Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. juni 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 120 - 25. juni 2008 Hetta er annar partur í røðini við misvísandi yvirskriftini »Heimsins reinasta oyggjaland«, har vit seta fokus á alt burturkastið og óruddið, sum flýtur allastaðni í landinum. Sosialurin hevur í nakrar vikur verið úti við myndatólinum og setir í hesum døgum ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum. Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavinnu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrstapláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt okkara oyggjar til henda fornemma heiður? Um tey yvirhøvur hava verið her og hugt upp á umstøðurnar, so er ivaleyst gjørt skjótt av. Og hava hesi verið varug við tey túsundtals tonsini av burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum? Um so er, kann hetta valla hava talt við í grundarlagnum fyri metingini. Annars má standa ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum eru á listanum hjá blaðnum. Tað var í øllum førum ikki torført at fáa eyga á óruddið ígjøgnum myndatól okkara. Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á alfara vegi, ella har koyrandi er. Vit hava ikki verið á ídnaðarøkjum, har tað kann vera ein ávís umbering fyri, at ikki alt er so ruddiligt orsakað av arbeiði ella framleiðslu. Hinvegin hava vit lagt okkum eftir bara at seta myndatólið á útgerð, ið ikki sær út til at verða brúkt, men har eigarin eftir øllum at døma hevur skrottað hana og bara tveitt frá sær. Gløgt er gestsins eyga, sigur orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøgnum myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í hesum partinum hyggja vit eftir grannabygdunum, Kaldbak, Kaldbaksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu, ið herfyri hevði umhvørvisviku. Kanska var tað eitt hugskot hjá kommununi at sett ljós á hendan trupulleikan, næstu ferð skipað verður fyri umhvørvisviku. Føroyar eru naknar og opnar, og tí sæst óruddið her nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur kann fjala ein stóran part. Nøkur vøkur sjón er hetta ikki, og fyri mong man tað tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Ringast er við havnaløg, alistøðir, ídnaðarøki og í niðurløgdum grótbrotum, har onki mark tykist vera fyri skilaloysinum. Og hvør hevur ábyrgdina fyri, at hetta kann lata seg gera? Tosað verður nógv um nýggjar brennistøðir, tí orkan er ov lítil, men hesar megna onki at gera við gamalt jarn. Tað má tyrvast ella flytast av landinum. Vit lata myndirnar tala, og tað fara vit at gera hvønn dag komandi tíðina. Lagt til rættis: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Kaldbaksbotnur Sund Kaldbak 2. partur Heimsins reinasta hesaferð sund, kaldbak og kaldbaksbotnur Sund Sund Sund Sund