum skjótast ella í seinasta lagi 1. august 2008. Starvið Viðkomandi skal hava ábyrgdina av verkstaðnum v.m. Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt arbeiði. Umsøkjarin Umsøkjarin skal: · verða maskinmeistari ella -smiðjur · kunna arbeiða sjálvstøðugt · hava góð samstarvsevni · hava telduførleika · hava koyrikort Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt arbeiði, har tú sjálvur kemur at seta dám á tín dag. roknast skal við víðariútbúgving uttanlanda v.m. lønin verður sett eftir nærri avtalu. arbeiðstíð arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til SPEKT. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2008. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Birgir johannesen á telefon 21 38 35 ella Árna Ellefsen á telefon nr. 23 34 84. Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúla­ bókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði. Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum arbeiðsbøkur, lærara­ og foreldravegleiðingar, gjørt til bókina. Plakatin og bøkurnar fáast á Bókamiðsøluni og í bókabúðum kring landið. Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur Marjun Ziskason, ritstjóri, havt útgávurnar um hendi. Kelda: http://www.birkblog.blogspot.com/ Plakat við handstavraðnum Fyri Skúlabókagrunnin hevur Janus Dam Guttesen teknað fyrsta føroyska handstavraðið Mynd: Birgir Kruse